mánadagur 13. juli 2009síða 31
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Nr. 131 - 13. juli 2009
Stórar produktiónir,
nýggj ar upplivingar og
hugna ligar umstøður
verða nøkur av lykla orð
unum hjá Summar festi
vali num 2009
Tónleikur
Ragnhild Ellingsgaard
Um 24 dagar verður Føroya størsti
festi valur skotin í gongd við ein
um braki av eini festivalskrá.
Hes in verður tann sætti í røðini
og við nøvnum sum Robin Gibb,
Boys In A Band, Nik & Jay,
Chase, Abba The Show, Frændir
og fleiri øðrum skuldu øll tekin
verið í luftini fyri, at dagarnir frá
6. august til 8. august fara at
teljast millum teir heilt góðu í ár.
Men hvussu gongur við øllum?
Eru fyrireikingarnar farnar í
gongd? Verður nakað øðrvísi á
skrán ni? Vit hava hitt ein av
fyrireikarunum, Erik Biskopstø,
til eitt lítið prát og lovar hann, at
hetta árið verður betri enn nakran
tíð fyrr.
Endamálið hjá okkum er at
gerast betri og betri fyri hvørt ár.
Longu nú er staðfest, at ljóð ann
leggið í ár verður størri í mun til
undanfarin ár og festivalurin í ár
verður eisini øðrvísi á tann hátt,
at vit ongantíð fyrr hava havt so
stórar tónleikarligar produktiónir
á skránni. Millum annað koma vit
at uppliva strúkarar frá London
Phil harmonica Orcestra, tá Abba
The Show fara í gongd og Robin
Gibb hevur sent boð um, at hann
ætlar at brúka stórar videoskermar
á pallinum sum ein part av tí
visuel lu upplivingini. Hetta er alt
nak að, sum vit ikki hava roynt
fyrr – og ikki minst krevur hetta
nógv av okkum sum fyrireikarar,
tá mesta útgerðin skal finnast
uttan landa, greiðir Erik frá.
Av somu orsøk hava fyri reik ar
ar nir tilvitað valt ikki at taka fleiri
út lensk nøvn á skránna, tá stóru
pro duktiónirnar á pallinum inni
bera nógv arbeiði og góða tíð
mill um tey ymsu skiftini.
Eitt heilt nýtt upplivilsi bíðar
har um f ramt teim ungu, tá festi
val ur in longu hóskvøldið leggur
til brots við donsku Nik & Jay.
Teir koma til Føroya við einum
heilt nýggjum showið, sum fyri
tað mesta er rættiliga djkent.
Tað ber ikki til at hugsa
tradionelt, tá tú hugsar um Nik &
Jay. Teir koma við eini heilari
ungdómsmentan, sum vit eru stolt
av at kunna bjóða teim ungu á
Vágs bøi. Showið hjá teimum
verð ur uttan iva nakað at gleða
seg til, sigur Erik Biskopstø og
legg ur afturat, at eisini Flagstjaldið
fær nýtt skap, tá pallurin í ár flytir
frá einum enda til annan.
Pallurin hevur øll árini ligið í
sama stað, men í ár flyta vit hann
so hagar, har inngongdin annars
hevur verið. Hetta gevur betri
at komu møguleikar
til
góðu
toilett við urskiftini í fótbólts skýli
num og lættari atgongd hjá tón
leikar unum til backstagehølið.
Ikki minst er minni hall á undi r
lag num hesu megin tjaldið, so
hetta verður uttan iva ein góð
loysn fyri allar partar, heldur
hann.
Sjálvt festivaløkið fer annars at
líkjast sær sjálvum við hugnaligum
mat støðum og sølubúðum av
al skyns slag. Millum annað verð
ur ein tattoveringsbásur, har tú
kanst fáa tær eitt festivalminni á
kropp in og tiltiknu festi val búff ar
nir frá Hotel Norð verða eisini at
fáa.
Vit leggja okkum eftir at skapa
eitt umhvørvið, har øll familjan
kann fáa okkurt. Børnini kunnu
fara ein túr í Silvaland, sum við
tíð ini er vorðið ein lítil festivalur í
sær sjálvum. Her verður tónleikur
og ikki minst fleiri ókeypis tilboð
til teir yngstu gestirnar. Tey ungu
fáa møguleika til at stuttleika sær
við fleiri fjølbroyttum upp livi ng
um og tey tilkomnu skulu kunna
seta seg niður við onkrum góðum til
matna. Alt hetta verður so kryd da og
blanda saman við tón leiki; útlendskum
sum føroyskum. Gamalt og nýtt
verður blanda sam an, kendir og
ókendir tónar fær fólki at savnast og
eftir er bara at njóta lívið. Soleiðis
hevur tað verið øll árini – og í ár verða
til boð ini betri enn nakrantíð, lovar
Erik Biskopstø, sum longu nú hev ur
úr at gera við fyrireikingum til ársins
brak av einum festivali.
Robin Gibb
minn ist Michael
Jackson
Bee Gees telist millum 10 tey
mest seljandi tónleikanøvnini í
søgu ni. Frammanfyri teir finna
vit m.a. Michael Jackson, sum
fy ri stuttum andaðist. Robin Gibb
met ti Michael at vera ein góðan
vin og hevur sum eina seinastu
heils an til poppkongin sent út het
ta skriv:
Vit hava ikki bara mist ein
góð a n vin. Vit hava eisini mist eitt
fantastiska kensluborið menni sk
ja. Bee Gees hoyrdi tónleik við
somu oyrum sum Michael Jack
son. Hann hevði eina framúr góða
rødd og milliónir av fólki, sum
enn ikki eru fødd, fara at syngja
hansara sangir. Hetta eigur at læra
okk um at virðismeta og viður ken
na slíkar gávur, meðan vit fram
veg is hava tær millum okkum.
Um vit, meðan hann enn var á lív
ið, høvdu givið honum bara ein
part av tí heiðuri og tí viður kenn
ing, sum hann hevur fingið eftir
sín deyða, so var hann kanska ikki
deyður nú. Tað er ein syrgiligur
sann leiki. Ein troyst er tó, at han
sa ra eftirmæli fer at siga.
Við hesum orðum ynskti Robin
Gibb at minnast Michael Jackson,
sum, eftir hansara tykki, doyði alt
ov tíðliga.
Robin Gibb
sum frímerki
Robin Gibb, sum í næsta mánaði
skal spæla øll tey stóru hittini hjá
Bee Gees á Vágsbøi, legði í sein
as tu viku leiðina fram við Isle of
Man, har hann varð føddur.
Orsøkin til hetta var, at post
verk ið á Isle of Man hátíðarhelt
50 ára stovningardagin hjá bólki
num, sum verður mettur at vera
ein av mætastu poppbólkunum í
søgu ni. Í hesum sambandi hava
tey framleitt eina heilt serliga røð
av frímerkjum og høvdu tey eisini
bjóðað brøðrunum báðum, Robin
og Barry Gibb, at hátíðarhalda
løtu na saman við teimum.
Bæði Robin og Barry vóru við í
bólki num Bee Gees; ein bólkur,
sum legði ein stóran part av heim
um undir sínar føtur, tá teir borð
reid du við hitti omaná hitti.
Um onkur hevur hug at hyggja
nærri eftir frímerkjunum – ella
kans ka at keypa tey – kann hetta
ger ast á heimasíðuni www.iom
stamps.com.
Við spurningum í lum
ma num hittir Ragn hild
Ellingsgaard hvønn dag
nýggj fólk á gøtu ni. Í dag
er tað Dia
Jacob sen
úr Havn,
sum stend
ur fy ri
skotum.
Dia ar beið
ir í Grøn
landi, hev ur verið á 5
Summar festi valum og
ætlar hann sær aftur á
Vágsbø í ár
1. Hvør er orsøkin til, at tú
ætlar tær aftur á SF í ár?
Summarfestivalurin er nú
einaferð Føroya størsti
festivalur. Hann hevur tey
størstu nøvnini og har koma
nógv fólk. So tað er ein góð
blanding av góðum tónleiki og
hetta at hitta fólk, tú kennir.
2. Hvør hevur verið tín besta
tónleikaliga uppliving á SF?
Scorpions á Vágsbøi í 2007.
Ikki langt aftanfyri koma
Dynamit, sum totalt rokka,
duga væl at enda ein festival
og ikki minst at fáa fólkið við.
Sleppi heldur ikki undan at
nevna Hanus Johansen, sum
hvørja ferð borðreiðir við eini
super uppliving.
3. Liggur tú í tjaldi ella
ordiligari song á SF?
Eg havi ongantíð enn tjalda
á Summarfestivalinum, sjálvt
um tað eisini kundi verið ein
uppliving í sjálvum sær. Eg
vænti tó, at eg sovi í eini
ordiigari song hjá onkrum,
sum eg kenni.
4. Hvør er løgnasta upp
livingin, tú hevur havt á SF?
Tað man uttan iva vera í
2007. Um dagin vitjaði eg fólk
og sum vera man vóru
klaksvíkingar sera blíðir.
Hetta var tíðliga um dagin og
veðrið var fínasta slag. Men
sum flest øll minnast versnaði
bara út á dagin. Tá leið móti
kvøldið vóru eg og nøkur
vinfólk farin á Maverick, har
sangur og gott lív var – og
uttan veruliga at hava varnast
nakað, var veðrið fari frá at
vera ringt til at vera orkan.
Eg visti av ongum og fór út
at svala mær á. Beint tá
koppaðoi stóra teltið og ein
sløkkiliðsmaður kom rennandi
eftir mær. Hann bað meg
skunda mær burtur, tí leysir
lutir foku runt í vindinum.
Tástani gekk upp fyri mær,
hvussu ringt veðrið var og at
allar konsertir vóru avlýstar
restina av festivalinum…
5. Hvønn kundi tú hugsað
tær at hoyrt á SF 2010?
Eitt realistiskt boð kundi
verið Kim Larsen ella The
Dubliners. Hesar havi eg dámt
síðani fyrstu ferð, eg hoyrdi
teir.
Erik Biskopstø, fyri reik
ari, tosar við ar beiðs
mennirnar á Summar
festivalinum 2008
- har hittini hittast
FESTIVALTÍÐINDI við Ragnhild Ellingsgaard
Summarfestivalur 2009:
Eitt brak av einum festivali