Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-08, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. juli 2009síða 4

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 128 - 8. juli 2009 Hóast vit hava hug at flenna, tá onkur tosar gøtudanskt, er hetta eitt mál við egnum reglum og eyðkennum og eigur tað tí at góðtakast sum eitt egið mál. Tað er niðurstøðan í forvitnisligari grein í nýggastu útgávuni av »Frøði« TíðarriT Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Millum fleiri áhugaverdar greinar í nýggjasta vísunda­ blaðnum »Frøði« hevur málfrøðingurin Hjalmar P. Petersen eina rættiliga for­ vitnisliga viðgerð av gøtu­ donskum. Oftast halda vit, at gøudanskt bara er vána­ ligt danskt við meir ella minni tilvildarligum før­ oyskum dámi. Men sambært Hjalmari P. Petersen er tað burturvið at samanbera gøtudanskt við standard­ danskt. Gøtudanskt hevur nevniliga síner egnu reglur og eyðkenni og skal tí met­ ast út frá egnum fortreytum og tí føroyska, sum liggur aftanfyri. Vit og málið Við fleiri dømum vísir Hjalmar P. Petersen á, at sum mál er gøtudanskt úrslit av teirri føroysku­ donsku tvímælisstøðuni, har bæði málini eru 'tendrað' samstundis. Tí er tað, at før­ oyskt, hóast tað er í bak­ grundini, kann ota seg niður yvir gøtudanskt. Tey fyri­ brigdir og tey eykenni, sum eru at síggja í gøtudonskum, eru eisini í øðrum tvímælis­ støðum, eitt nú í sponskum­ amerikonskum og mongum fleiri. Sambært Hjalmari P. Petersen eigur gøtudanskt tí ikki bara at góðtakast sum eitt egið mál. Eisini eiga stílar og annað at verða rættað við serligu eyðkenn­ unum fyri gøtudanskt í huga. Føroyingar og málið, vit tosa, er eisini evni í grein hjá Jógvani í Lon, málfrøðingi, um málsliga purismu. Við støði í kanning vísir Jógvan í Lon á, at hóast føroyingar sum heild taka undir við málsligu purismuni, so eru ung og tey við høgari inntøku og langari útbúgving minni sinnað at lata purismuna ráða. Serliga eru tey yngru meira enskvinarlig enn tey eldru. Møguliga er positivi hugburðurin hjá teimum ungu til enskt eitt eyðkenni fyri ein bólkanorm, ið tey sleppa aftur sum vaksin. Halda tey ungu hinvegin fast um henda hugburð og taka hann við sær inn í vaksnamannaverðina, kann tað merkja, at málsliga purisman stendur fyri falli, er fyribils niðurstøðan hjá Jógvani í Lon í greinini. Darwin og dálking Í »Frøði« hesuferð eru eisini fleiri greinar um umhvørvið og dálking. Eitt nú vísir Jóhanna Olsen á Umhvørvisstovuni á, at før­ oysk húsarhald dálka næst­ an líka illa sum fiskiflotin. Heili 30 % av samlaða før­ oyska útlátinum av veður­ lagsgassi stava nevniliga frá føroysku húsarhaldu­ num. Hetta er næstan líka nógv sum útlátið frá før­ oysku fiskiskipunum til­ samans, staðfestir Jóhanna Olsen, sum eisini vísir á, hvussu dálkingin frá húsar­ haldum lættliga kann mink­ ast munandi. Nú 200 ár eru liðin, síðan Charles Darwin varð borin í heim, er lív aftur komið í mongu myturnar kring um­ strídda lívfrøðingin. Men hvat er rætt og hvat er íspunnið? Er tað til dømis rætt, at Darwin avnoktaði alla skriving sína á deyð­ astrá? Hetta og mangar aðrar søgur roynir Dánjal P. Højgaard, lívfrøðingur, at fáa greiðu á í áhugaverdari grein, har hann viðgerð fakta og mytur kring persón­ in, sum broytti áskoðan menniskjans á seg sjálva. Tað er Føroya Fróðskapar­ felag, sum gevur Frøði út. Tíðarritið fæst í bókabúð­ unum. Gøtudanskt er onki at flenna at Innihaldið í nýggjasta Frøði er sera fjøltáttað við fleiri forvitsligum greinum og nýggjum vinklum á kend evni Nógvur fiskur í Barentshavinum Norsk bløð vita at siga, at tað er rættiliga nógv av toski og hýsu í Barentshavinum í løtuni, og at og at fiskiskapurin er góður bæði við Svalbard og i russiskum øki. Skiparin á norska skipinum Prestfjord, sum roynir eftir hýsu í russiskum sjógvi, sigur, at teir hava havt so góðan fiskiskap, at tað er bara framleiðsluorkan á verksmiðjuni, sum setir mark fyri, hvussu nógv kemur innanborða. Tvey onnur norsk skip eru í russiskum sjógvi. Fleiri norsk skip royna við Svalbard, og tey hava eisini góðan fiskiskap, skriva norsku bløðini. Danmark fremst í KT Triðja árið á rað kunnu danir rósa sær av at vera femsta KT­landið í heiminum av teimum 134 londunum, sum samanberingin hjá World Economic Forum umfatar. Á teimum næstu plássunum eru USA, Singapore og Svøríki. Metingin av teimum einstøku londunum er grundað á nýtsluna av tøknini, lóggávuna, eitt væl útbygt breiðbandskervi, og í hvussu stóran mun vinnulívið brúkar KT. Danski kenslumálaráðharrin, Bertel Haarder, er fegin um, at Danmark er so frammalaga á KT­økinum. Hann sigur í einum tíðindaskrivi, at ein vælvirkandi útbúgvingarskipan er fyritreytin fyri, at samfelagið kann brúka teir møguleikar, sum kunningartøknin gevur. Í eini røð av vatnlits­ myndum leitar listamaðurin Árni Nicolajsen eftir søg­ um um persónin, sum fjala seg handan andlitið LisT Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo »Hvørt einasta andlit sigur eina søgu«, tykist vera reyði tráðurin í myndunum hjá fyrrverandi fiskifrøðingi­ num, Árna Nicolajsen, sum nú roynir seg sum listamann á framsýning í Smiðjuni í Lítluvík. Við á framsýningin eru 70 vatnlitsmyndir umframt seks leirmyndir, ið allar so ella so leita aftur um tað sjónliga fyri at finna fjaldar ella nýggjar søgur. Persónliga úttrykkið Tað, sum Árni Nicolajsen serliga hevur áhuga fyri, eru andlit sum úttryk fyri persónsmenskuna. ­ Tú kanst kalla tað eina ekspressionistiska mynd av persóninum. Eitt persónligt úttryk fyri, hvat fyrigongur inni í persóninum, sigur listamaðurin, sum hevur sín egna máta at mana fram hesi úttrykkini. ­ Eg brúki nokso turrar vatnlitir, og so máli eg bæði við pensli og einum stál­ svampi; teir sum man reins­ ar grýtir við. Tað gevur ein ullintan heitan virkning, sum mær dámar væl. Tað gevur myndini ein droym­ andi og óveruligan dám. Tær verða dreymakendar og kanska eitt sindur huldusligar til tíðir, hug­ leiðir Árni Nicolajsen. Tá hann byrjar at mála, hugsar hann ikki um ein ávíasan persón, men bara um at mála eitt andlit. ­ Tá so myndin er liðug, og man hevur gingið og hugt at henni í nakrar dagar, heldur man seg síggja ein ávísan persón í henni. Ella man følir seg standa yvir fyri eini arkutypu av einum menniskja, sigur listamað­ urin, sum dámar best at brúka sterkar litir, ið hann ofta dempar við einum lagi av dimmum litum. Heldur ikki tá hann arbeiðir við leirmyndum, leggur Árni nakran ávísa ætlan frammanundan. ­ Eg havi ikki annan plan enn kanska at gera eitt høvd, men í grundini grør myndin fram millum hendurnar. Man kann jú altíð broyta myndina, so leingi leirið er bleytt. Í vetur havi eg gjørt høvd av marmenlum og sjódreglum – ella hvat vit nú skulla rópa tey. Okkurt skal barnið eita, so eg havi givið teimum mannfólkanøvn, ikki tí teir líkjast nøkrum ávísum persóni, men tað var bara tað fyrsta og besta navnið, eg kom at hugsa um, tá eg sá myndina. Hóast myndirnar hjá Árna Nicolajsen tykjast at hava ein egnan frið yvir sær, er tað lítil friður yvir listamanninum, tá hann arbeiðir. ­ Eg arbeiði skjótt og hektiskt og kann typiskt mála tríggjar myndir uppá ein tíma, men so eri eg eisini totalt útbrendur fyri restin av degnum. Og tá eg arbeiði við leiri, skal tað helst vera so vilt, sum møguligt. Frá fiskifrøðingi til listamann Bakgrundin hjá Árna Nicolajsen sum listamaður er kanska heldur ótradi­ tionell. Tá hann fyri fimm árum síðani varð uppsagdur sum fiskifrøðingur, valdi hann nevniliga at útbúgva seg innan filmsvinnuna. Tí fór hann á filmsháskúla og tekniskan skúla í Danmark innan film­ og videofram­ leiðslu. ­ Tað visuella hevur altíð ligið til mín, og í frítíðini hevði eg longu fingist við grafiska list á skeiði hjá Jónu Rasmussen, lista­ kvinna, sum er lærari á Listaskúlanum hjá Tórs­ havna Kommunu. Og leir­ listina havi eg arbeitt við á kvøldskúlanum hjá Kára Gunnu Óladóttir og Hildur Hermansen. Í frítíðini var Árni longu farin at mála bæði akryl­ og vatnlitsmyndir, og nú hann letur upp framsýning í Smiðjuni hevur hann heili 70 vatnlitsmyndir við umframt seks leirmyndir. Framsýningin í Smiðjuni í Lítluvík verður opin frá fríggjadegnum 10. juli og allar dagar fram til og við týsdagin 14. juli. Opið er allar dagar frá kl. 14 til 18. Fernisering verður fríggja­ dagin klokkan 16. Árni avdúkar andlitini Tá Árni Nicolajsen varð uppsagdur sum fiskifrøðingur fyri fimm árum síðani, valdi hann at royna seg sum listamann Við stálsvampi manir listamaðurin ein dreymakendan dám yvir andlitsmyndirnar