Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-03, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. juli 2009síða 27

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 3. juli 2009 – Nr. 125 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 11 Global Games í Kekkia Global Games, sum er ein kapping fyri menningartarnað, verður í døgunum frá 5. til 13. juli. Global Games er ein samansjóðing av VM í ymsum ítróttum, og fara luttakandi íðkararnir at luttaka í frælsum ítrótti, súkkling, kurvabólti, innandurða fótbólti, svimjing, borðtennis, tennis, judo og innandurða rógving. Ragnvaldur Jensen og Kristian Martin Garðalíð umboða Føroyar í ávikavist svimjing og frælsum ítrótti. Ragnvaldur Jensen hevur áður luttikið í kappingum, har hann hevur staðið seg væl millum heimsins bestu svimjarar við menningartarni. Símun tapti á Malta Símun Samuelsen og liðfelagarnir úr Keflavík royndu seg í gjár í fyrsta umfari av Europe League. Íslendingarnir vóru á vitjan á Malta, har heimaliðið Valetta FC vann 3-0. Símun Samuelsen spældi allan dystin á miðvøllinum, men tað hjálpti ikki stórvegis. Keflavík hevur tískil av álvara ryggin móti múrinum undan seinna dystinum, sum verður leiktur í Íslandi í komandi viku. Jóan Karl Joensen rann seg í finaluna í kappingini á 1500 metrum, og hann var væl nøgdur við tað. Í finaluni megnaði hann ikki at fylgja teimum skjótu monnunum Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo 22 ára gamli Jóan Karl Joensen rann eina góða innleiðandi kapping á 1500 metrum í gjár. 21 rennarar vóru við í kappingini, og 12 av rennarunum kundu renna seg í finaluna. Kappast varð í tveimum innleiðandi kappingum, og Jóan Karl Joensen var við í seinnu renningini. Jóan Karl hevði lagt eina ætlan fyri, hvussu hann skuldi renna sína kapping, og tað megnaði hann heilt væl. Jóan Karl rann í tíðini 4.15,90, og hann endaði sum nummar 6 í sínari kapping. Tað var nóg mikið til at koma í finaluna, sum varð runnin fyrrapartin. Í finaluni rann Jóan Karl á mál sum nummar 10 av 12 rennarum við tíðini, 4.17,68. Og tað var eitt avrik, sum kollfirðingurin ikki var nøgdur við. - Hatta var ikki gott. Eg var eitt sindur troyttur í beinunum frá í gjár, og eg legði nokk ov hart út. Og tí orkaði eg als ikki nóg væl, tá eg rann seinasta pettið, segði Jóan Karl, tá hann var komin á mál. Rebekka var troytt Rebekka Fuglø rann innleiðandi kapping á 800 metrum í gjár, men tað gekk ikki so væl hjá henni, sum tað kundi gingið. - Eg var eitt sindur troytt áðrenn kappingina, so eg rann ikki so skjótt, sum eg kundi, segði Rebekka Fuglø eftir kappingina. Rebekka Fuglø gjørdist nummar 12 í innleiðandi kappingini við 2:25,67 og kom ikki víðari til finaluna Jóan Karl gjørdi eitt sprell