Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-03, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. juli 2009síða 28

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 3. juli 2009 – Nr. 125 Ein partur av oyggjaleika tilbúgv ingini hjá álendsku vertunum er so nevnda Game Street. Í miðbýnum í Mariehamn er stórt øki avlagt til oyggjaleikir, og við mat­ sølubúðum, undir haldi, livandi tónleiki og disko teki verður syrgt fyri, at gestirnir altíð kunnu finna sær onkra dagd vølju, um hugurin er til tað. Hóskvøldið yvirtóku føroyingar tó Game Street. Guðrun Gudmund sen, sum býr í Álandi, og sum er guide hjá føroyska ferðalagnum á ferð ini, tók stig til at savna eina rúgvu av føroysku luttakarunum, og um vegis SMS­boð varð boð skapurin skjótt sendur runt Áland. Klokkan 21 yvirtóku føroyingarnir so ein part av Game Street, og so var før­ oyskur dansur, felagssangur og annars bara hugni á skránni næstu góðu løtuna. Myndamaður okkara, Álvur Harald sen, legði leiðina framvið, og vit læta bara myndirnar tala fyri seg. -mørk Føroyadagur á Game Street Neistin fingið byggiloyvið Neistin skrivar á heimasíðu síni, at Tórshavnar kommuna hevur givið felagnum byggiloyvið til nýggju høllina við Landavegin. Í fyrsta umfari er talan um eitt útgravingarloyvi, so Neistin kann gera økið byggiklárt. Nú fer ein bólkur frá felagnum at viðgera tilboð, meðan øll loyvi í samband við høllina skulu fáast í lag. Talan er um brunaloyvi og onnur loyvi, sum krevjast til tessa at fáa endaligt byggiloyvi. Hesir umboða Føroyar Tað er nú greitt, hvørjir verða við á føroyska liðnum, sum í annað kvøld skal spæla móti Liverpool Legends á Tórsvølli. Teir, ið umboða Føroyar verða hesir: Jens Martin Knudsen, Kaj Leo Johannesen, Abraham Løkin, Jóannes Jacobsen, Kári Reynheim, Eyðfinn Lamhauge, Eirikur Rasmussen, Kristian Petersen, Jógvan Martin Olsen, Mikkjal Danielsen, Ásmund Nolsøe, Henrik Thomsen, Hans Leo í Bartalstovu, Jens Kristian Hansen, Gunnar Mohr, Jan Dam, Magni Jarnskor og Óli Johannesen.