Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-09, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. juli 2009síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 129 - 9. juli 2009 Ongin konsert verð­­ur við­­ Kenny Rogers í Før­ oyum. Fyriskip­ararnir av konsertunum er ikki at finna, men Dánj­al Samuelsen, hallarleið­­ari í høllini á Hálsi, har konsertirnar skuldu verð­­a, váttar, at alt er avlýst. – Ja, høllin er ikki longur umbið­­in. Eg fekk ein mail frá fyriskip­arunum í Onglandi í morgun, har eg fekk at vita, at konsertirnar eru endaliga avlýstar, stað­­­ festir hann. Ensku agentarnir harmast Avlýst Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Í longri tíð hevur tos verið at hoyrt um at Kenny Rog­ ers hóast alt ikki kemur til Føroya. Ætlanin var frá fyrstan tíð, at konsertir skuldu vera við heimskenda kontrinavninum í aprílmán­ aði, men so komu boð, at hetta var útsett, og at aðrir fyriskiparar skuldu vera. Ætlandi skuldu tvær kon­ sertir vera 17. og 18. septem­ bur, men nú kann Sosialurin avdúka, at føroyskir fjepparar kortini ikki sleppa til konsert hjá Kenny Rogers. Sosialurin hevur seinastu tíðina roynt at fáa fatur á fyriskiparunum av ætlaðu konsertunum, men teir hava verið sum at finna flogvallir á Slættaratindi. Tí setti blaðið seg í sam­ band við Dánjal Samuelsen, hallarleiðara í høllini á Hálsi, og hann váttar keði­ ligu tíðindini. – Ja, høllin er ikki longur umbiðin. Eg fekk ein mail frá fyriskiparunum í Ong­ landi í morgun, har eg fekk at vita, at konsertin er avlýst, staðfestir Dánjal Samuelsen. Farnir undir jørð Sosialurin hevur í longri tíð roynt at fáa fatur á umboðum fyri Sp/F Holmen, sum á plan­ et.fo tann 23. februar, stað­ festu, at Kenny Rogers kortini skuldi koma til Føroyar, og at Sf/Holmen somuleiðis hevði fingið ábyrgdina av konsertum hansara í Norðurlondum seinni í septembur. – Vit hava leingi vitað, at føroyingum dáma ótrúliga væl Kenny Rogers, og tí hava vit nú tikið stig til, at geva før­ oyingum hesa upplivingina, segði Benny við Sandá, við Planet 23. februar. Hetta verður í hvussu so er av ongum. – Teir úr Onglandi hava fleiri ferðir spurt eftir numm­ urunum hjá teimum, sum skuldu skipa fyri, men ong­ lendingarnir hava ikki fingið fatur á føroyingunum, stað­ festir Dánjal Samuelsen, tá hann verður spurdur. Aðrir í myndini Sum skilst hevur tað eisini verið soleiðis, at ensku agentarnir hjá Kenny Rog­ ers hava roynt at fáa aðrar fyriskiparar til konsertirnar hjá Kenny Rogers í Føroy­ um. Men hesir hava allir borið seg undan. Áðrenn 23. februar skilt­ ist tó, at nógv feløg høvdu áhuga fyri at fáa Kenny Rogers til Føroya, men nú er hesin áhugin burtur. Agentur harmast Agenturin hjá Kenny Rog­ ers í Onglandi harmast, at ongar konsertir verða, og staðfesta somuleiðis, at fólk mugu gera tað tey kunnu, fyri at fara aftur við atgongu­ merkjunum og krevja pen­ ingin aftur. Hann vísir eisini á, at tað enn ikki er greitt, júst hvat gekk galið, men at ein al­ menn útsøgn kemur seinni. Nógvur mistur peningur Sum skilst var talan um rættiliga nógvan pening, sum Sp/F Holmen skuldi rinda fyri konsertirnar við Kenny Rogers. Talan er um eitt tal, ið táttar í fimm milliónir krónur. Sum skilst hevur Sp/F Holmen rindað ein part av hesum peningi, og tann pen­ ingin fær felagið ikki aftur. Hinvegin skilst eisini, at í samband við konsertirnar í Danmark skuldu danir skipa fyri marknaðarføring­ ini, men har er ongin gjørt. Tí kunnu vit ganga útfrá, at Sp/F Holmen hevur mist nógvan pening av ætlaðu konsertunum. Men hetta ber ikki til at staðfesta, tí onki umboð fyri Sp/F Holm­ en hevur verið at hitta. Selja ikki atgongumerki Á almennu heimasíðuni stendur framvegis, at kon­ sertir verða við Kenny Rog­ ers í Føroyum í septembur­ mánaði, men í mun til flestu konsertirnar, sum Kenny Rogers stendur at hava, er ikki møguleiki at keypa atgongumerki til konsertir­ nar í Føroyum, og støðan er tann sama við einari konsert í Danmark. Hinvegin ber til at keypa atgongumerki til aðrar kon­ sertir í Danmark, so tað kann hugsast, at Sp/F Holm­ en ikki longur hevur ábyrgd­ ina av hesum konsertum, sum umboð annars greiddi Planetini frá í februar­ mánaði. Kenny Rogers kemur ikki Konsertskráin hj­á Kenny Rogers í Sep­tembur Woodstock, VA September 04, 2009 7:30 p.m. Shenandoah County Fair Buy Tickets Gatineau, QC, Canada September 05, 2009 Gatineau Hot Air Balloon Festival Buy Tickets Gstaad, Switzerland September 11, 2009 Gstaad Festival Buy Tickets Gstaad, Switzerland September 12, 2009 Gstaad Festival Buy Tickets Aalborg, Denmark September 14, 2009 9:30 p.m. Gigantium Buy Tickets Copenhagen, Denmark September 15, 2009 9:30 p.m. Valby­Hallen Torshavn, Faroe Islands September 17, 2009 9:30 p.m. Sportshall Torshavn, Faroe Islands September 18, 2009 9:30 p.m. Sportshall Bergen, Norway September 20, 2009 9:30 p.m. Grieghallen Buy Tickets Snoqualmie, WA October 01, 2009 8:00 p.m. Snoqualmie Casino Buy Tickets Sum sæst, ber til at keypa atgongumerkir til allar konsertirnar uttan tí í Keypmannahavn og til tær báðar í Føroyum beinleiðis av netinum. Kelda: kennyrogers.musiccitynetworks.com Nýggj ferðavinnudeild stovnað Uttanríkisráðið hevur til tess at raðfesta ferðavinnu valt at seta á stovn deild, ið burturav skal arbeiða til frama fyri ferðavinnuna. Deildin hevur fingið navnið Deildin fyri ferðavinnu, og í altjóða høpi VisitFaroeIslands. Uttanríkisráðið sigur, at høvuðsuppgávan hjá deildini verður at menna og marknaðarføra Føroyar sum ferðaland í tøttum samstarvi við nýstovnaða ferðavinnufelagið og vinnuna annars. Nýggja deildin er farin til verka at fáa til vega hagtøl um ferðavinnuna sum vinnugrein og at gera eina virksemisætlan fyri marknaðarføring av Føroyum sum ferðamál. Ætlanin fer at gerast grundarlag undir arbeiðinum og raðfestingunum hjá Deildini fyri ferðavinnu tað sum eftir er av 2009 og í 2010. Stjóri á nýggju ferðavinnudeildini er Súsanna Sørensen. ­ Ferðavinnan er heimsins størsta vinna. Vit hava eitt vakurt land og áhugavert mentanarlív. Nú skal eitt miðvíst arbeiði gerast at marknaðarføra og menna føroysku ferðavinnuna. Tí er at fegnast um, at Deildin fyri ferðavinnu arbeiðir tætt saman við Ferðavinnufelagnum og øðrum um at gera eina slíka ætlan fyri marknaðarføring av Føroyum sum ferðalan, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður. Stóra stjørnan kemur ikki til Føroya í ár. Tað er nú endaliga staðfest. Júst hvat gekk galið, veit framvegis ongin Tilgjørd mynd