Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-08, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. juli 2009síða 2

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 tíðindi Nr. 128 - 8. juli 2009 Lívsstílsstevnan í nýggjum hami Í farnu viku lat Júnikk upp í nýggjum hølum Í hølunum, har havnarfólk áður sótu og loystu alkyns trupulleikar við einum koppi av kaffi, er nú ein nýggj­ur klædnahandil. Mikudagin í farnu viku lat Júniik upp á Kondittarínum í Havn. Handilin hevur sein­ astu tíðina búleikast í SMS. Brynhild Restorff er nýggj­ur eigari. Hon hevur keypt Júnikk frá Petrinu Berg, sum framvegis starv­ ast í handlinum. ­ Vit valdu at flyta handi­ lin, tí Kondittaríið er best egnaða hølið í høvuðsstað­ num. Fólk hava latið sera væl at higartil, sigur Bryn­ hild Restorff, eigari. - uni Klæðir á kondittarínum Júnikk heldur nú til í kondittarínnum Mynd: Uni Holm Johannesen Annika Andreasen og Ása Andreasen, stovnarar og eigarar av Synergi Mynd: Savnsmynd Løgmaður vitjaði starvssystir Í sambandi við, at løgmaður var á oyggj­aleikunum á Álandi í seinastu viku, hevði starvssystir hansara Viveka Eriksson bj­óðað honum til fundar. Løgmaður fekk eisini høvi at síggj­a nýggj­a mentanar­ og ráðstevnuhúsið Alandica, umframt at vitj­a serlig mentanarstøð. Á fundinum tóku eisini fleiri álendskir landsstýrislimir lut. Áland kunnaði millm annað um álendsku stýrisskipanina og teirra sj­álvstýri, eins og Áland greiddi frá royndum teirra við ES­limaskapinum, serliga teimum álendsku fyrivarnunum, og týdninginum av álendsku skipagongdini og ferðavinnuni. Partarnir umrøddu eisini arbeiðið á umhvørvisøkinum, norðurlendska samstarvið og tað at skipa fyri Oyggj­aleikum. Álendingarnir vóru ógvuliga áhugaðir í føroyskum viðurskiftum, serliga var tað okkara skatta­ og ríkisviðurskiftir og Føroya Altj­óða Skipaskráseting, sum høvdu teirra áhuga. Seinni var tíðindafundur. Álendsku fj­ølmiðlarnir vóru áhugaðir í fundinum millum báðar stj­órnarleiðararnar. Løgmaður og lantrådet vóru samd um, at hóast Føroyar og Áland eru ymisk, so eru nógv øki, har partarnir kunnu læra og fáa íblástur frá hvørj­um øðrum. Eisini høvdu álendsku fj­ølmiðlarnir serligan áhuga í at hoyra nærri um føroysku undirsj­óvartunnlarnar, tí Áland skal taka støðu til teirra fyrsta undirsj­óvartunnil. Norski oljurisin og eisini størsta vinnu­ fyritøkan í Norður­ londum, StatoilHydro er saman við Dong, Atlants Kolvetni og Føroya Kolvetni í gongd við at skjóta seismikk á land­ grunninum fyri hálvthundrað milli­ ónir krónur. Harrier Explorer var á Havn­ ini í gjár. SeiSmikkur Jan Müller jan@sosialurin.fo Seismikkskipið Harrier Explorer, sum arbeiðir fyri StatoilHydro á føroyskum øki, kom inn á Havnina týsmorgunin. Skipið skifti manning. Tað eru 46 mans við skipinum. Fyri mann­ ingina, sum skal umborð, varð eitt sokallað trygdar­ skeið hildið á Hotel Hafnia sama dag. Umframt manningarskift­ ið, skal skipið bunkra og gera okkurt annað smávegis arbeiði. Tað er Atlantsflog, sum hevur kontrakt fyri manningarskiftið. Uppruna ætlanin var at gera hetta úti á feltinum við tyrlu, men av tí veðrið ikki var til vildar, kom skipið inn á Havnina. Tað er Thor í Hósvík, sum er agentur fyri skipið. Av StatoilHydro skriv­ stovuni í Føroyum verður upplýst, at kostnaðurin fyri seismikkarbeiðið er umleið 50 milliónir krónur. Um­ framt StatoilHydro, sum er fyristøðufelag, eru eisini DONG, Atlants Kolvetni og Føroya Kolvetni við í samtakinum, sum ger arbeiðið. Henda ein tann mest umfatandi seismiska kanningin á føroyska land­ grunninum skal vera við til at rudda slóð fyri eini ella møguliga fleiri komandi boringum í loyvum, har StatoilHydro er fyristøðu­ felag. Endamálið við kanningini er m.a. at finna fram til, hvar besta staðið er at seta borin í. Herfyri segði ovasti altj­óða stj­órin fyri leiting hj­á Statoil Hydro, Tim Dodson við Sosialin eftir fund í London við Johan Dahl, olj­umála­ ráðharra, at StatoilHydro metir Føroyar sum eitt áhugavert leitiøki og fer felagið í minsta lagi at bora ein brunn her komandi árini. Harrier Explorer bunkrar og skiftir manning á Havnini týsdagin. Mynd Álvur Haraldsen StatoilHydro seismikk við Føroyar fyri 50 mill. Kr. Synergi hevur fing­ ið íblástur úr út­ landinum og bjóðar til eina øðrvísi og nýggja Lívsstílsstevnu á Hotel Føroyum í døgunum 17. og 18. oktober LívSStíLur Uni Holm Johannesen uni@sosialurin.fo Mótasýningar. Brakandi shows. Viðkomandi fyri­ lestrar. Áhugaverd sofaprát. Snøgt sagt ein lekkur coc­ tail, sum smakkar bæði teimum villu og teimum meira stillu. Soleiðis vil Synergi lýsa ársins útgávu av Lívsstíls­ stevnuni, sum føroyingar sleppa at uppliva fyri triðj­u ferð í Føroyum. Men hesa­ ferð verður tað í nýggj­um hami, at Synergi bj­óðar før­ oyingar til kunning um lívs­ stíl og vælveru. Nýggj høli Tað verður Hotel Føroyar, sum verður karmur um Lívs­ stílsstevnuna í døgunum 17. og 18. oktober í ár. Tá lata dyrnar upp til eina nýggj­a og øðrvísi stevnu enn undanfarin ár. ­ Vit hava nýtt høllina á Hálsi til tiltakið seinastu tvey árini, men fara nú at royna hølini á Hotel Føroy­ um. Tey eru betur egnaði. Hvussu verður stevnan øðrvísi hesaferð? ­ Vit hava fingið íblástur úr útlandinum, serliga úr Danmark. Har verða ymisk slott ofta nýtt til líknandi stevnur, og vit ætla at skapa ein slotsstemning á Hotel Føroyum. Tað verður størsta broytingin, siga tey úr Synergi, sum stendur fyri stevnuni. Hóast stevnan undanfarin ár eisini hevur verið ætlað mannfólki, hava fyrireikar­ arnir lagt størri dent á at fáa menninir við hesa ferð. ­ Undirtøkan hevur verið frálík seinastu tvey árini, og nú vóna vit, at úrslitið verður enn betri. Millum annað orsakað av, at vit eisini hava fleiri áhugamál hj­á mannfólki, siga tey úr Synergi.