fríggjadagur 3. juli 2009síða 4
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 125 - 3. juli 2009
Summarið er komið, hitastigini
eru vorðin tvey-siffraði og við
hesum er eisini sesongin fyri
leskandi koldskál byrjað.
5 ymisk sløg eru at fáa hjá
keypmanninum og av hesum
hevur eina slagið mínsann føro-
yskan uppruna. Talan er sjálv-
sagt um Summarskál frá MBM,
ið longu er vorðin stórseljari.
Grams var í hesum sambandi á
vitjan í vikuni hjá Mjólkarvirki-
num Búnaðarmanna á Vegnum
Langa í Hoyvík at síggja sera
snotiligu og modernaðu fram-
leiðsluna.
Og lat tað vera sagt beinan-
vegin: eingin kemur upp á
hálvan skógv av Summarskál!
Hvat er so koldskál?
Talan er um søtan kaldan
drykk, ið er gjørdur úr kir-
numjólk, sukri og vanliga
kryddað við sitrón og vanilju.
Viðhvørt verða egg og súrgað
mjólk eisini latin í.
So tað er ein spurningur um
eitt súrsøtt spæl millum súr-
leikan frá sitrónina og mjólkina
og so søtleikan frá sukrinum.
Og vaniljukryddið sum hin víða-
gitni prikkurin yvir i’num.
Tað hevur verið siður at
drekka koldskál í Evropa í fleiri
hundrað ár, men tá kundi tað
eisini vera ein kaldur fruktdryk-
kur við eysturlendskum kryd-
daríum. Tað er fyrst seinastu
100 árini at koldskál er vorðið
eyðkent sum kirnumjólks-
koldskál. Tað var gamalt at fólk
sjálvi gjørdu koldskál. Hetta
kenna nógv børn í Føroyum
ivaleyst eisini frá barnagørðu-
num. Liðugt koldskál hevur
verið á marknaðin seinastu 30
árini, og nú er føroyska MBM
eisini komið uppí leikin.
Vanligt er at eta søtar køkur
aftur, nevndir kamarjunka-
rar ella karvingar. Tískil er tað
greitt við slíkari føðslu-saman-
setingi at koldskál er at meta
sum eina dessert ella kanska
eina millummáltíð.
Men á denn dessert!
Koldskál er sjáldsama le-
skandi ein heitan dag og tað
sæst eisini hvussu væl børnu-
num dáma.
Skoðsmálini eru latin í mun
til smakkin av frískleika og
reinleika av mjólkini, sitrónini
og vaniljuni. Og javnvágina mil-
lum hesi.
mat
ummælið
mortan@hamrabyrgi.com
Mortan í Hamrabyrgi
ummælir mat úr føroysku
matvøru-handlunum.
Skoðsmálini eru latin í
mun til góðsku.
Arla med tykmælk
og æg (FK)
kr. 24,95/L
Góður mjólkarsmakkur og
hampulig javnvág, men kortini
nakað flatur smakkur. Ikki heilt
so leskilig, vantar sitrón. Men
góður vaniljusmakkur.
Arla UTH
(Bónus)
kr. 16,90/L
Millum lítið og einki, ið bara
minnir um koldskál. Skerflatur,
einfaldur, sukursøtur smakkur.
Sera vánaligt.
Arla med tykmælk
og jordbær (FK)
kr. 24,95/L
Vanligi koldskál-smakkurin er
her fullkomiliga koyvdur av an-
nars hampuliga vælsmakkandi
jarðberum, men vøran minnir
mest um frukt-jogurt. Tá ið
tað er koldskál, ið er á skránni,
røkkur tað ikki til meir enn tvør
stjørnur.
MBM Summarskál
(FK)
kr. 13,95/L
Framúr javnvág í smakkinum
millum tí leskandi súra og søta.
Somuleiðis eisini bæði reinur
og neyvur smakkur í smálu-
tunum, ikki minst í ektaðu
vaniljuni. Wauw, koldskál í
serflokki! 6 stjørnur
Thise vistfrøðilig
(FK)
kr. 19,95/L
Sera lættur og nakað vat-
ndeyvur smakkur. Hóast fín
bourbon-vanilja er latin í, er
næstan eingin vanilju-dámur
kortini. Vantar eisini sukur fyri
javnvágina.
Skál