fríggjadagur 3. juli 2009síða 19
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 3. juli 2009 – Nr. 125 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 3
jakup@sosialurin.fo
Jákup Mørk
Eftir at hava tikið øll á bóli í liðkapp
ingini, hava føroysku badminton
spælararnir hildið flotta stílinum.
Mikudagin vunnu Aksel H.
Poulsen og Sigrun Smith seg í
hálvfinalurnar í einmansleiki, og í
gjár gjørdu bæði mans og kvinnu
doublan tað sama.
Hjá monnum spældu Aksel
Poulsen og Bjartur Lamhauge seg í
finaluna, har teir skulu spæla móti
sama grønlendska parinum, sum
stóð hinumegin netið í liðkapp
ingini. Og hjá kvinnum verða
føroysku umboðini Guðri Poulsen
og Sigrun Smith.
Rimmar finaludagur
Og so er lagt upp til rimmar
finaludag leygardagin. Tá spæla
einstaklingar hálvfinalu og finalu,
meðan tað bert er finaludystur á
skránni í tvímansleiki.
Umframt gullið í liðkappingini
hava føroysku spælararnir soleiðis
longu nú tryggjað sær fýra
heiðursmerki, og framvegis er
møguleiki at fáa eitt mixpar í
finaluna. Tað verður avgjørt í dag,
og eru vónirnar serliga stórar til
Absalon Eysturoy og Sigrun Smith.
Sláa alla
mótstøðu niður
Jógvan og
Hilmar Jan í
høllini
Endabresturin á Oyggja
leikunum verður leygardagin,
og á Rás2 er ætlanin at seta
eitt ordiligt punktum fyri
leikunum.
Við føroyskum eygum er
lagt upp til rimmar brak í
Vikingahallen, har badminton
verður spælt, og frá klokkan 7
leygarmorgunin setir Rás2
fokus á dystirnar.
Fyri fyrstu ferð á leikunum
verða Jógvan Arge og Hilmar
Jan Hansen paraðir, soleiðis at
teir báðir koma at siga frá
finalunum.
Badminton hevur staðið
seg framúr væl á leikunum,
har tey longu hava vunnið eitt
gullmerki, umframt tey heið
urs merki, sum fara at spyrjast
burtur úr finaludegnum. Og tá
ein ítróttargrein markerar seg
somikið væl, so halda vit
avgjørt, at vit mugu svara aftur
við at senda okkara bestu
frásøgufólk á staðið, sigur
Eyðun Klakstein, sum stjórnar
fyri útvarpspartinum á
redaktiónini í Marienhamn.
-mørk
Menn
Aksel H. Poulsen/Bjartur
Lamhauge, í finaluni
Absalon Eysturoy/Rógvi Poul
Poulsen, taptu 1/8finalu
Kvinnur
Sigrun Smith/Guðri Poulsen, í
finaluni
Bryndhild D. Carlsson/Rannvá
D. Carlsson, taptu 1/4finalu
FAKTA
Aksel H. Poulsen og
Bjartur Lamhauge
vunnu á grønlendsku
finalumótstøðuni, tá
Føroyar týsdagin vunnu
gull í badminton
Mynd: Álvur Haraldsen
Finaludagurin í badminton fær føroyska luttøku, so tað
forslær. Hósdagin spældu bæði mans- og kvinnudoublan
seg í finaluna
Útisetar trupult við at manna lið
Tað hevur vakt ans niðri, at ÍF Føroyar skal møta AB í donsku steypakappingini.
Danska fótbóltsheimasíðan bold.dk hevur tosað við Una L. Hansen, sum hevur
ábyrgdina av næst og triðbesta liðnum hjá ÍF Føroyum. Hann hevur greitt
heimasíðuni frá, at tað verður ógvuliga trupult hjá ÍF Føroyum at manna lið til
dystin, sum er settur at vera 13. august. Hetta hóast dysturin í móti fyrrverandi
felagnum hjá Christian Høgna Jacobsen, er nógv tann størsti avbjóðingin, ÍF
Føroyar nakrantíð hevur staðið yvir fyri. Augustmánaður er feriutíð hjá flestu
av leikarunum hjá ÍF Føroyum, sum tískil eru heima í Føroyum um tað mundi,
dysturin móti AB skal spælast.
Owen til United
Tað sum fyri nøkrum árum síðani tóktist fullkomiliga
óhugsandi, kann gerast veruleiki. Manchester United og
Michael Owen skriva møguliga undir sáttmála. Heimasíðan
bold.dk endurgevur enskar fjølmiðlar fyri at siga, at
Manchester United hvørki vil vátta ella avsanna
leysasøgurnar. Sambært sjónvarpsrásini BBC skal Michael
Owen møguliga kannast av læknum longu í dag, soleiðis at
hann skjótast gjørligt kann loysa Carlos Tevez av, sum eftir
øllum at døma er á veg úr Manchester United.