mánadagur 13. juli 2009síða 33
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SIC er í uppskoti til
heiðursløn hjá heim-
sins størsta óhefta tón-
leikafelagsskapi. Føroyki
rokkbólkurin er nú millum
10 teir seinastu av 46.00
tónleikabólkum
TÓNLEIKUR
Uni Holm Johannesen
uni@sosialurin.fo
- Tilnevningin prýðir væl
og virðiliga um okkara cv.
Tað er veruliga ein heiður at
verða valdir fram um 46.000
aðrar bólkar.
Føroyski rokkbólkurin SIC
er í uppskoti til virðislønina
fyri Death Metal tónleik
hjá Just Plain Folks, sum
er heimsins størsti óhefti
tónleikafelagsskapur. Heili
42.000 fløgur og 560.000
løg vóru í uppskoti, áðrenn
dómararnir funnu fram til
endaligu tilnevningarnar.
10 tónleikabólkar eru eftir í
stríðnum um virðislønina.
Boðini komu
tilvildarliga
Fyri einum góðum ári
síðan sendi tónleikar-
arnir úr SIC ein teldupost
til tónleikafelagsskapin.
Teldupostadressan er skift,
og tískil komu boðini um
tilnevningina tilvildarliga.
Føroyski rokkbólkurin hevur
ymisk løg og videoupptøkur
á síni myspacesíðu, og tað
var millum annað orsakað
av hesum, at Just Plain
Folks valdi føroyingarnir
fram um 46.000 aðrar tón-
leikabólkar.
- Vit møttu Lenu Andersen
í býnum, og hon greiddi
okkum frá, at vit vóru
tilnevndir. Tað kostar okkum
nógv at fara til Nashville,
men um vit skulu framføra
til tiltakið, so fara vit avgjørt,
sigur Eddie Jacobsen,
gittarspælari í SIC.
Lena Andersen er
somuleiðis tilnevnd eina
virðislønin. Tað er sum besti
kvinnuligi singer/songwriter.
Heiðurstiltakið verður í
Nashville í USA hin 29.
august í ár.
Tilnevningin kom óvart á
Hesir bólkar eru í uppskoti til Death Metal heiðurslønina:
Tónleikabólkur:
Fløgan:
Tjóðskapur:
Keratoma
Anathema
USA
Blinded Colony
Bedtime Prayers
Svøríki
Media Lab
Bleeding Memory
USA
Mastifal
Carnivora
Japan
Str8jackit
Full Metal Jackit
USA
Falling To Pieces
Left To Rust
USA
SIC
Pandemonium
Føroyar
Rustmine
Self Destruct
USA
Gross Misconduct
The Process of Indoctrination
USA
Stigma
When Midnigh Strikes!
Italia
Eddie Jacobsen,
gittarleikari í SIC,
er ovurfegin um, at
føroyski rokkbólku-
rin er í uppskoti til
heiðursløn hjá Just
Plain Folks
- Eg steðgi ikki, áðrenn tað
er greitt, hvør og hvat tók
lívið av beiggja mínum.
Tað sigur La Toya Jackson,
systur Michael Jackson í
samrøðu við Daily Mail og
News of The World. Løgnu
umstøðurnar kring deyða
Michael Jackson hava tískil
fingið eina vend.
- Michael var umgyrdur
av einari ørgrynnu av fólki,
ið hildu hann burtur frá
familjuni. Vit eru sannførd
um, at tað eru fleiri fólk
íblandaði. Deyði hansara
var ein samansvørjing fyri
at fáa hendur á hansara
pengum. Hann átti minst
virði á eina millión dollarar
í tónleikarættindum.
Hann greiddi mær frá fyri
nøkrum árum síðan, at hann
óttaðist, at fólk vóru eftir
honum. Øll verða bilsin, tá
endaligu úrslitini eru greið,
sigur La Toya Jackson,
systir Michael Jackson, við
Daily Mail og News og The
World.
- barbara
- Michael Jackson varð myrdur