Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-10, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. juli 2009síða 23

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 33 • 10. juli 2009 Tú kundi fyri tað staðið á Manhattan millum risa bygn­ ingar. Ikki er Hafnia beint yvir av so høgt, men kortini er í dag ein altjóða dámur á Áar veg num í Havn. Mitt á Áarvegnum finnur tú eina arkitektoniska perlu, eitt fleirhyrnut glashús við flag tekju. Inni er alt í reinum, ein faldum og neyvum japansk um stíli. Svart og appilsingult. Beinar linjur og rundar formar. Og harmoniskt. Føroya fyrsta sushi­matstova, Etika í Havn er nú latin upp og før oy ingar hava nú høvið at royna høvuðsútflutningsvøru okkara, fiskin, í sínum reinasta og kanska vakrasta formi. Sum sushi! Hendan matstovan stend­ ur í stíli einki aftanfyri nøk­ ur highstreet sushi­barr í metropolunum í vestur heim­ inum. Alt kennist sera væl fyri­ reikað og heilhjartað sett í verk. Myndarøðin gevur eitt innlit í hesum Men hvussu smakkar? Fyrst og fremst verður tú væl mót tikin á Etika. Tú kennir teg í góðum hondum og verður veg leiddur um hvat hetta snýr seg um, ið nú skal fara fram. Tað kann hjá summum tykjast ræð andi, hetta við etipinnum, nógv um skálum, soja, og løgn­ um rís­sneisum. Men sera vakurt at sjá, tað kunna vit vera samd um. At eta sushi er hugnaligt og ikki so torført sum tað sær út. Tað er loyvt at eta við fingrum. Sushi snýr seg um at nøkta allar sans ir. Eyguni skula hava sítt, góma kenslan, smakksansurin, ang in og oyruni, tá ið vit seta tennir nar á. Sushi er eyðkent við estetiskum sniði,kontrast­lit um, silkimjúkar og knasandi ko n­ sistensum, søtligum og sterk um smakkum. Men altíð í har moni. Sum heild var allur matur á Etika hendan dagin væl greidd­ ur úr hondum. Rætta snið ið og stødd, rætti smakkur og konsistens. Sjálvandi er al tíð okkurt at finnast at, tá ið so stór verkætlan fer av bakka stokki. Ráa jákupsskelin á nigiri kundi verið meira søtlig og krem ut í konsistensinum og grøna te’ið meira skynsamt traktað. Men øll hava byrjunar­trupulleikar. Samanumtikið eri eg ovfarin av at tað ber til at røkka so høgum støði av sushi­ konseptinum í Føroyum. Har er einki at smæðast um og eg fari uttan at blunka at bjóða So man ika frá Manhattan/N.Y.C. á Etika at eta. Etika er ikki bara ráur fiskur. Eisini er tara­salat at fáa og so ser ligu sticks’ini, ið eru lítil grill­ spjót við ymiskum kjøti, fiski og grøn meti. Etika er eisini Føroya fyrsta vín barr. Ein sera framkomin vín­auto mat frá Enomatica við 8 sløg um av hvítvíni og 8 sløgum av reyðvíni stendur beint sum tú kemur inn í matstovuna. Her ber til sjálvur at fáa sær eitt glas av væl­tempereraðum hvít­ ella reyðvíni. Tú kanst fylla pen ing á eitt kort og sjálvur stinga tað í maskinuna og fylla í glasið, sum Etika eisini hevur gjørt burtur úr er rætta snið at fáa allan angan við. Ordilig vín gløs síggjast tíverri ikki alla staðni! Eg havi hug at seta ein spurning til matarskránna. Ferða­ fólk eru sum heild farin at spyrja til hvørt toska­ ella tun­slagið er burðardygt fiskað. Tað er ikki longur nóg mikið at alt smakkar væl og er snøgt. Altjóða mat­bloggarar, Greenpeace, WWF og Hollywood­sirkussið gerast meira og meira tilvitaði um burðardyggan fisk. Skula vit taka ímóti kultiveraðum ferðafólki í Føroyum, kunna vit vænta okkum slíkar spurningar framyvir. Og vit eiga at svara teimum. At enda vil eg gera vart við at leiðarin á Etika, Winnie Simonsen, er útbúgvin frá Suhrs í Keypmannahavn. So vit kunna okkum í góðum hondum at eta ráan fisk á Etika. 23 mat ummælið mortan@hamrabyrgi.com Mortan í Hamrabyrgi um mælir mat úr føroysku matvøru handl unum. Skoðsmálini eru latin í mun til góðsku. New York-dámur á Áarvegnum