hósdagur 2. juli 2009síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 124 - 2. juli 2009
Týskvøldið hittust
seks fólk, sum hava
tað til felags, at tey
tóku realprógv fyri
70 árum síðan. - Fólk
í høgum aldri mugu
ikki bara seta seg
niður og einki gera,
sigur Jenny Fosaa
AFTURHVARV
Randi Jacobsen
randi@sosialurin.fo
Tað er vanligt, at fólk, sum
einaferð gingu í skúla sam
an
ella
konfirmeraðust
saman, hittast aftur aftaná
25, 30, 40 ella 50 ár.
Men færri munnu dømini
vera um floksfelagar, sum
hittast aftur 70 ár eftir, at
tey tóku prógv.
Tað gjørdu týskvøldið
seks fólk, sum í 1939 tóku
realprógv í Havn.
Vit vóru 27, sum tóku
realprógv tað árið, men tað
er sjálvsagt minkað buturav,
sigur Jenny Fosaa.
Hon hevur verið við allar
fýra ferðirnar, floksfelagar
hennara hava hitst aftur.
Tey kundu verið fleiri
hetta kvøldið, men tríggir
aðrir floksfelagar kundu av
ymiskum
orsøkum
ikki
koma við.
Hesaferð var tað Solveig
Hildebrandt, áður Soveig
Lava Olsen, sum tók stigið
at hittast aftur. Hon býr í
Danmark, hevði ringt til
Solveig Dam og boðaði frá,
at hon kom til Føroya sam
an við Foreningin Norden.
Týskvøldið hevði hon frí .
So hin Solveig at ringja
runt, og avtalað varð at hitt
ast á Hotel Hafnia til fiska
borð.
Nøkur av teimum seks
gomlu
floksfeløgunum
kennast meira ella minni.
Eg møti so ofta Jákup
Suna Jacobsen, og eg og
Solveig Dam hava gingið í
sama bindiklubba í yvir 50
ár, sigur Jenny Fosaa.
Floksfelagarnir
hittust
fyrstu ferð aftur 50 ár eftir,
at tey tóku prógv, aðru ferð
60 ár eftir, síðan eftir 65 ár,
og so nú.
Eg veit ikki, Poul Søren
sen sigur, at vit skulu hittast
aftur um fimm ár.
Góðir skúlaár
Jenny Fossá er ættað ur
Hoyvík, og tað var ein stór
broyting, tá ið hon fór oman
til Havnar í realskúla.
Skúlin hevði fyrst eitt
fyrireikingarár, síðan fýra
ár í millumskúla og til sein
ast real.
Men vit í Hoyvík fóru
ikki oman fyrr enn annað
árið í millumskúlanum, tí
vit skuldu gjalda fyri hitan i
realskúlanum, og góða lær
arinnan hja okkum í Hoyvir
heldt tað var ov kostnaðar
mikið og tí lærdi hon
okkum meira. Hon fór sjálv
at læra seg eingilskt bara
fyri at kunna undirvísa okk
um, sigur Jenny Fosaa.
Tann góða lærarinnan var
Sanna Olsen, ættað úr Nólsoy.
Tey fóru 17 gentur og 12
dreingir, sum tóku realprógv
í 1939. Gentur og dreingir
gingu í hvør sínum flokki.
Jenny Fosaa minnist væl
aftur á tíðina í realskúlanum
í Havn. Tey høvdu góðar lær
arar, men bestur av øllum
var Hans A. Djurhuus, sum
undirvísti teimum í før
oyskum, søgu og landalæru.
Hann var flokslærari hjá
okkum øll árini og fortaldi
eisini nógv, sum ikki stoð i
bókunum. Hann var so góð
ur við okkum.
Gott kvøld
Kvøldið á Hotel Hafnia
eydnaðist avbera væl, og
maturin var góður. Tey sótu
saman i næstan fýra tímar
og prátaðu um alt tað gamla.
Øll vóru rímiliga væl fyri,
hóast árini nú eru mong, 86
og 87 ár.
Tað finst einki eintýðugt
svar upp á spurningin,
hvussu tað eydnast at koma
so langt upp í árini og hava
tað so gott.
Virkin kona
Eg havi altíð gingið nógv,
og tað geri eg framvegis,
sjálvt um knøini ikki eru so
góð longur. Tað ræður um at
fara út millum fólk í staðin
fyri at seta seg niður og einki
gera. Børnini eru fimm, og
eg eigi fleiri ommubørn, so
eg hevði ikki havt stundir at
farið í Tilhaldið. Hvønn dag
á middegi havi eg døgurðan
á borðinum, tí ein ommu
sonur etur altíð døgurða her.
Eg bindi ofta upp á ommu
børnini, og eg havi eisini
broderað nógv. Eg dugi alt
til hendurnar, sigur Jenny
Fosaa.
Hon ger eisini nakað fyri
at halda lív í heilakyknun
um.
Eg loysi altíð krossorð, tí
tað er so góður heilafimleik
ur. Eg havi roynt meg við
sudoku, men eg vendi altíð
aftur til krossorðini, tí tey
dámar mær betur, sigur
Jenny Fosaa, sum klárar seg
væl heima sjálv.
Annars heldur hon tað
ikki vera verri, at ein ommu
dóttir býr í kjallaranum, og
onkur av børnunum ikki
búgva so langt frá.
Eg kundi ikki hugsað mær
at farið úr húsunum, ti tað er
so deiligt at búgva her mitt í
býnum og síggja nógv fólk,
sigur Jenny Fosaa.
Hittast aftur um fimm ár
Tey vóru væl fleiri, tá ið tey hittust fyri fimm árum síðan
Mynd: Ólavur Frederiksen
Gomlu gomlu floksfelagarnir hugnaðu sær væl saman týskvøldið. Frá vinstru: Solveig
Hildsbrandt (f. Lava Hansen), Jákup Suni Jacobsen, Jenny Fosaa (f. Simonsen), Solveig Dam (f.
Mørkøre Joensen, Poul Sørensen og Gudrun Rubeksen (Djurhuus)
Stjórnin missir veljarar
Var altingsval í Íslandi í dag, hevði stjórnarsamgongan mist
meirilutan. Ein nýggj meiningakanning hjá Gallup vísir, at teir
báðir stjórnarflokkarnir høvdu fingið 43 prosent av atkvøðun
um ímóti 52 prosentum á valinum herfyri. Hjá Samfylkingini
er talan um eina afturgongd úr 30 prosentum á valinum til 25
prosent nú, og Vinstrafylkingin, sum fekk 22 prosent á valin
um, hevði fingið 18 prosent nú. Sjálfstæðisflokkurin hevði
fingið 28 prosent, var val nú, og tað er fýra prosentstig meiri
enn á valinum. Framsóknarflokkurin hevði tó verið tann stóri
sigursharrin við 17 prosentum, og so stóra undirtøku hevur
flokkurin ikki havt síðani 2003.
Kalifornia í kreppu
Guvernørurin í Kalifornia, Arnold Schwarzenegger, hevur lýst
statin í fíggjarliga undantaksstøðu. Tað ber millum annað í sær,
at myndugleikarnir kunnu útskriva skuldarbrøv heldur enn at
rinda sínar rokningar. Sum er vanta 2,8 milliardir dollarar í tí
kaliforniska statskassanum, og tað hevur noytt myndugleikarnar
at seta fleiri sparitiltøk í verk. Eitt nú eru allar almennar skriv
stovur stongdar tríggjar fríggjadagar um mánaðin, og tey
235.000 starvsfólkini fáa ikki løn fyri teir tríggjar dagarnar.
Kalifornia hevði 24 milliardir dollarar í halli seinasta fíggjarár,
og Schwarzenegger og hinir politikararnir hava fingið 45 dagar
til at finna pengar til hallið, skrivar AP.