fríggjadagur 10. juli 2009síða 7
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti
7
Nr. 130 • 10. juli 2009
ingcentur, tá tað er útsøla. Men
samanumtikið er tað fyri tað
mesta positivt at vera kendur,
sigur Jay.
- Vit kundu sjálvandi gjørt nógv
meiri, um vit veruliga vildu dyrkað
tað, at vit eru kendir, skoytir Nik
uppí. – Men vit gera hetta ikki
bara fyri at verða kendir. Vit vilja
verða kendir fyri okkara tónleik
-og bara fyri tónleikin.
- Tað er ikki feitt at vera kendur
bara fyri at vera kendur. Men tá
fólk rópa á okkum á gøtuni, og
siga, at okkara tónleikur er feitur,
tá er tað gott. Ella tá fólk koma
yvir til okkum og siga, at tey hava
nýtt onkran av okkara sangum, tá
tey blivu gift, tá er tað feitt. Tí tá
hava vit fatur á tí rætta endanum.
Men alt hitt sigur okkum ikki so
nógv, so tað kundu vit kanska
verið fyriuttan, heldur Nik.
- Eg haldi eisini, at fólk kenna
okkara nøvn og okkara tónleik,
meiri enn tey kenna okkum, sigur
Jay. – Um vit eru úti onkustaðni,
har onkur frá x-factor eisini er, so
eru tað tey frá x-faktor, sum fólk
kenna aftur, tí tey eru so nógv
frammi í miðl unum. Okkara andlit
eru ikki so kend annað enn frá
video løgum og konsertum, vísir
Jay á.
- Nú hava fólk eisini funnið
útav, at vit eru seriøsir tónleik-
arar og at vit duga tað, vit gera.
Í fyrstuni ivaðust fólk í, um hetta
bara var til stuttleika. Tá var
nýggheitsvirðið stórt, og fólk
vóru bæði jalig og neilig. Nú
vita fólk hvat vit standa fyri,
fjepp ara skarin veksur stútt, og
bæði 5 ára gomul smábørn og 60
ára gomul koma yvir til okkara
og halda, at vit eru kul og gera
góðan tónleik, og tað er feitt,
heldur Nik.
Serligt show í
Føroyum
- Vit vita enn ikki heilt hvat verður
á skránni í Klaksvík. Vit vilja
gjarna gera eitt heilt serligt show
til Føroyar, eftirsum tað nú er so
langt síðani vit hava verið har, og
tað gera vit nakrar dagar, áðrenn
vit koma til summarfesti valin,
greiðir Nik frá.
- Tað gera vit við at fara í studio
saman við nøkrum tón leikarum,
har vit bara sita og jamma og
finna útav hvat skal til fyri at gera
eina stóra fest.
- Men vit kunnu gott avdúka,
at vit hava gestir við, skoytir Jay
uppí.
- Ja, vit koma við gestum og ætla
at gera eina rímiliga stóra veitslu,
tekur Nik undir við honum.
- Vit hava spælt við sama
orkestrið í 8 ár, men nú hava vit
gjørt av at gera nakað nýtt, og
hava massar av øllum møgulig-
um góðum við. Vit hava til dømis
heitasta DJ’in í Danmark við
okkum, og vit lova, at tað verður
gott og festligt í Klaksvík, slær
Jay fast.
»Nú hava vit sligið navnið fast. Vit hava spælt klokkan 13 um
dagin, tí fólk hava hildið okkara tónleik verið fyri børn, og klokkan
01, tí fólk hava hildið, at vit bert eru fyri ung, sum ganga á
diskotek. Men tað er broytt nú. Nú eru vit eitt høvuðsnavn«
Nik
»Vit eru blivnir eldri, og tað skal eisini merkjast. Vit hava ikki
gjørt nakra drastiska útvikling, men vit hava nú gloppað hurðini
fyri tí politiska og fyri øðrum virðum, til dømis familju. Nú er
tað ikki bara stripp-klubbar fýra dagar um vikuna longur«
Nik
MMMM: MMMMMM MMMMMMMMMMM