Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-03, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. juli 2009síða 36

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

68 Nr. 125 - 3. juli 2009 lýsingar Vegna summarfrí verður skrivstovan stongd frá 13. juli. Opið verður aftur 3. august. Summarfrí AdvokAtfelAgið við Strond 4 Yviri við Strond 4 · tel 311260 · fax 311261 · P.o. box 359 fo-110 tórShavn · faroe iSlandS email: lawfirm@lawfirm.fo HEIMASÍÐA: WWW.LAWFIRM.FO tormóður djurhuuS · jógvan Páll laSSen · Petur even djurhuuS jógvan e. ellefSen · anna dam · ingi højgaard · gunn ellefSen Zartec.net · tlf. 226459 Zartecbygging@hotmail.com ZARTEC B y g g i n g Lat okkum hoyra frá tykkum og fá eitt gott tilboð. Hús í Nólsoy til sølu til hægstbjóðandi. Húsini liggja væl fyri niðarlaga í bygdini, eru í góðum standi, og hava nýggjan sentralhita. Stykkið er uml. 320 m2 til víddar. Miðhæddin hevur gongd, køk og stóra stovu. Á loftinum er vesi við brúsu, eitt kamar við plássi fyri tveimum sengrum. Úti á loftinum er stórt pláss við møguleika at gera kamar. Hava tygum spurningar, vinarliga ring á tlf. 231903 Hús til sølu til hægstbjóðandi Pílagrímsferð við Kristine Hestbech í Føroyum 8. og 9. august 2009 Pílagrímsferðin byrjar í Hósvík. Vit ganga upp um Hósvíks­ skarð, oman til Leynavatn, vestur um Sátuna, niðan til Vatnið á Brekku og síðani suður til Mjørkadals. Í Mjørkadali eta vit ein góðan bíbilskan bita og gista. Seinna dagin halda vit áfram. Úr Mjørkadali ganga vit vestur um Sornfelli og fara túrin, sum verður kallaður Fyri Vestan og enda uppi á Norðradalsskarði. Við okkum á ferðini er Kristine Hestbech, prestur, sum á ferðini heldur andaktir og gevur okkum nøkur góð orð at hugsa um, meðan vit ganga. Randi Meitil, ferðaleiðari, fer at greiða frá ymiskum søguligum og serligum náttúrufyribrigdum, vit síggja á leiðini. Hvønn dag ganga vit einar 8 til 10 tímar, inklusiv steðgir. Tað er týdningarmikið at vera í góðum formi. Hetta er eitt gott høvi at koma í form. Um tú vilt luttaka, skalt tú tekna teg við at gjalda 1950,­ kr. inn á konto 9181 167 9165 í Eik Banka og viðmerkja títt navn, teldupostadressu og fartelefonnummar. So senda vit tær nærri upplýsingar um túrin, tá tíðin nærkast. Við í prísinum er: góður døgurði við 3 rættum við víni til matpakkar morgunmatur gisting í einakamari, við WC, brúsu og útsýni Teldupostur: randi.meitil@hoydalar.fo Lions Club Tórshavn skipar aftur í ár fyri listaframsýning í Müllers Pakkhúsi á ólavsøku. Opið verður 28. – 30. juli. Hevur tú hug at taka lut í hesi fram­ sýning, set teg í samband við Lions Club Tórshavn á telefon 213800, 734001, 211470 ella 215709 áðrenn 10. juli. Málningar ið skulu sýnast fram, skulu handast nevndini tann 20 juli 19.00 ­ 21.00 í Müllers Pakkhús. Óseldir málningar skulu avheintast aftur tann 30. juli millum 20.00 og 22.00. Vinninurin av málningasøluni fer til vælgerandi endamál Starv sum námsfrøðiligur stuðul í Vestmanna Skúla Søkt verður eftir stuðulslærara í tíðaravmarkað starv, 18. august 2009 - 30. juni 2010, at lesa stuðulstímar við næmingum í 1. – 3. fl. Tímatalið er um 12 t/vikuna • Før, rokning og møguliga aðrar lærugreinir við Starvið verður lønt sambært avtalu millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til skúla- leiðaran, tlf. 470100 ella 230100, ella frá vara- leiðaranum Erling Munck Pedersen, tlf 470102 ella 230101 Umsóknir skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 17. juli. 2009 kl 12.00 Vestmanna Skúli Ólavur Winther, skúlaleiðari Vestmanna Skúli Toftavegur 12 · FO - 350 Vestmanna · Føroyar Tlf. 470100 · Fax: 470101 · vestmanna@skulin.fo Í Vestmanna skúla eru 195 næmingar og 25 lærarar. Tú kanst lesa meira um okkum á heimasíðuni www.skulin.fo/ves/ Skúlin arbeiðir annars í løtuni við hesum evnum: at menna trivnaðin, byrjanarundirvísingina, samstarvið við vinnulívið og at geva næmingunum fjølbroyttar avbjóðingar. BMW 318 TDS til sølu Ein svartur BMW 318 TDS (diesel) er til sølu fyri 40.000 krónur. Bilurin er skrásettur fyrstu ferð hin 11. juni 1996 og er í góðum standi Áhugaði ringið tel: 223369 Klinikkassistentur Søkt verður eftir einum klinikkassistenti at byrja skjótast gjørligt. Møguleiki er fyri upplæring. Er hetta nakað fyri teg, so send okkum eina umsókn innan 13. juli 2009. TannlæknasTovan í DalaTúni 19 Tlf. 31 51 58 Marnar Gaard · Ísak Thomassen · Regin Eikhólm Tannrøktari Søkt verður eftir avloysara fyri tannrøktarin, sum fer í barnsburðarfarloyvi í august 2009. Er hetta nakað fyri teg, so lat okkum frætta innan 13. juli 2009. TannlæknasTovan í DalaTúni 19 Tlf. 31 51 58 Marnar Gaard · Ísak Thomassen · Regin Eikhólm