hósdagur 2. juli 2009síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
tíðindi
Nr. 124 - 2. juli 2009
Fleiri læknar í OECD
Tað er rættiliga misjavnt, hvussu nógv fólk eru til hvønn
kommunulækna í teimum ymsu OECD-londunum, men ein
nýggj kanning staðfestir, at sum heild eru færri fólk til hvønn
lækna nú enn fyri tjúgu árum síðani. Kanningin vísir, at serliga
grikkar hava lætt við at fáa orð á læknan, tí har eru 5,4 læknar
fyri hvørji 1.000 fólk, og tað er meiri enn nakra aðrastaðni,
sigur OECD. Men kanningin vísir eisini, at talið á eldri læknum
veksur skjótt. Eitt nú er tað tvífaldað í Svøríki. Danmark er á
odda í einum, og tað er at útbúgva læknar. Í 2007 klaktu teir
lærdu háskúlarnir í Danmark 21,7 læknar fyri hvørji 100.000
fólk, og tað er tað mesta í øllum OECD, sigur DR.
Vón fyri kjarnorkusáttmála
Alt bendir á, at USA og Russland fara at gera stór framstig í sam
ráðingunum um ein nýggjan kjarnorkuvápnasáttmála, tá forsetar
nir, Barack Obama og Dmitrij Medvedev, hittast í Moskva í næstu
viku. Alment hava stjórnirnar í Washington og Moskva ikki sagt
nakað um útlitini, men diplomatar vænta, at Obama og Medvedev
fara at semjast um at skerja kjarnorkuløðingarnar, so tey bæði
londini skulu hava minni enn 1.700 løðingar í part. Á fundinum í
Moskva skulu teir báðir forsetarnir eisini tosa um Afghanistan. Eitt
nú vil USA sleppa at flyta vápn og aðra hernaðarútgerð ígjøgnum
Russland til NATO-herdeildirnar í Afghanistan.
-Tað loysir ongar
trupulleikar at
skava eina millión
av her og eina aðra
har. Politikararnir
eiga heldur at seta
verkætlanir í gongd
fyri at fáa størri inn
tøkur, sigur Jógvan
Sundstein, fyrrverandi
løgtingsmaður,
landsstýrismaður og
fyrrverandi løgmaður
Búskapur
Árni Joensen
arni@sosialurin.fo
Tann politiska støðan í Før
oyum er ikki góð. Tað sigur
Jógvan Sunjdstein, fyrrver
andi løgtingsmaður, lands
stýrismaður og løgmaður,
við Rás2. Hann heldur lítið
um, at landsstýrið og sam
gongan sita og royna at
fylla ein kreppupakka við
at spara eitt sindur her og
eitt sindur har, tí eftir
hansara tykki er tann leiðin
fullkomiliga skeiv.
- Tað mest áleikandi er, at
peningastovnarnir
virka,
sum teir skulu, soleiðis at
vinnulívið og fólk annars
fáa normal umstøður, tá tað
snýr seg um at fáa fígging
til tað, teimum tørvar, sigur
Jógvan Sundstein. Hann er
samdur við eitt nú stjóranum
á Hagstovuni um, at politik
ararnir eiga at økja inn
tøkurnar heldur enn at spara
nakrar krónur á hvørjari
kontu á fíggjarlógini.
Kósavirkið
Eitt arbeiðspláss, sum sam
bært fyrrverandi løgmann
inum hevði munað tann
rætta vegin, er Kósavirkið í
Klaksvík. Tað hevur staðið
stilt í fleiri mánaðir, og
Jógvan Sundstein heldur, at
tað liggur ein stór ábyrgd á
Føroya Banka, sum eigur
virkið, at fáa tað aftur í
gongd.
- Tað ber ikki til, at ein
peningastovnur liggur og
bølir oman á einum so
stórum virki, sigur Jógvan
Sundstein.
Hann vísir á, at umframt
at skapa mong arbeiðspláss
hevði avgerðin at lata Kós
ina uppaftur økt kappingina
um fiskin, og tað hevði so
havt við sær, at fiskaprísurin
batnaði, so at fiskimenn og
útgerðarfeløg høvdu fingið
meiri burturúr og harvið
eisini samfelagið.
Arbeiðsskapandi
tiltøk
Jógvan Sundstein mælir eis
ini landsstýrinum og sam
gonguni til at fremja fleiri
av teimum stóru verkætlan
unum, sum eru klárar, so
arbeiðið verður til fleiri
hendur frameftir. Sum dømi
nevnir hann arbeiðið at
byggja flogvøllin í Vágum
út og tey ætlaðu røktarheim
ini í Havn, Klaksvík og
aðrastaðni. Og harafturar
heldur hann, at nú er tann
rætta løtan at fara undir
Skálafjarðartunnilin heldur
enn at bíða nøkur ár, til
búskapurin aftur er heitur.
- Slík stórarbeiði høvdu
forðað tí veksandi arbeiðs
loysinum, økt inntøkurnar
hjá landi og kommunum og
bøtt um javnvágina á fíggjar
lógini. Sjálvandi er tað
álvarssamt við eini 700
milliónum krónum í halli á
fíggjarlógini, men tað er
skilabetri at fáa tað burtur
við meirinntøkum heldur
enn við sparingum her og
har, tí tað hjálpir ikki, sigur
Jógvan Sundstein við Rás2.
Heldur størri virksemi enn fleiri sparingar
- Landsstýrið eigur at seta arbeiðir í gongd heldur enn at spara
eina millión her og eina har, sigur Jógvan Sundstein, fyyverandi
løgtingsmaður, landsstýrismaður og løgmaður
Tveir mans vóru í gjár
norðan fyri Mykines
við kalvalínu,
og fongurin var
tilsamans 12 kalvar,
sum vigaðu um 400
pund
KALVAVEIÐA
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Tað er nógv, sum bendir á,
at í hvussu er kalvin ikki er
heilt útdeyður um okkara
leiðir.
Í síðstu viku var ein
maður í Vágsbotni og seldi
kalva, og aftur í dag vóru
ikki færri enn tveir mans á
fiskatorginum í vágsbotni,
og teir seldu báðir kalva.
Vit fingu orðið á annan
teirra.
- Eg var sjálvur annar við
kalvalínu í gjár. Vit høvdu
14 línur við umleið 45
húkum á hvørjari, greiðir
maðurin frá.
Og fongurin var góður.
Teir báðir fingu ikki færri
enn
12
kalvar,
sum
tilsamans vigaðu um 400
pund. Hin størsti lá um 100
pund.
Veðrið var gott. Vit settu
nakað norður úr Pollinum í
Mykinesi,
sigur
kalvamaðurin.
Hann
fílist
tó
á
umstøðurnar á nýggja og at
síggja til fína fiskatorginum
í Vágsbotni.
- Tað er týðiligt, at tað er
onkur
arkitektur,
sum
stendur aftan fyri hetta.
Fyri tað fyrsta eru stabbarnir
gjørdir úr flísum, og fyri
tað næsta er eingin kantur
á. Tað merkir, at tú fyri tað
fyrsta ikki fær spulað uttan
at gera øll fólk vát, sum
standa rundan um teg, og
fyri tað næsta er tað nærum
ógjørligt at fáa kalvan at
liggja á kubbunum, sigur
kalvamaðurin.
Hann sigur, at tað heilt
klárt skuldi verið nýtt
rustfrítt stál í staðin fyri, og
so skuldi bæði kantur verið
á og rist í, so at tú kundi
ekkaleysur spula sølustaðið,
samstundis sum tær ikki
nýttist at óttast fyri, at
kalvin gleið niður á keiina.
Men saman um tikið
mundi kalvamaðurin kortini
vera nøgdur um dagin og
søluna, ið tóktist at ganga
sera væl.
Góð kalvaseta
Ein góður kalvadagur. 12
vóru teir í tali og vigaðu um
400 pund tilsamans
Mynd: Jens Kristian Vang