týsdagur 7. juli 2009síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 127 - 7. juli 2009
Fingu betri fiskaprís
Sunnukvøldið gjørdust fiskimenninir í Nuuk av at flyta
bátarnar, sum høvdu avbyrgt havnina í býnum síðani
fríggjadagin. Fiskimenninir gjørdu av at byrgja havnina
av fyri at leggja áherslu á kravið um minstaprísir á fiski.
Tað vildu myndugleikarnir ikki, men tá landsstýrið játtaði
at samráðast við fiskimannafelagið KNAPK, valdu
fiskimenninir at gevast við avbyrgingini. Samstundis
boðaði Royal Greenland frá, at felagið var sinnað at rinda
fiskimonnunum 75 oyru afturat tí, sum landsstýrið og
KNAPK kundu semjast um. Kuupik Kleist, landsstýrisformaður, sigur við KNR, at landsstýrið hevur ikki lovað
fiskimonnunum nakað, men hann ásannar, at fiskaprísurin er sera lágur.
Laksasølan setti met
Fyrra hálvár í ár útflutti Noreg aldan laks fyri 10,7 milliardir
norskar krónur. Tað var 2,4 milliardir meiri enn fyrra hálvár í
fjør, og hetta er samstundis fyrstu ferð, at laksaútflutningurin
hevur verið oman fyri 10 milliardir í einum hálvári, skrivar
NTB. Í juni var útflutningsvirðið 2,1 milliardir krónur, sum
var heili 47 prosent meiri enn í juni í fjør. Norsku alararnir
útfluttu fyrra hálvár 362.000 tons av laksi í rundari vekt, harav
265.000 tons fóru til ES-marknaðin. Meðalprísurin á útflutta
laksinum fyrra hálvár var 31,70 norskar krónur fyri kilo, sum
var næstan hálv sætta króna oman fyri meðalprísin somu
mánaðir í 2008.
Fleiri av eldraíbúð
unum undir Kráar
brekku í Klaksvík
eru so fongdar við
blámusoppi, at fólk
ini mugu flyta út,
tá ið stóra umvæl
ingararbeiðið skal
gerast. Nevndin fyri
sjálvognarstovnin
hevur biðið sakførara
kanna, hvør ábyrgd
ina hevur fyri at stevna
BYGGING
Randi Jacobsen
randi@sosialurin.fo
Fyrst klagaðu eini hjún í
íbúðunum undir Krárbrekku
í Klaksvík um fukt, men
tey høvdu sítt stríð við at
verða tikin í álvara.
Síðan fóru fleiri at klaga
um tað sama, og tá setti
nevndin fyri sjálvsognar-
stovnin nakrar kanningar í
verk.
Og herfyri varð staðfest,
at blásmusoppur er funnin í
fleiri av íbúðunum.
Serliga ringt er í íbúðunum
í niðaru hæddini, har blámu-
soppur er bæði í útveggum,
skilaveggum og í gólvinum.
Í íbúðunum í ovara hædd er
tað gólvini, sum eru fongd vi
blámusoppi. Endaíbúðirnar
eru ringast.
Fólkini, sum búgva í íbúð-
unum, eru kunnað um skil-
ið, bæði skrivliga og á
fundi,
har
húsavørðurin
greiddi frá støðuni.
Kanningar
eru
eisini
gjørdar í sambýlinum undir
Heygnum, og har er blámu-
soppur at finna í kjallaran-
um. Kjallarin hevur ikki
verið nýttur til annað enn
gioymslu.
Mugu flyta út
Íbúgvarnir hava fingið at
vita frá nevndini fyri sjálvs-
ognarstovnin,
at
seinni
verður gjørd ein ætlan um
endurhýsing, tí tað verður
so umfatandi arbeiðið at
umvæla brekini, at fólkini
verða noydd at flyta út, með-
an arbeiðið verður gjørt. Tey
í eldrasambýlunum sleppa
frá at flyta, við tað at brekini
avmarkað seg til kjallaran.
Nær tað verður, er ógreitt.
Formaður í nevndini fyri
sjálvsognarstovnin er borg-
arstjórin, sum henda mánað-
in er Jógvan Skorheim.
Vit eru greið yvir, at hetta
er ein stórur trupulleiki, sig-
ur Jógvan Skorheim.
Hann veit at siga, at
kommunan
hevur
sent
royndir til Danmarkar, og
royndirnar vístu við vissu,
at talan er um blámusopp.
Heilsumyndugleikarnir
hava verið uppií, og komm-
unan hevur havt ein danskan
ráðgeva.
Fara at stevna
Nú hevur kommunan so
sent málið til sakførara, tí
kommunan vil hava stað-
fest, hvør hevur ábyrgdina
av byggifuskinum.
Tað er einki at ivast í, at
málið endar í rættinum. Tá
ið vit vita, hvør hevur
ábyrgdina, fara vit at stevna,
eisini fyri sambýlið, sigur
Jógvan Skorheim.
Hann hevur onga hóming
av enn, nær umvælingarar-
beiðið kann fara í gongd.
Tað fer at kosta nógv at
umvæla íbúðirnar, men so
leingi ikki er staðfest, hvør
hevur ábyrgdina, og harvið
hvør skal gjalda, verður
einki gjørt.
Blámusoppur í eldraíbúðunum
Fólk fegnaðust, tá ið eldraíbúðirnar undir Kráarbrekku í Klaksvík vórðu bygdar, men ikki gekk long
tíð, til trupulleikarnir fóru at vísa seg. Nú er greitt, at tá ið farið verður at umvæla íbúðirnar fyri
blámusopp noyðast fólkini at flyta út