Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-09, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. juli 2009síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 129 - 9. juli 2009 Ósemja um ES-uppskotið Tað eydnaðist ikki uttanríkisnevndini hjá íslendska Altinginum at semjast um eitt álit um uppskotið at taka upp samráðingar við ES um limaskap. Ætlanin var, at nevndin skuldi leggja seinastu hond á álitið í gjárkvøldið og leggja tað fyri Altingið í dag, men so varð ikki. Sambært Morgunblaðnum er tað ivasamt, nær uppskotið kem­ ur aftur úr nevndini. Tað skilst, at tað var umboðið hjá Vinstrafylk­ ingini, sum lá í buktini, og sambært Morgunblaðnum eru umboðini hjá teimum báðum stjórnarflokkunum rættiliga ósamd um, hvat skal standa í álitinum. Uttanríkisnevndin skal halda fund aftur í dag, men íslendsku fjølmiðlarnir vænta ikki, at nakað álit kemur í dag. Ein møguleiki er, at nevndin kemur við tveimum álitum. Kanna veðurlag og vinnu Nú skal kannast, um beinleiðis samband er ímillum veðurlags­ broytingar og grønlendska vinnumenning. Granskarin Rasmus Ole Rasmussen, sum starvast hjá Nordregion undir norður­ lendska ráðharraráðnum, ger kanningina saman við donsku veðurstovuni DMI, sum hevur skrásett hitan í sjónum úti fyri Suður­ og Eysturgrønlandi tey seinastu 50 árini. Tølini skulu so brúkast saman við einari spurnarkanning, samrøðum og fíggjar­ ligu viðurskiftunum hjá fólki í økinum upp ígjøgnum tíðina. Rasmus Ole Rasmussen sigur við blaðið Polarfronten, at veður­ lagsbroytingarnar hava ávirkan á, hvussu vinnan broytist, men at politisk tiltøk hava uppaftur størri ávirkan. Krabbasjúki topp­ politikarin Svend Auken datt mikudagin í summarhúsinum hjá sær og sló høvdið somikið álvarsliga, at hann nú er innlagdur á Ríkissjúkrahúsið Svend Auken datt um, með­ an hann var inni í húsinum í Vejby. Stutt eftir varð lækni boðsendur, sum bein­ anvegin ringdi eftir sjúkra­ bili. Tað skrivaði Ekstra Bladet í gjár. Sambært upplýsingum hjá blaðnum varð Svend Auken í fyrstu atløgu koyrdur til Hille­ rød sjúkrahús. Her varð stað­ fest at serfrøðingar skuldu kanna politikaran, og hann varð koyrdur við útrykningi til Ríkissjúkrahúsið í Keypmanna­ havn. Svend Auken hevur í fleiri ár verið sjúkur av krabba í eistrunum, og hann hevur langtsíðan viðgingið at hann líður undir eini ólekiligari sjúku, ið bara verður verri og verri. Elsti sonur Svend Auken, David Auken, váttar fyri bt.dk, at pápi hansara er inn­ lagdur. David Auken visti tó ikki, um tað var álvarsligt, men sló fast, at innleggingin einki hevði við krabbasjúk­ una at gera. Svend Auken er kendur millum føroyingar og hevur fleiri ferðir vitjað her – sein­ ast í oktober mánaði saman við konuni, Anne Wivel, sum hevði leikstjórnað ein­ um filmi um Grønland til norðurlendska filmsfesti­ valin í Norðulandahúsinum, sum var tá. Svend Auken er fyrr­ verandi formaður í danska Javnaðarflokkinum, hevur eisini verið bæði arbeiðis­ og umhvørvisráðharri og er í dag 1. næstformaður í Fólkatinginum. Svend Auken innlagdur Granskingadepilin fyri Samfelagsmenn­ ing er í samstarvi við Føroya Skipara­ og Navigatørfelag og Maskinmeistara­ felagið farin undir kanning við heitin­ um “Føroyskir sjó­ monnum, sum sigla í øðrum londum”. Kanning Rógvi Nybo Rogvi@sosialurin.fo Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning er farin undir nýggja kanning. Tað fráboðar hann á heimasíðu sínari. Nógvir føroyskir sjómenn sigla uttanlands, bæði sum fiskimenn, í handilsflotan­ um og innan frálandavinn­ una. Teir flestu av hesum sjómonnum sigla undir sokallaðum netto­skattaskip­ anunum ella eru skattaðir í landinum, har teir sigla. Hóast hesir sjómenn ikki rindað skatt í Føroyum ella bara partvíst rindað skatt í Føroyum, so forvinna teir tó fit av peningi, sum umvegis forbrúk verður settur í umferð í føroyska samfel­ agnum. Á hendan hátt hava hesir sjómenn týðandi ávirk­ an á føroyska búskapin. Endamálið við kanningini er at fáa staðfest fleiri viðurskifti, sum hava við føroyskar sjómenn, sum sigla í øðrum londum at gera: · Hvussu nógvir føroyskir sjómenn sigla í øðrum londum (og um gjørligt hvar) · Hvussu stóra inntøkur hava hesir · Hvussu er talið av sjó­ monnum broytt tey seinnu árini · Hvussu er inntøkan broytt tey seinnu árini · Hvørja ávirkan hava inntøkurnar hjá hesum sjómonnum á lands­ og kommunalbúskapin Kanningin kemur eisini at fevna um onnur arbeiðsmar knaðarviðurskifti. Tað eru Magni Laksáfoss, búskaparfrøðingur og Denn­ is Holm, samfelagsfrøðingur sum vegna Granskingardepl­ inum fyri Samfelagsmenn­ ing standa fyri kanningini. Úrslitið av kanningini fyriliggur um mánaðarskift­ ið august / september. Vøkstur í skatta- inntøk- unum hjá Hvalbiar Komm- unu Hvalbiar kommuna hevur ein vøkstur í skattainntøk­ unum fyrra hálvár 2009 uppá 3,14 prosent í mun til 2008. Tað skrivar Hvalbiar Kommuna á heimasíðu sínari. Nú fyri­ bils skattatølini fyri fyrra hálvár 2009 eru innkomin, er munandi vøkstur í skattainntøkunum hjá Hvalbiar Kommunu í mun til 2008. Hóast tað er kreppa rundanum okk­ um, so er ein vøkstur uppá umleið 262.000 krónur ella 3,14 prosent higartil í 2009. Kanna føroyskar sjómenn, sum sigla í øðrum londum