fríggjadagur 10. juli 2009síða 24
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 33 • 10. juli 2009
24
bóka
ummælið
mortan@hamrabyrgi.com
Góð frukt
...úr Keyps samtøkuni
Góð frukt
...úr Keypssamtøkuni
Nógvar meiningar eru um
vitamin og mineral og munur
er á hvussu undirbygd vitanin
handan meiningarnar eru.
Men í førum har vísindin
kanska ikki heilt kann
staðfesta hvat er upp og
niður er tað eftir mínum tykki
týdningamikið at nógv ymisk
fólk sleppa til orðanna við
sínum sjónarmiðum.
Danin Henrik Dilling,
ið er útbúgvin biopat og
føðsluráðgevi, sigur í nýggjari
bók, ”Lev sundt med vitaminer
og mineraler” frá sínum
sjónarmiðum um hetta
spennandi evni.
Tað er greitt at likam okkara
hevur tørv á vitamin og
mineral, og serliga spennandi
er tað, tá ið vit sjálvi mugu
veita likam okkara hesi evni
umvegis matin ella tablettum.
Tí hvussu nógv og hvussu
ofta? Hundraðtals meiningar
hava verið um hesi viðurskifti
seinastu hálvu øldina.
Kendast er ivaleyst kjakið um
c-vitaminið. Nógvar Nobel-
virðislønir hava verið latnar
seinastu nógvu árini hesum
viðvíkjandi, m.a. Linus Pauling.
Nýggja bókin frá Dilling letur
øllum áhugaðum eitt yvirlit
yvir hvørji vitamin og mineral
mannalikamið tørvar. Eisini fer
bókin í dypdina við ta tvørsøgn
at nógv frukt og grønmeti í
dag frá nútímans landbúnaði
at kalla ikki inniheldur hesi
týdningamiklu evni longur.
Tú fært prei um hvussu tú
kanst eta fyri at fáa nóg mikið
av vitamin og mineral í dagligu
føðsluni. Bæði fyri at fyribyrgja
smærri sjúkurnar og størri
lívsstílssjúkurnar.
Føroyingar og nýggja
frámælið at eta grind verður
sanniliga eisini umrøtt. Her
er sum kunnugt talan um
tungmetallið kyksilvur, ið er
sera eitrandi fyri likamið. Tó
ger Dilling tann feilin eins og
nógv onnur at blanda saman
organiskt bundið kyksilvur,
sum finst í tvøsti og spiki og er
vandamikið, við óorganiskum
kyksilvuri sum m.a. finst í
amalgam í tannplombum og
ikki er vandamikið. Her vísa
allar kanningar at eingin vandi
er á ferð fyri tann, ið gongur
við amalgam í tonnunum.
Tað verður ikki upptikið av
likaminum. Tað erheldur
ein umhvørvis-spurningur í
mun til trupla framleiðslu og
burturbeining.
”Lev sundt med vitaminer
og mineraler”, Henrik Dilling,
Lindhardt og Ringhof, 272
blaðsíðir, innbundin, uml. kr.
270
Alt um
vitamin
og mineral
Mortan í Hamrabyrgi
umrøður nýggjar bøkur
um mat og drekka