fríggjadagur 3. juli 2009síða 26
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 3. juli 2009 – Nr. 125
- Tað eru 30 ár síðan,
at vit dugdu at spæla
fótbólt. Men hóast tað,
vilja vit vinna hvørjaferð.
Tað er ikki bara stuttleiki
í so máta, sigur Alan
Kennedy, sum í annað
kvøld skal royna seg móti
fyrrverandi føroyskum
landsliðskempum
uni@sosialurin.fo
Uni Holm
Johannesen
- It is Kennedy coming forward. If
you dare to watch. If Alan Kennedy,
who has already scored a winner in
European Cup Final in Paris in 1981
against Real Madrid – if he scores it
is all over. And here he comes. And
Liverpool are European
Champions!
Tað situr framvegis púra fast í
høvdinum á fleiri Liverpool-
fjepparum. Ógloymandi løtan í mai
1984, tá Alan Kennedy fyri aðru ferð
átti avgerandi orðið í einu Evropa
Cup finalu. Hann var fullkomiliga
tryggur, tá hann í
brotsparkskappingini móti AC
Roma sendi bóltin í vinstra
málhorn, meðan málverjin tveitti
seg til høgru.
- Tað er sera sjáldan, at eg havi
verið undir so stórum trýsti. Eg visti
bara, at bólturin skuldi framvið
málverjanum, og inn í málið. Alt
annað hevði einki at siga júst tá.
Meðan eg rann til bóltin hevði eg
onga hóming av, hvar bólturin
skuldi. Tað var ikki fyrr enn í
seinastu løtu, at eg gjørdi av, at
bólturin skuldi sparkast til vinstru.
So var alt burtur. At eg so síðan
stóð fyri einu tí tápuligastu
málfagnaðinum í søguni, má eg
bara taka við.
Tað eru nú 25 ár síðan, at 55 ára
gamli Alan Kennedy var í hæddini á
sínari yrkisleið. Nú stendur hann á
ovari vølli í Gundadali, har hann
minnist aftur á eina yrkisleið, sum
framvegis ikki hevur fingið sín
enda. Leygarkvøldið skal hann eina
ferð enn spæla í reyðu Liverpool-
troyggjuni, tá hann fyri fyrstu ferð
skal royna seg á føroyskum grasi.
Eg hevði verið við
Við avgerandi málunum í Evropa
Cup finalunum í bæði 1981 og
1984, skeyt Alan Kennedy seg beint
í hjørtuni á øllum Liverpool-
fjepparum kring heimin. Tað er fyrst
og fremst tí, at onglendingurin í
dag eigur pláss millum Liverpool
legendurnar. Men tað er ikki einasta
orsøkin, sambært honum sjálvum.
- Eg hevði framvegis verið í
Føroyum í dag, um eg ikki hevði
skotið hasi málini. Eg var eingin
gáva til fótbóltin. Men eg stríddist
fyri hvørjum bólti í hvørjum dysti.
Soleiðis noyddist eg at løna
felagnum aftur, sigur Alan Kennedy,
sum flestu árini á hægsta stigi var
vongverji í vinstru.
Seinnu árini hevur Kennedy
roynt seg sum venjara hjá fleiri
ungdómum kring heimin,
samstundis sum hann hevur verið
viðmerkari hjá fleiri enskum
miðlum.
Spæla fyri at vinna
Alan Kennedy ferðast í hesum
døgum í Skandinavia við fleiri
fyrrverandi Liverpool legendum. Á
skránni eru fleiri dystir, har
áskoðarar fáa høvi at síggja
Liverpool Legends á vølli. Og
leygarkvøldið bíða fyrrverandi
føroyskar landsliðskempur teimum.
- Tað eru 30 ár síðan, at vit dugdu
at spæla fótbólt. Men hóast tað,
vilja vit vinna hvørjaferð. Tað er ikki
bara stuttleiki í so máta. Vit vita sera
lítið um føroyska liðið, men um eg
skal taka støðið í ungdóminum,
sum hevur vant her í vikuni, so
verður dysturin torførur. Vit vilja
altíð, at áskoðararnir hugna sær, og
vónandi verður talan um undirhald,
málmøguleikar og fleiri mál
leygarkvøldið, sigur Alan Kennedy.
Men hvør avgerð, um tú eigur
pláss millum fyrrverandi Liverpool
legendurnar?
- Um tú er áhugaður, sigur tú
bara frá. Einasta treytin er, at tú
hevur spælt við Liverpool. Men tað
er eisini soleiðis, at vit spyrja okkum
fyri. Millum annað er tað okkara
vón, at Robbie Fowler kemur við
næstuferð. Sami Hyypia er kanska
eisini áhugaður, greiðir Alan
Kennedy frá.
Onglendingurin skifti í 1978 til
Liverpool frá Newcastle. Hann
umboðaði felagið í sjey ár.
Væl nøgdur
Alan Kennedy hevur seinastu
dagarnar verið í Gundadali og lagt
ágrýtnum føroyskum ungdómum
lag á. Tað er í samband við
fótbóltsskúlan hjá Liverpool, at
onglendingurin hevur vant við
børnum úr høvuðsstaðnum,
Sundalagnum, Vágum, Eysturoynni,
Klaksvík og Suðuroynni. Og tí er
nærliggjandi at spyrja, um nakar
komandi Liverpool-leikari er í
Gundadali í hesum døgum.
- Tað er sera torført at siga. Eg eri
sera bilsin um umstøðurnar, sum tit
hava. Nú havi eg verið venjari hjá
teimum 10 ára gomlu, og teir
standa einki aftanfyri børn í øðrum
londum. Bóltførleikin er framúr.
Dreingirnir eru sera ágrýtnir og
treiskir, og tað hevur verið ein fragd
at verið venjari. Um teir veruliga
vilja, kunnu fleiri hava eina bjarta
fótbóltsframtíð, staðfestir 54 ára
gamli Alan Kennedy.
Navn: Alan Kennedy
Føddur: 31. august, 1954
Føðistaður: Sunderland
Tjóðskapur: Ongland
Landsdystir: Tveir
Áður umboðað:
1972-1978: Newcastle United
1978-1985: Liverpool
1985-1987: Sunderland
1987: Beerschot
1987: Hartlepool United
1987: Grantham Town
1987-1988: Wigan Atlhetic
1988-1990: Colne Dynamoes
1990-1991: Wrexham
FAKTA
Eg var
eingin
gáva til
fótbóltin
Ciewlewicz til Wrexham
Adrian Ciewlewicz, sum hevði sína fótbóltsuppaling í
Vági, skal nú spæla við Wrexham í fimtu bestu deildini í
Onglandi. Tað skrivar heimasíðan hjá felagnum.
Ciewlewicz hevur seinatu tvey árini verið knýttur at
ungdómsdeildini hjá Manchester City. Felagið hevur
seinasta árið keypt fleiri nýggjar leikarar í eini roynd at
vinna gull alt fyri eitt. Tískil er møguleikin hjá yngru
leikarunum at sleppa á besta liðið sera lítil í løtuni, og tí
hevur Ciewlewicz valt hesa loysina, skrivar heimasíðan
hjá Wrexham.
Nú kanst tú spæla við Liverpool
Í sambandi við dystin millum Føroyar Legends og Liverpool Legends, sum
verður leiktur á Tórsvølli leygarkvøldið, skipar Rás 2 fyri stórari SMS-
kapping. Høvuðsvinningurin er eitt “moment of fame”, har tú kann vinna
tær eitt pláss á liðnum hjá annað hvørt Liverpool-legendunum ella
føroyska landsliðnum.
Tað einasta tú skal gera er, at sms’a “ras2 liverpool” til 1940, og tú er við í
kappingini.
Eisini verður drigið um tvey atgongumerki til dystin og til galladøgurðan
eftir dystin.