Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-09, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. juli 2009síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 tíðindi Nr. 129 - 9. juli 2009 Google er nú við at menna eina stýrisskipan (OS) til teldur í eini roynd at bjóða marknaðarleiðaranum Microsoft við sínum Windows skipanum av Tøkni Rógvi Nybo Rogvi@sosialurin.fo Google Chrome OS (Operat­ ing System) verður í fyrstu atløgu rættað móti smærri, bíligum farteldum, men verður seinni eisini ment til eginteldur (PC). Google sigur at Chrome OS kann verða á søluhillu­ num í miðjuni av 2010. ­ Ferð, einfaldan og trygd eru lyklahugtøkini í Google Chrome OS, sigur felagið á almennu blogguni hjá sær. Stýrisskipanin, ið skal koyra á einum opnum loyvi (open source license), var ein »náttúrulig leinging« av Chrome browsaranum, sigur felagið. Hesi tíðindini koma júst mánaðir áðrenn Microsoft skal koma við síni nýggjastu útgávu av stýrisskipanini, Windows 7. ­ Vit byggja stýrisskipa­ nina til at verða skjótt og lætt, at starta upp og fáa teg á internetið innan nøkur fá sekund, sigur bloggurin, ið er skrivaður av Sundar Pochai, varastjóra á fram­ leiðsludeildini og høvuðs­ framleiðslutøkninginum hjá Google, Linus Upson. Báðir siga teir, at »stýris­ skipanirnar, sum browsarar koyra á í dag, vóru teknaðar í eini tíð, tá tað ikki var nakað internet« og at henda stýrisskipanin er »okkara roynd at endurgreina hvat stýrisskipanir eiga at vera«. Í løtuni situr Microsoft á 90 prosentum av markn­ aðinum, meðan aðrar stýris­ skipanir so sum Mac OS og Linux umboða hini 10 prosentini. Eisini úr beta Í eini aðrari fráboðan av­ dúkar Google eisini at fleiri av teimum væl umtóktu pro­ grammunum endiliga eru flutt út úr beta­stiginum. Eitt nú hevur Gmail borið eitt beta merki í fimm ár. ­ Vit skilja at henda støð­ an hevur verið ein gáta hjá summum, serliga teimum sum hella til vanligu fatan­ ina av beta software sum nakað, ið ikki er heilt klárt til útgávu, skrivaði Matthew Glotzbach, stjóri í fram­ leiðsludeildini á almennu Google blogguni. Avgerðin at sleppa beta merkinum varð tikin tí at programmini endiliga høvdu rokkið einum lofti, skrivaði hann. Meira enn 1,75 millión fe­ løg nýta Google programmir sambært felagnum sjálvum. Borgarstjóri og býráðslimir í Tórshavnar kommunu heiðraðu bretsku kajakkrógvarunum, tá tað týsdagin var móttøka fyri teimum umborð á sluppini Westward Ho RóðuR Rógvi Nybo Rogvi@sosialurin.fo Týsdagin var móttøka um­ borð á Westward Ho við Høgukei í Havn, tá bretarnir Patrick Winterton, 47, og Mick Berwick, 52, komu til Havnar. Fríggjadagin undan høvdu teir tikið land í Suðuroy. Borgarstjórin Heðin Mort­ ensen tók ímóti og Jógvan Arge, formaður í menta­ málanevnd Tórshavnar bý­ ráðs, helt forvitnisliga talu á enskum umborð á slupp­ ini, sum báðir bretarnir sýndu stóran áhuga. Formaðurin í havnar­ nevndini Jákup Símun Simonsen, forkvinnan í teknisku nevnd Marin Katrina Frýdal, Levi Mørk býráðslimur og fleiri før­ oyskir kajakkrógvarar vóru eisini møtt til hugnaligu móttøkuna. Hittu annan atlantsfarara Serliga fegnir vóru bretsku rógvararnir at hitta Trónd Patursson, sum fyri 30 árum síðani sigldi við Tim Severin í húðabátinum Sankta Brendan, hiðani og til Vínlands. Umborð á Westward Ho varð borðreitt við føroyskum mati, meðan Regin Jacobsen spældi sjómannasangir á harmoniku. Eftir forvitnisligu taluna hjá Jógvani Arge vórðu gáv­ ur handaðar og rópt varð hurrá fyri bretska avrikinum at rógva í kajakk úr Storno­ way til Føroya í 74 tímar. Bretarnir Patrick og Mick hava vant á Themsen­ ánni í London og á kanalum í Birmingham. Endamálið við ferðini higar er at savna pening til bretska bjarg­ ingarfelagið RNLI, sum á sjálvbodnum støði avgreiðir fleiri enn 20 bjargingar á sjónum um dagin. Bretsku rógvararnir saman við borgarstjóranum í Havn, Heðin Mortensen, og formanninum í mentanar­ nevndini, Jógvan Arge, ið ikki er heilt ókendur á róðrarøkinum (mynd: Birgir Kruse) Google kemur við stýrisskipan Dato sett á Windows 7 útgávu Microsoft hevur fyri knøppum mánað sett eitt endaligt dato á, nær nýggjasta stýrisskipanin í røðini, Windows 7, verður atkomuligt hjá almenninginum. Dagurin verður 22. Oktober í ár. Microsoft vónar at tað kann sleppa undan neiliga trýstinum, ið lá um útgávuna av Vista, seinasta stóra Windows útgávan, fyri næstan trimum árum síðani. Windows 7 er sniðgivið til at kunna arbeiða við Vista, soleðis at neyðugt verður ikki hjá brúkarum at gera íløgu í nýggja hardware. Viðskiftafólk, ið keypa ein nýggjan PC við Vista, verða bjóðaðir uppgradering til Windows 7, boðar Microsoft frá. Windows 7 lovar stórar forbetringar í nýtsumøguleikum, samanborið við Vista, og at trygdartiltøkini, sum hava givið nógvum brúkarum høvuðbrýggj, eru vorðin nógv einklari. Beta royndarkoyrarar av Windows 7 hava boðaða frá, at tað er skjótari enn Vista, serliga í samband við tendring og sløkking. Heiðraðu kajakkrógvarum Nógvir íslendskir íverksetarar Íslendingar sanna í hesum tíðum tað gamla orðatakið um, at neyð lærir nakna kvinnu at spinna, tí sambært hagtølunum hava íslendingar sjáldan havt so góðan hug at stovna nýggj vinnufeløg sum nú. Skrásetingin sigur, at fyrra hálvár í ár vórðu 1.400 einstaklingafyritøkur settar á stovn, og tað er næstan líka nógv sum í sama tíðarskeiði í fjør. Tann stóri vinnuhugurin sæst eisini aftur á umsóknarlistanum hjá íslendska Menningargrunninum, skrivar Morgunblaðið, Grunnurin hevur knappar 700 milliónir íslendskar krónur at luta út, men stuðulin verður smábýttur, tí umsóknartalið um stuðul er trífaldað, skrivar blaðið. Ukraina bannar porno Við stórum meiriluta hevur ukrainska tjóðartingið samtykt at eina lóg, sum setir fólki forboð fyri at hava, selja ella at brúka pornografiskt tilfar. Tann, sum brýtur lógina, kann fáa upp í trý ára fongsul. Ukrainskir mannarættindafelagsskapir eru harðliga ímóti lógini, tí hon útgreinar ikki nóg neyvt, hvat er pornografiskt tilfar, og tí stúra felagsskapirnir fyri, at lógin verður misbrúkt. Eitt nú kann tað hugsast, at fólk verða revsað fyri at hava myndir av naknum fólki, og at tað sama kann henda søvnum og listarfólki, sum arbeiða við málningum ella myndum av naknum fólki. Ukraninsku myndugleikarnir siga, at endamálið við teirri nýggju lógini er at beina fyri barnaporno.