fríggjadagur 3. juli 2009síða 30
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 3. juli 2009 – Nr. 125
Mikkjal Thomassen,
venjari hjá B36, var bæði
errin og harmur um úrslitið
í Georgia í gjár. Hann
staðfestir, at hópurin er
bjartskygdur undan seinna
dystinum
uni@sosialurin.fo
Uni Holm
Johannesen
B36 skal í øllum førum skjóta tvey
mál á ovari vølli í Gundadali í
komandi viku, um felagið skal vinna
seg í annað umfar í Europe League.
Tað varð greitt seinnapartin í gjár,
tá liðið legði rygg til 2-0 tap á
útivølli móti Olimpi Rustavi úr
Georgia.
Vóru væl við
Hitastigini vóru 27 í tali, tá B36
skuldi royna at tryggja sær eitt
nøktandi útgangsstøðið undan
seinna dystinum. Og tað sá bjart út
til tveir minuttir restaðu í.
Tá økti Georgi Megreladze til 2-0
eftir skjótálop, og fortreytirnar hjá
føroyska árstalsfelagnum gjørdust
væl truplari.
- Eg eri ikki nøgdur. Eg eri errin av
avrikinum, men harmur um úrslitið.
Í verjupartinum eru vit sera ansnir,
har serliga Odmar Færø og Herbert
í Lon Jacobsen standa seg væl. Men
vit eru framvegis bjartskygdir og
eru til reiðar til seinna dystin,
greiðir Mikkjal Thomassen, venjari,
frá.
Heimaliðið legði seg á odda
longu eftir tíggju minuttum.
Málskjútti var Georgi Megreladze.
Ellingsgaard var nær við
Við einum verjukendum
útgangsstøði smæddist føroysku
gestirnir ikki burtur í nógva
hitanum. Olimpi Rustavi legði
ongantíð B36 undir veruligt trýst,
og møguleikarnir vóru fáir í tali.
- Talan var als ikki um einvegis
ferðslu. Jóan Pauli Dahl Jakobsen
hevði bara eina veruliga bjarging í
øllum dystinum. Tað var eisini
stuttligt at síggja, hvussu
ørkymlaður venjarin hjá teimum
var, sigur Mikkjal Thomassen.
Størsta møguleikan hjá B36 átti
Johan Ellingsgaard, sum spældi
vongverji í høgru. Hann hevði skapt
sær pláss í brotsteiginum hjá
heimaliðnum, tá Bergur Midjord
sendi bóltin fyri føturnar á honum.
Men Ellingsgaard misnýtti, tá hann
var einsamallur við málverjan.
- Tað var møguleikin. Ungu
menninir vóru ágrýtnir og vístu
dirvið, og tað er týdningarmikið í
altjóða dystum. Tað var torført av
álvara at seta ferð á í nógva
hitanum, sum eisini var til ampa fyri
heimaliðið. Men eg eri errin av
mínum leikarum.
Men Mikkjal Thomassen, hvussu
sannlíkt er tað, at B36 vinnur seg
víðari í kappingini?
- Í løtuni er tað 25 prosent, um eg
skal seta tal á. Tað verður trupult,
men vit ætla okkum heilt avgjørt
víðari, staðfestir Mikkjal Thomassen
í horninum úr Georgia.
Thomassen er bjartskygdur
Óttist ikki
Johan Carl Dam skal leygardagin verða dómari, tá Føroyar Legends
og Liverpool Legends skulu dystast á Tórvølli. Johan Carl Dam
hevur seinastu 40 árini verið drúgvur Liverpool-fjeppari, og tí er
nærliggjandi at spyrja, um tað verður torført at verða rættvísur.
- Nei, tað skulu fólk ikki stúra fyri. So skjótt eg tríni á vøllin, so
dømi eg rættvíst, líkamikið hvørji liðini eru, greiðir hann flennandi
frá.
Er tað nøkur serlig løta við hesum Liverpool-leikarunum, tú
minnist sera væl?
- Tað er fleiri ógloymandi løtur. Eitt nú, tá Alan Kennedy skoraði
móti Real Madrid í Evropa Cup finaluni í 1981. Eg gleði meg sera
nógv til hesa uppgávuna. Eg hevði so ongantíð væntað, at eg
slapp at døma fleiri av leikarunum, sum eg havi sæð upp til,
staðfestir Johan Carl Dam.
- uni
Johan Ellingsgaard, til høgru,
hevði vandamestu royndina hjá
B36 í gjár. Men hann gagnnýtti
ikki møguleikan, tá hann var
einsamallur við framherjan
Julian nýggjan venjara
Julian Johnsson og liðfelagarnir úr Svendborg hava
fingið nýggjan hjálparavenjara. Lars Bech verður
hjálpari hjá Kurt Hansen í komandi kappingarári.
Felagið FC Svendborg hevur verið í stórari menning
seinnu árini, og nú er ætlanin at vinna liðið upp í
næstbestu donsku deildina. Julian Johnsson er
liðskipari hjá liðnum.
Reinert væl frá uppgávuni
Petur Reinert, sum er okkara altjóða dómari, dømdi í gjár
dystin millum FC Lathi úr Finnlandi og Dinamo Tirana úr
Albania í Europe League. FC Lathi vann dystin 4-1. Vit skilja, at
Petur Reinert kom væl frá uppgávuni, uttan stórvegis
trupulleikar.