fríggjadagur 10. juli 2009síða 2
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti
2
Í vikuni komi stóri
klassikarin um
bjørnina Padding
ton út á føroysk
um fyri fyrstu ferð
Bókadeildin spennir seg
rættiliga út í hesum døgum.
Ikki minst fingu vit í vikuni
stóra klassikaran um bjørnina
Paddington á føroyskum.
Søgan er um lítlu bjørnina
úr myrkasta Peru, sum smeyg
sær umborð á eitt skip, sum
fór til Onglands og kom til
Paddington tokstøðina. Einasta
viðføri var eitt kuffert og eitt
spjaldur, har tað stóð skrivað:
"Gerið so væl og ansa eftir hesi
bjørn. Takk fyri." Og so ein tóm
súltutoyskrukka sjálvandi.
Á tokstøðini stóðu hjúnini
Henry og Mary Brown og bíðaðu
eftir dóttrini, tá Henry varnaðist
okkurt lítið og loði í nánd av
skrivstovuni fyri Mist viðføri.
Hjúnini gjørdist so hugtikin av
litlu bjørnini, at tey tóku hana við
sær til hús í Windsor Gardens og
góvu henni navn eftir tokstøðini.
Eina løtu ivaðust Henry og Mary
um tey høvdu borið seg rætt at,
men bjørnin Paddington varð
verandi og hevur búð síðani
saman við Brown hjúnunum,
børnunum Judy og Jónatan og
gomlu frú Bird líka síðani
Í nærum fimm áratíggju hava
søgurnar um bjørnina Paddington
hugtikið børn og vaksin um allan
heim. Bøkurnar eru komnar út í
nógvum ymsum útgávum, men
hendan nýggja føroyska týðingin
er av upprunasøguni, ið kom út
fyrtsu ferð í 1958.
Tað er Pauli Hansen, sum hevur
týtt søguna um Paddington til
føroyskt. Føroyska útgávan er
sera snøgg og prýdd við kendu og
sera hugtakandi tekningunum hjá
R.W. Alley.
Nr. 130 • 10. juli 2009
Avkubbing
Tað eru so nógvir mátar at gera nýggj orð uppá.
Vit kunnu geva gomlum orðum ein nýggjan týdning, tað er t.d.
tað, sum er hent við fløguni.
Vit kunnu gera avleiðingar av verandi orðum.
Ella vit kunna hefta forstavilsir og endingar upp í verandi orð.
Men ein annar, rættiliga originalur máti hevur eisini verið at sæð
millum føroyskar reinsarar.
Ístaðin fyri at seta okkurt forstavilsi upp í eitt orð kubba teir eitt
forstavilsi av!
Úrslitið hevur ofta verið margháttligt.
Eitt nú hava setningar sum hann undraði hana verið at síggja.
Hetta merkir ikki, sum onkur kanska heldur, at hon helt hann vera
løgnan, at hon undraðist á hann, nei, hetta skal eitast at merkja
hann beundraði hana.
Be- er lagt fyri hatur, tí avhøvda vit orðið, og vupti, hava vit eitt
nýtt orð. At hetta orðið loypir brongl í, er so ein onnur søga.
Men be- ger góða nyttu. benytta er altso ikki tað sama sum nytta.
At skriva hann nyttaði sær av henni ístaðin fyri hann benyttaði
sær av henni hevði verið sama óforstáiliga volapük sum omanfyri
nevndi setningur.
Men eisini for- hevur fingið av koyrlinum.
Ein dagin nakað herfyri, tá ódnirnar herjaðu í tí Caribiska havi-
num, hoyrdu vit, at ódnin eisini kann fáa álvarsligar avleiðingar fyri
falnar bygningar í Havana.
Onkur spyr helst, íðan, tá ið bygningarnir longu eru farnir um koll,
hví er ódnin so so hættislig?
Men her eiga vita at duga at hugsa við tí avkubbandi nýskapanini
í huga.
Tí tað, sum tíðindamaðurin meinar, er forfalnir bygningar. Men
tann knái útvarpsmaðurin hevur hildið forfalnir ljóða í so óføroyskt
og hevur so kubbað for- av. Og soleiðis fáa vit falnar bygningar.
Men at vera fallin og vera forfallin er altso hvørt sítt.
Forstavilsið for- hevur tvinnanda upprunar í føroyskum.
Vit hava t.d. forfall við herðing á fyrsta stavilsi, har for- er nor-
rønt, og vit hava forfall við herðing á øðrum stavilsi, har for- er týskt
av uppruna. Og bæði forstavilsini hoyra til kjarnan av føroyskum.
Hóast tað júst eru orð í í seinna flokkinum, ið ofta verða illa meiðs-
lað av misskiltari reinsing.
Men her hjálpir ikki bara at kubba for- av.
At forkela er altso ikki tað sama sum kela
At forbjóða er ikki tað sama sum bjóða.
Men hvussu skal tann neyðars føroyingurin vita, nær for- er nor-
rønt, nær týskt?
Skal hann, um hann vil gera sær nakrar vónir um at snakka rætt,
ganga runt við einari etymologiskari orðabók í lummanum og hyg-
gja í hana, áðrenn hann torir at lata munnin upp?
Her kann skjótt koma sperðil í. Hugsið tykkum sprundið, sum
bjóðar sjeikinum at koma at vitja seg. Glaður er hann og sær fyri
sær eitt hugfarsligt kvøld. Men hann stendur so nipin, tá hann
kemur á stongdar dyr. Hann kann ikki vita, at daman er farin at tosa
nýføroyskt við avkubbaðum orðum. Tá hon sigur bjóða, meinar hon
tískil forbjóða.
Fryktandi er fyri, at tann smáddi biðilin næstu ferð heldur velur
sær eitt danskt drós, tí hana stendur hann so í hvussu er.
P-v
verða
komm
føroysk
ð
punktum
Málstrikan
MÁLFELAGIÐ
ð
Bjørnin Paddington
á føroyskum
Nýggj bók
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Upprunasøgan um bjørnina Paddington, sum hevur hugtikið
lesarar um allan heim í fimm áratíggju, er nú komin á
føroyskum í sera snøggari útgávu