hósdagur 2. juli 2009síða 36
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
36
Nr. 124 - 2. juli 2009
F
rants Restorff var fødd
ur 12/4 1870 og doypt
ur í Havnar kirkju 28/5
1870. Hann giftist í mai
mánaða 1906 við Jolinu
Mariu Heinesen, bónda
dóttir úr Bø fødd 11/5
1871, deyð 9/11-1961.
Jolina Maria var systir
Zacharias Heinesen, sum
var giftur við systir Frants,
Carolinu Heinesen,
mammu William.
Sum 14 ára gamal kom
Frants í bakaralæru hjá
abbanum M.C.Restorff,
sum hevði bakarí við Áar
vegin, har hotel Hafnia er í
dag. Hann hevur ynskt sær
størri avbjóðingar, og fór
hann tí 15 ára gamal til
Keypmannahavn, har hann
kom í bakaralæru hjá hof
bakaranum Olsen & Søn í
Keypmannahavn.
Hetta var tá ein stór og
kend bakarafyritøka, sum
hevði gott orð á sær. Frants
hevur uttan iva fingið góð
skrivað lærutíðina hjá
abbanum í Havn, tí læru
tíðin í Keypmannahavn var
ikki drúgv, einans tvey ár.
Bakaralæran í Keyp
mannahavn seinast í 19.
øld setti stór krøv til lær
lingarnar. Byrjað var á
morgni kl. 6. Tað fyrsta,
teir skuldu gera, var at gera
klárt til at baka rugbreyð
og so at høgga brenni og
kynda í bakaraovninum. Tá
ið hetta var fingið frá hond
ini, var vanliga ein matar
steðgur, áðrenn sópast
skuldi í ovninum, eins og
plátur og annað skuldi
vaskast.
Tað mest vanliga var, at
millum kl. 15 og kl. 18
skuldu lærlingarnir sova,
og kl. 18 var so aftur farið
til arbeiðis. Tá var ofta
arbeitt út í eitt til kl. 3 á
morgni. Eisini var tað
vanligt, at lærlingarnir
búðu hjá meistaranum.
Kortini mugu vit roknað
við, at umstøðurnar hjá
Frants hava verið munandi
betri enn hetta. Hofbager
Olsen og Søn hevur verið
ein av teimum frægu bak
arunum í Keypmannahavn.
Kokkur hjá siamesiska
konginum
Frants tók sveinabræv
20/9-1888, 17 ára gamal.
Hann fór heimaftur at
starvast sum bakari hjá
abbanum M.C.Restorff.
Eftir eina tíð leitaði hann
aftur til Keypmannahavnar
og fekk útbúgving sum
kokkur og kondittari.
Í 1892 vitjaði Chulalong
korn kongur í Siam (nú
Thailand) Danmark við
kongaskipi sínum „Maka
chakakri.“ Hetta var nakað
um somu tíð, sum Frants
var útlærdur kondittari og
kokkur. Táið kongurin
søkti eftir einum útlærdum
kokki at koma umborð á
kongaskip sítt, beyð Frants
Restorff seg fram og fekk
hetta starv.
Seinni gjørdist Frants
høvuðskokkur hjá kongin
um og fór við honum og
skipi hansara til Siam, har
hann starvaðist umborð á
kongaskipinum og eisini á
slottinum hjá honum.
Frants ferðaðist eisini
runt við konginum á hans
ara mongu ferðunum. Tann
19/12 1893 stóð hann fyri
eini jólaveitslu, har borð
reitt var fyri 700 gestum.
Frá Siam kom Frants aftur
til Europa. Tá var hann
kokkur við einum norskum
fullriggara Solveig, sum
kom til Queenstown í Írlandi
tann 26/1 1895.
Kokkur í Nicaragua
Tá mynstraði hann av og
fór til Keypmannahavnar.
Frá Larsens Plássi fór
Frants beinleiðis við ferða
mannaskipinum Heklu um
Kristianiu til New York.
Frá New York gekk leiðin
víðari til New Orleans og
so víðari til Nicaragua, har
mammubeiggi hansara
Frants Jacobsen, var leiðari
fyri eini størri viðalund og
planturíki. Hann gjørdist
kokkur hjá teimum. Greitt
verður nærri frá mamma
beiggjanum og hansara lívi
í Nicaragua í ólavsøku
blaðnum hjá Sosialinum.
Har var Frants so eina
tíð, til hann aftur fór út at
sigla í langfart.
Heim at baka
Táið pápi hansara, Andreas
William Restorff, doyði í
1898, kom Frants heim
aftur til Føroyar. Hann byrj
ar sítt egna bakaravirki í
heiminum á Skálatrøð í
mars 1902. Hetta er har
PE-handilin í Sigmundar
gøtu er nú.
Í 1903 keypir Frants eitt
grundstykki á horninum
Sverrisgøta/Tórsgøta.
Sverrisgøta var uppruna
liga nevnd “Nyvej”, men
seinni hevur gøtan manna
millum verið nevnd
“Fransabrekka.”
Á hesum grundstykki
bygdi Frants sethús við
bakarí í kjallaranum, og í
1911 verður bakaríið flutt
av Skálatrøð heim í Sverris
gøtu. Árið eftir verður so
sølubúð bygd í samband
við bakaríið.
Ta fyrstu tíðina vóru
bara lýsilampur í bakarín
um, og var tað tí eitt stórt
framstig, tá farið var at
brúka oljulampur í staðin,
eins og tá tað seinni var
farið undir at brenna kol í
staðin fyri torv.
Undir fyrra heimskrígn
um frá 1914 til 1918 vóru
flestu vørur skamtaðar sum
til dømis mjøl og sukur. Til
tíðir var ikki møguligt at
fáa ger og feitt. Tá so var,
vóru einans breyð bakaði.
Táið ger ikki kundi
keypast mátti tað framleið
ast í bakarínum. Eplaflus
varð kókað saman við
humlu, sum tey kundu fáa
frá gomlu Amaliu Rubek
sen, sum bryggjaði øl fyri
handilin hjá M.C. Restorff
í Vágsbotni.
Alla ta fyrstu tíðina varð
alt arbeiðið gjørt við hond.
Bakaríið fekk skjótt eina
breyðsproytu, sum tó
skuldi vindast við hond,
men deiggið varð knoðað
við hond og so koyrt í
maskinuna.
Bóru mjølið úr Sanda
gerði heim í bakaríið
Var onki mjøl var í staðin
keypt korn, sum ta fyrstu
tíðina var malið úti í Sanda
gerði, har “Madsa-Jógvan”
hevði eina myllu, sum stóð
undir fossinum omanfyri
vegin út á Argir. Sjálvur
búði hann í einum gomlum
húsum í Sandagerði, vestan
fyri próstagarðin.
Tað mest vanliga var, at
kornið var koyrt við hesta
vagni út í Sandagerð. Men
tá tað ikki altíð lá so væl fyri
at fáa tað koyrt, kom tað
meiri enn so fyri, at mjøl
sekkirnir vóru bornir úr
Sandagerði heim í bakaríið.
Tá mátti góður ryggur og
sterkur kroppur leggjast til.
Seinni var so kornið
malið í eini myllu, har sum
Mylnugøta er í dag, nakað
frammanfyri Sjómans
heimið.
Tað var heldur ikki altíð
Frants Restorff var kokkur
hjá konginum í Siam
Øll minnast Frants Restorff frá bakarínum og útsøluni, sum var í Fransabrekkuni í Havn. Men sum so
nógvir aðrir Restorffarar hevði Frants eisini eitt meira spennandi lív enn vit kunnu ímynda okkum
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
Frants Restorff og konan Joline Heinesen, nevnd Lina
Familjan hjá Frants Restorff, frá vinstru Tórleif, Lina, Egil, Frants og Sofía Helena, aftanfyri til
vinstru siggjast húsini hjá Herluf Arnason og handilin hjá P/f Mariu Poulsen og til høgru sæst
meiðaríið
Egil Restorff var ein
fróðarmaður
BAGERMESTER
FRANTS RESTORFF
F. 12. APRIL 1871
D. 15. AUGUST 1933
LINA RESTORFF
F. HEINESEN
F. 11. MAJ 1881
D. 9. NOVEMBER 1961