hósdagur 2. juli 2009síða 38
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
38
Nr. 124 - 2. juli 2009
tíðindi
Jóansøku
festivalur 09
Steintóra Gleðisheygg
Joensen
Fyrsta navnið er ikki bein
leiðis nakað, vit vanliga
síggja í Føroyum. Fólka
dansarar úr Danmørk løgdu
út, men synd er at siga, at
tað um hetta mundið vóru
nógvir áhoyrarar – ella
hyggjarar – sum vit eisini
kunnu nevna tað. Àftaná
dansararnar trinu ávikavíst
Martin Joensen og DJ
Flemse á pall. Teir spældu
nøkur løg, men enn var
einki lív í áhoyrarafjøldini.
Møguliga ein ábending til
fyrireikararnar um, at festi
valurin byrjaði í fyrra lag
ið.
Eftir hetta komu tær
fimm ungu genturnar, sum
manna bólkin Faroe 5 á
pallin. Tær pimpaðu festi
valin eittsindur upp við
teirra løttu poppløgum og
teirra altíð fríska lyndi. Tær
spældu løg av teirra nýggj
astu fløgu, og sum heild var
framførslan góð.
Nú trein so Jens Marni á
pallin í sonnum Bon Jovi
stíli. Ì sólbrillum, væl upp
lagdur
og
við
einari
serstakari rokk-rødd, spældi
hann saman við bólkinum
Faktor 4 løg av fløgu síni,
The Right Way, ið kom út
seinasta ár og samstundis
tók Føroyar við stormi.
Eittsindur meira av áoyrar
um høvdu nú leitað sær
oman á keiina ein túr og ein
byrjaði so smátt at koma í
góðan
hýr.
Framførslan
vann sær sess ímillum tær
bestu hetta vakra summar
kvøldið, men eftir mínum
tykki skuldu teir spælt
seinni um kvøldið, tí Jens
Marni er góður til at stytta
einum stundir, meiri fólk
høvdu verið og meiri lív
hevði verið í.
Av lokalari styrki høvdu
Guðrun Sólja Jacobsen og
Brandur Enni, sum útisetar,
eisini leitað sær heim. á
Jóansøku, og her komu tón
leikadygdirnar hjá tvøra
fólkunum eisini til sín rætt.
Guðrun spældi við sínum
bólki
nøkur
kend
løg,
meðan Brandur bert spældi
egin løg. Brandur hevur
ment seg nógv sum tón
leikara hesi árini hann
hevur gingið í tónleikaskúla
í Svøríki, og stuttligt er at
hoyra og síggja hvussu
hann enn mennist og hvussu
væl tað liggur fyri hjá
honum at framføra. Eins og
seinasta
jóansøkufestival
hevði hann, umframt tón
leikarar,
stórabeiggjan
Trónd Enni, við á pallin, og
enn einaferð prógvaðu teir,
at saman eru teir ein góður
coktail.
Lena og Niclas komu
eftir hetta á pallin. Tey vóru
ímillum mest royndu tón
leikarunum hetta kvøldið,
og tað er altíð gaman at
hoyra yndisligu røddina hjá
Lenu. Tað sum eyðkennir
teirra framførslur, var eisini
eyðkenni á hesari: stilt og
róligt, góð løg og ein altíð
vælsyngjandi Lena.
Tá Lena og Niclas vóru
sloppin av við tað tey høvdu
uppá hjarta, var tíð til
Crawling Blue. Hetta var
ein av teimum bólkunum
sum eg persónliga, hevði
glett meg til, tí teirra nýggj
asta útgáva, The Well, hevur
fingið
góð
ummæli.
Bólkurin, sum er mannaður
av Brandi Jacobsen, Eyðuni
Johannesen, Òla Olsen og
Una R. Debes, fyltu festi
valøkið við góðum og
nýggjum
blues
tónum.
Framførslan við Una R.
Debes á odda var sann
førandi og nú vit vóru
komin longur út á kvøldi
vóru rættiliga nógv fólk
komin saman á økinum.
Umframt góðu blues tón
arnar frá Crawling Blue, so
var Froðbiar Sóknar Blues
Orkestur eisini við á festi
valinum.
Hóast
tað
í
Suðuroy er stórur munur á
at búgva í Froðba og at
búgva á Tvøroyri; so kann
man
eisini
kallað
teir
rættiliga lokalir, og vóru
teir hugnaligir, sjálvt um
teir ikki spældu eins ný
skapandi tónleik eins og
Crawling Blue.
Nú var eisini tíð til at
hoyra teir seinastu bólkarnar
– sum eisini vóru teir, ið
fjøldin gleddi seg mest til.
Páll Finnur Páll, við teirra
provokerandi, stuttligu og
fangandi løgum, settu festi
valin av álvara í gongd.
Hóast tað tá kann tykjast at
vera í seinra lagið at fáa lív
í áhoyrararnar – so gjørdu
teir tað SO sannførandi,
sum
eingin
annar
tað
kvøldið. Tað lá, sum altíð,
væl fyri hjá teimum, og ung
sum eldri hugnaðu sær
saman. Eingin ivi er í, at
áttu teir bestu framførsluna
á ársins jóansøkufestivali.
Tá ið Páll Finnur Páll
høvdu
megnað
at
fáa
fjøldina upp á kók, var klárt
hjá Terja Rasmussen at
takað yvir, og samstundis at
halda
fjøldini
koyrandi.
Hetta
eydnaðist
honum
væl, og hugagóður spældi
hann teir góðu og gomlu
slagararnir. Klokkan var
farin av miðnátt tá ið Terji
var noyddur til at enda
framførsluna – allarhelst
bæði ímóti sínum og okkara
vilja. Miðnáttarrøðan seink
aði
framførsluna
hjá
Frændum, og vóru teir tí
nógv seinkaðir á pallin.
Klokkan var farin av 01.00
tá ið teir komu á pall, men
tá ið teir endiliga komu,
góvu teir okkum eisini tað
vit vilja hava, tá ið vit fara á
festival; nemliga, undirhald.
Tað var allarhelst eisini um
hetta mundi, at flest fólk
vóru komin oman á keiina
og eins og við løgunum hjá
Páll Finnur Páll og Terja,
kundi fjøldin syngja við, og
er hetta altíð stuttligari.
Frændur vóru á pallinum í
ein tíma, men eg haldi at vit
kunnu koma ásamt um, at
vit kundu lurta eftir teimum
alla náttina.
Sum heild var festivalurin
væl eydnaður, og tað var
ikki nógv at seta fingurin á.
Um eg skal finnast at
nøkrum, so var tað eittsindur
spell at skráin fyri bólk
aranar ikki stóð uppsligin
nakrastaðni, tí eingin visti
rættiliga nakað um, nær teir
ymisku bólkarnar skuldu
spæla, og við einari so
fjølbroyttari skrá – er hetta
neyðugt, tí øll vilja ongantíð
hoyra alt.
Veðrið var gott, fólkini
vóru
glað,
og
jóan
søkufestivalurin hevur av
álvara sett sín dám á jóan
søkuna – hetta má avgjørt
vera
eitt
afturvendandi
tiltak, tí uttan festivalin
hevði jóansøkan ikki havt
hesa sjarmuna.
(Myndir; Jens Kristian Vang, Øssur
Mørk – Lagt tilrættis; D.Olsen)
(Sí eisini myndatema á portal.fo)
Jóansøku-
festivalurin ’09
Saman við tí fantastiska veðrinum og teimum 13
bólkunum á ársins jóansøkufestivali, var lagt upp til
ein feitt kvøld á keiini á Tvøroyri. Eins og undanfarnu
ár, var festivalurin merktur av bæði lokalum, fesk
um og meira royndum tónleikarum, samstundis
høvdu fyriskiparirnir í ár valt, ikki at hava útlendsk
høvuðsnøvn; men í staðin dúva upp á okkara egnu.