Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-10, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. juli 2009síða 21

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 33 • 10. juli 2009 21 inngangur grams.fo Grovari enn nakrantíð Byrjað dagin saman við okkum. Royn okkara nýggju røð av breyðum og morgunbreyðum. M i n . 6 % f b u r M a x 2 % f e i t t Hoyvíksvegur 65 · Tlf 31 21 61 Mortan í Hamrabyrgi Sakni eina javnstøðu í matlistarliga úttrykkinum í Føroyum! Fert tú á matstovu í Føroyum er tað næstan 100 % prosent, at eitt mannfólk stendur í køkinum sum kokkur. Ikki tí, at nakað er galið við hesum sum so. Men tað kundi verið áhugavert at vitað hvat kvinnurnar í Føroyum hava uppá hjarta, tá ið tær sleppa at spæla sær í einum matstovu- køki við bestu rávørum. Eins og í aðrari list, bókmentir, tónleik ella myndlist, so er munur á mannfólki og konufólki. Sjálvandi er eisini munur á fólki sum heild, men eg hugsi at kynið eisini upplivir og virkar út frá serligum fyritreytum, tá ið matur skal gerast. Matur frá mest viðurkendu matstovum í heiminum (Michelin-matstovur) er sum oftast eisini eyðkendur við at mannfólk standa í køkinum. Soleiðis er allastaðni. Kvinnurnar – kanska serliga í Føroyum – standa enn fyri størstan part í køkinum heima við hús og gera gerandismat, ið tó sanniliga eisini hevur sín týdning sum heilsu- og trivnaðarberandi partur av tilveruni. Í sushi-matstovuni Etika í Havn, sum lat upp í vikuni, varnaðist eg ta fantastiska fyribrigdi í Føroyum, at allir kokkarnir eru kvinnur! Annfríða, Kob, Elsa, Linda og Jansy standa í køkinum og gera okkum vakurt og vælsmakkandi nigiri, maki, miso osfr. Harafturat er leiðarin fyri Etika eisini konufólk, Winnie Simonsen. Tað tykist sum at eyðkendi mannfólka-heimurin í matstovu-køkunum er í broyting! Tað er at gleðast um. Kvinnur sum kokkar