Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-01, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. juli 2009síða 18

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 tíðindi Nr. 123 - 1. juli 2009 Summartónar enda og Fólka­ tónleikarstevnan tók við týsdagin 30. juni TÓNLEIKUR Tíðindaskriv Seinasta tiltakið á Summartónum verður niðri á lendingini í Mykinesi týsdagin 30. juni kl. 17. Tey, ið fara at spæla har, eru Yggdrasil við Katrinu Petersen (sang), Andersi Hagberg (floytu), Francesco Benozzo (harpu), Eyðuni Hansen (gittar) og Kristiani Blak (klaver). Aftaná tað verður tað Embla dans & teater við Andersi Hagberg (floytum, sopransaxofon, slagverki og elektronikki) og Onnu Wennerbeck (dansi) úr Svøríki, ið fara at spæla og dansa. Síðani var ætlanin, at bólkurin ORKA, sum framførdi í Havn og við Gjógv í sambandi við Summartónar, skuldi spæla. Vegna forfall verður hetta tó av ongum. Sama kvøld, týskvøld 30. juni kl. 21.00, byrjar árliga Fólkatónleikarstevnan. Hetta verður eisini í Mykinesi, men í kirkjuni. Tey, ið framføra, eru sangbólkurin Vokalensemblet Glas úr Danmark og Føroyum. Tilfarið eru siðbundnir sangir. Anne Eisensee, Tine Refsgaard, Marte Schau, Else Schantz Juutilainen, Maria Kynne, Anna Katrina Petersen og Marianne Søgaard manna bólkin. Síðani spælir italiumaðurin Francesco Benozzo hørpu. Hann spælir egin verk og siðbundin løg. Guðrið Hansdóttir syngur og spælir egnar sangir. Niels Midjord og Lív Næs syngja síðani týddar Alf Prøysen sangir. Kvonn við Sharon Weiss, blokkfloytu, Angeliku Nielsen, fiól, og Kristiani Blak, klaver, spæla eisini í kirkjuni. Mikudag 1. juli frá kl. 16 til kl. 22.00 verða fleiri av hesum somu tónleikarum at hoyra í Tutl- handlinum á Káta Horninum í Havn. Hósdagin 2. juli verður farið til Fugloyar, har konsert verður í skúlanum í Hattarvík kl. 16.00 við m.ø. Yggdrasil. Tey, ið manna Yggdrasil hesa ferð, eru Katrina Petersen, sangur, Francesco Benozzo, hørpu, Eyðun Hansen, gittar, og Kristian Blak, klaver. Á somu konsert verða Niels Midjord, Lív Næs og Vokalensemblet Glas (DK/FO) at hoyra. Hóskvøldið kl. 21.00 verður konsert í kirkjuni á Kirkju. Tey, ið fara at framføra, eru aftur Vokalensemblet Glas (DK/FO), Francesco Benozzo, harpu (IT), Kvonn og Agnar Lamhauge, bass, og Janus Kampmann, gittar. Fríggjadag 3. juli og leygardag 4. juli verða tey, ið hava framført í Mykinesi, Havn og í Fugloy, partur av festivalinum Asfalt, ið verður hildin í Havn. Sunnudagin 5. juli verður konsert í Norðurlandahúsinum kl. 16.00, har Yggdrasil, Vokalensemblet Glas (DK/FO), Francesco Benozzo, harpu (IT), og Guðrið Hansdóttir (FO) fara at spæla og syngja. Mánadagin 6. juli kl. 16.00 verður konsert í Tutl- handlinum á Káta Horninum í Havn. Eftir eitt sera tungt ár í 2008 sær út til at Faroe Seafood í 2009 er komið á rætta kós. Felagið hevur megnað at fasthildið góðar sáttmálar við kundar ígjøgnum kreppuna og sær út til at samlaða virksemið so smátt er við at gerast lønandi aftur. VINNA Tíðindaskriv Ársaðalfundur hevur í dag verið í Faroe Seafood, og staðfestast kann, at Faroe Seafood, eftir eitt sera tungt ár í fjør, í 2009 er komið á rætta kós. Átøk hava verið sett í verk seinastu mánaðirnar, sum hava við sær betri løn­ semi. Hesi fevna millum annað um at fáa virksemið at virka soleiðis, at fyri­ mun­irnir av at hava eina samanhangandi virðisketu frá veiðu, framleiðslu og sølu koma fyritøkuni til góð­ar. Samstundis hava prís­ir á marknaðunum og oljuprísirnir higartil verið til vildar. Hetta kemur fyritøkuni væl við eftir óvanliga tor­ føra árið 2008. Árið í fjør var merkt av, at fyritøkan vegna tørvandi gjaldføri hevði avmarkaðar møgu­ leikar at virka. Støðan gjørd­ist ikki betur av, at søgu­ligt høgir oljuprísir stungu seg upp. Seinra hálvár var vánaligur fiski­ skapur, og haraftur at kom altjóða figgjarkreppan. Ársúrslitið fyri 2008 gjørdist eitt hall uppá slakar 45 mió.kr. Nù 6 mánaðir eru farnir av 2009, sær held­ur betur út, og væntar felagið at hava avlop í ár. Á aðalfundinum vórðu broytingar framdar í nevndini. Richard Morten­ sen boðaði frá, at hann ikki ynskti afturval. Felagið og eigarnir takka honum fyri eitt gott arbeiði undir tor­ førum umstøðum. Nevndin sær nú soleiðis út: Anfinnur Olsen, for­ maður, Eyðun Olsen, næst­ formaður, Jónsvein Knud­ sen, Jakob Bjarnason og Kristoffur Laksá. Her eru partaeigararnir, ið eiga meira enn 5 pro­ sentum av partapeninginum í Faroe Seafood: P/F Notio Framtaksfelag, Framtak, Vátryggingarfélag Íslands hf og Sp/f 26.03.2006. Jehova Vitni Tíðindaskriv Út frá bíbliulestri sínum vænta Jehova vitni heims­ umfatandi broytingar skjótt. Skriftstøð, ið greiða frá tí, ið nógv rópa heimsins endi ella dómadagur, verða við­ gjørd á stevnuni hjá vitn­ unum, ið varir tríggjar dag­ ar og hevur heitið ”Vakið”. Sambært Matteusi 24:21 tosar Jesus um slíka “trongd, sum ikki hevur verið, frá tí heimurin varð til inntil nú”, og sum heldur ikki skal verða aftur. Stevn­ an byrjar fríggjadag 3. juli kl. 9.20 á Eysturskúlanum í Tórshavn. Nógvar meiningar eru um heimsins enda, men vitn­ini halda, at tað, ið bíblian lærir, er einkult, klárt og skilagott. Talararnir fara at greina, hvat bíblian veruliga lærir um hetta evn­ ið. Talan er um eina skilagóða – ikki fanatiska – viðgerð av evninum. Dentur verður lagdur á tað jaliga úrslitið, eitt nýtt paradís á jørðini. Vælkomutalan hjá orðstýraranum fríggjadag fyrrapart hevur heitið ”Hví vit mugu vakja”. Talararnir seinnapartin fara at venda sær beinleiðis til bæði menn, konur og børn og vísa, hvussu ein familja kann vakja og hava álit á framtíðina. Dagurin endar við einari greining av tekstinum í Efesusbrævinum 5:15, sum sigur, at tey kristnu eiga at ’akta væl eftir, hvussu tey liva’. Leygardagsskráin fer at undirstrika vandarnar við einari grunnskygdari, líka­ sælari áskoðan á tær hend­ ingar, bíblian profeterar um. Álvarsemið verður ser­ liga undirstrikað leygardag kl. 11.40 í dópsfyrilestrinum ” Ver edrúur og vak – eisini aftaná tú ert doyptur”. Tey, ið lata seg doypa, hava í langa tíð granskað bíbliuna og vísa nú alment, at tey vilja vera vitni fyri Jehova Gud. Dópurin fer fram í einum uppsettum hyli á skúlanum. Sunnudag kl. 11.30 verð­ ur ein fyrilestur hildin ser­ liga fyri almenninginum við heitinum ”Hvussu kanst tú yvirliva heimsins enda?”. Hann fer at vísa á munin millum tey vanligastu áskoð­anirnar um, hvat heimsins endi er og tað bíblian lærir. Talarin fer at vísa á tað, ið Jesus sigur um, hvat ein skal gera fyri at vera teirra millum, ið yvir­liva til lív í einum para­ dísi á jørðini. Kl. 13.35 vil ein sjónleikur vera við heitinum ”Bróður tín var deyð­ur og er vorðin liv­ andi”, grundaður á Jesusar líknilsi um burturmista sonin. Stevnan endar við felagssang og bøn kl. 16. Jehova vitni bjóða øllum at koma og læra meira um hesi evni. Skráin byrjar hvønn dag kl. 9.20 og ókeypis atgongd er allar tríggjar dagarnar. Mærsk fekk krakk í Irak Tá myndugleikarnir í Irak í gjár kunngjørdu nøvnini á teimum útlendsku feløgunum, sum sleppa at menna nýggjar oljuleiðir í landinum, var tað danska Mærsk Olie og Gas ikki teirra millum, sum blivu nevnd. Mærsk hevði annars boðið upp á oljuleiðina West Qurna saman við tí norska StatoilHydro, men irakar tóku ikki av. Jakob Thomasen hjá Mærsk Olie og Gas sigur við danska kringvarpið, at felagið fer ikki at sleppa Irak so, men fer at liggja framvið, tí møguleikarnir har eru bæði nógvir og stórir, sigur hann. Sambært Jakob Thomasen vóru irakar ikki nøgdir við tann fíggjarliga partin av tilboðnum frá Mærsk Olie og Gas og StatoilHydro. Demokratarnir ein senator afturat Demekratarnir í USA hava nú fingið tað 60. sætið í Senatinum at ráða yvir og kunnu sostatt forða republikanarunum í at brúka eina serliga reglu um at draga mál og avgerðir út. Demokratarnir hava havt 57 sessir í Senatinum, men í gjár fingu teir tann 58., tá hægstirættur í statinum Minnesota gjørdi av, at demokraturin Al Franken vann valið í november í fjør. Líka síðani valið hevur stríð verið um, hvørt tað var Al Franken ella republikanarin Norm Coleman, sum skuldi í Senatið, tí fleiri høvdu sett spurnartekin við uppteljingina aftan á valið. Umframt sínar egnu 58 sessir fáa demokratarnir í flestu málum stuðul frá tveimum óheftum senatorum. Faroe Seafood komið á rætta kós Stevnan hjá vitnunum gevur vón um týdn­ ingarmiklar heimsumfatandi broytingar