fríggjadagur 10. juli 2009síða 22
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 33 • 10. juli 2009
Da Luca, IGT Tarantino,
Primitivo-Merlot 2008
Manoir Grignon, VdPd’Oc,
Cabernet-Syrah 2007
Trevini Primo, IGT
Veneto 2008
Vidigal, Vinho Regional
Estremadura, Reserva 2005
22
vín
ummælið
mortan@hamrabyrgi.com
Uppruni: Turt reyðvín úr Italia
Ummæli: Kirsubersvartur litur.
Berkendur og innbjóðandi
ungur angi við frískari
frukt, bromber, lakres og
krút og ein feril av leðri frá
fatlagring. Tættur, frískligur
og samansettur bersmakkur
við góðari javnvág millum
fruktsøtleika, fruktsýru og
garvasýru. Drúvusløgini
Primitivo og Merlot renna sera
vakurt saman í hesi útgávuni
frá 2008. Hetta er fjórði
árgangurin, ið eg ummæli av
Da Luca og góðskan hevur
verið støðugt góð. Tann besta
higartil.
Kostnaður: Kr. 72,50
Skoðsmál:
Uppruni: Turt reyðvín úr
Fraklandi
Ummæli: Kirsuberreyður litur.
Eyðkendi sólber-angin frá
Cabernet-drúvuni markerar seg
beinanvegin, og so hómast eitt
dárandi pipar-spæl frá Syrah.
Saint Émilion hittir Rhône!
Sera samansettur smakkur
við góðari fyllu, er næsta
sjokolátukendur og við brá av
turkaðum kryddurtum. Langur
eftirsmakkur við revsandi
lakress-broddi. Sera gott vín til
prísin!
Kostnaður: Kr. 74,50
Skoðsmál:
Uppruni: Turt hvítvín úr Italia
Ummæli: Bleikur gulur litur.
Lættur súrepli/sitrón-angi við
undirtónum av abrikos frá
Pinot Grigio-drúvuni og ferska
frá Chardonnay. Leskiligt
fruktakent vín við hampuligari
fyllu og javnvág. Súrepli, pera,
sitrón og abrikos. Frískt og
elegant, men plastproppurin
ger at vínið goymist illa. Skal
drekkast skjótt. Fýra stórar.
Kostnaður: Kr. 72,00
Skoðsmál:
Uppruni: Turt reyðvín úr
Portugal
Ummæli: Døkkur granatreyður
litur. Bersøtligur og krydddaður
angi. Smakkurin heitur og
kryddkendur, men samstundis
eisini nakað flatur og følnaður.
Runt og bleytt vín, men eingin
livandi broddur ella rættur
ryggur.
Kostnaður: Kr. 61,00
Skoðsmál:
Mortan í Hamrabyrgi
ummælir vín úr Rús drekka
sølu Landsins. Skoðsmálini
eru latin í mun til samsvar
millum prís og góðsku.
Fleiri av vínsløgunum í dag
eru áður ummæld. Í eldri
árgangum. Men tvey av hesum
enntá í sama árgangi. Tað
sigur okkum rættiliga nógv um
hvussu sløgini halda sær. Talan
er um reyðvíns-sløgini Vidigal
og Manoir Grignon.
Portugiska Vidigal 2005, ið
áður hevur hepnast sera væl
sum ungt er í dag ein skuggi av
sær sjálvum. Fruktin er følnað
og vorðin nakað fløt. Framvegis
eitt hampuligt keyp, men ikki
var víninum lív lagað rættiliga
leingi.
Tá er øðrvísi við suðurfranska
Manoir Grignon 2007. Sum
ungt var tað rættiliga afturlatið
og mestsum ov skikkiligt við
”brylkrem í hárinum”. Í dag
hevur tíðin gjørt Manoir til
mans og tað foldar seg vakurt
út við alskyns samansettum
tónum. Her er lívið júst byrjað.
Ein nýfloygd pisa.
Henda søgan sigur okkum
at sumt vín hóskar seg væl at
goyma, meðan annað vín bara
skal drekkast beinanvegin. Og
tað kann vera ilt at meta um
hjá vanliga brúkaranum.
Man
blívir
ikki
yngri