týsdagur 14. juli 2009síða 2
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
tíðindi
Nr. 132 - 14. juli 2009
Tað einasta, sum er
heilt víst, er at ongin
konsert verður. Hvør
hevur ábyrgdina
er nú stríð um, og
helst endar málið í
rættinum
avlýsing
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Tað er endaliga staðfest, at
ongin konsert verður við
Kenny Rogers í Føroyum.
Sp/f Holmen, sum skuldi
skipa fyri konsertunum, sig
ur, at teir eru snýttir fyri
eina rúgvu av peningi, og at
felagið nú hevur meldað
umboðsmannin til løgregl
una.
Av kriminaldeildini ver
ur váttað, at Sp/f Holmen
hevur verið í samband við
løgregluna um hetta mál.
Teir hava ongantíð havt
ráð til Kenny Rogers, og
tað, sum teir siga er loddrøt
lygn, sigur Cutter Mehri,
sum í hvussu so er hevur
umboðað Sp/f Holmen í
sambandi við Kenny Rogers
konsertirnar.
Benny við Sandá undrast
ikki á hetta.
Maðurin hevur ikki so
gott orð á sær, men vit
fingu álit á honum, og nú
hevur hann snýtt fyri sera
nógvar pengar, og tað kem
ur bara meira fram, sigur
hann.
Skelkaðir av støðuni
Fyriskipararnir í Sp/f Holm
en siga seg vera serstakliga
skelkaðar av støðuni, sum
er íkomin, og greiða frá, at
teir hildu alt vera í lagi, líka
til teir fingu boð frá høllini
á Hálsi, at konsertirnar ikki
blivu veruleiki.
Vit ringdu beinanvegin,
og fyri fyrstu ferð sjálvir, til
managaran
hjá
Kenny
Rogers í Amerika og søgdu
sum var. At vit vóru íleggar
ir til Kenny Rogers konsert
irnar, sum skuldi verða í
Føroyum og ynsktu at fáa
váttað, at øll viðurskifti í
samsvari
við
sáttmálan
framhaldandi vóru í lagi.
Sum tíverri vænta segði
managarin, at Kenny Rog
ers konsertirnar vóru avlýst
ar, av tí orsøk, at teir ikki
høvdu fingið alla deposit
umupphæddina enn, og at
managarin ongantíð hevði
sent nakran teldupost til
Cutter, sum segði at alt var
ílagi og at vit bert manglaðu
at gjalda tí seinastu upp
hæddina.
Av tí, at okkara umboðs
maður hevði skipað tað
soleiðis, og hevði stolið
hesar upphæddir var sátt
málin við Kenny Rogers
brotin
aftanfyri
okkara
rygg, sigur Sp/f Holmen.
Visti tað altíð
Cutter Mehri vísir hinvegin
á, at hann síðan marsmánað
hevur væntað, at konsertir
nar ikki blivu til veruleika.
Eg roknaði alla tíðina
við tí. Altso, at teir ikki
høvdu ráð til konsertirnar.
Men av tí, at eigararnir av
Sp/f Holmen síggja út at
vera væl fyri fíggjarliga á
teirra livihátti, so helt eg
onkursvegna, at tað fór at
bera til. Seinni finni eg útav,
at teir nýta allan peningin
frá bilettsøluni til egna
nýtslu og so taki eg sjálvur
pengarnar úr Ekspert, sum
løn fyri mítt arbeiði, sigur
Cutter Mehri, sum er sann
førdur um, at hinir royna at
nýta hann til syndabukk í
hesum málinum. Samstundis
sum hann heldur, at hinir
hava syrgt fyri, at hann fær
torført við at skipa fyri
konsertum aftur.
Sendu til privatkontu
Fríggjadagin skrivaði Sosi
alurin, at peningur vantaði,
so at konsertin kundi gerast
veruleiki.
Sp/f Holmen greiðir frá,
at hesin peningurin varð
fluttur, og at teir nú hava
funnið útav, at hetta var ein
privatkontu í Danmark, sum
fekk peningin, og ikki rætti
viðkomandi í Ameriku.
Tað eri eg, sum havi
gjørt allar avtalurnar, og
avtalan var um at fara, tí
Sp/f Holmen ikki hevði
goldið nóg mikið av pen
ingi. Tí kravdi eg, at pengar
nir vórðu fluttir. Men tað er
rætt, at tað var ein konto hjá
mær, men eg trúði ongantíð,
at pengarnir fóru at koma.
Og tað gjørdu teir heldur
ikki, sigur Cutter Mehri.
Báðir partar nevna eisini
ymisk onnur dømi um
løgnar hendingar í málinum.
Og har eru partarnir heldur
ikki samdir.
Ongin konsert
Hóast tað er ilt at siga, hvat
er satt og ikki í hesum mál
inum, so kann endiliga
endaliga staðfestast, at ong
in konsert verður. Málið
endar helst alt hjá løgregl
uni, og tað verður helst ikki
fyrr enn dómur verður sagd
ur í møguliga málinum, at
nøkur skuld endaliga kann
verða givin.
Cutter Mehri trýr tó, at
fólk fáa peningin aftur fyri
keypt atgongumerki. Júst
soleiðis, sum Sp/f Holmen
greiðir frá.
Vit vilja heita á fólk,
sum hava keypt atgongu
merkir um at senda tey til
postboks 1390, 110 Tórs
havn og viðmerkja navn,
telefonnummar, bústað og
hvar atgongumerkið varð
keypt áðrenn 1. august
2009, so vit kunnu gjalda
upphæddina aftur.
Sosialurin hevur roynt at
fáa eina úsøgn frá Kenny
Rogers, men tað hevur ikki
eydnast.
Rogersmálið
helst í rættin
Sp/f Holmen vísir bæði í skrivi og munnliga á, at tað er Cutter Mehri, fyrrverandi umboðsmaður
hjá Sp/f Holmen, sum hevur snýtt fyritøkuna. Cutter Mehri sigur hinvegin, at Sp/f Holmen
ongantíð hevur havt ráð til Kenny Rogers, og tí datt alt á gólv
”
- Teir hava ongantíð havt ráð til Kenny
Rogers, og tað, sum teir siga er loddrøtt
lygn, sigur Cutter Mehri, fyrrverandi
umboðsmaður
”
- Av tí, at okkara umboðsmaður hevði
skipað tað soleiðis, og hevði stolið hesar
upphæddir, varð sáttmálin við Kenny
Rogers brotin aftanfyri okkara rygg,
sigur Sp/f Holmen
Danska stjórnin framgongd
Í gjár vóru 100 dagar, síðani Lars Løkke Rasmussen tók við sum danskur
forsætisráðharri, og sambært einari nýggjari meiningakanning er
undirtøkan hjá stjórnini vaksin í hesum tíðarskeiðinum. Kanningin, sum
DR hevur latið gera, vísir, at teir báðir stjórnarflokkarnir og
stuðulsflokkarnir, Danski Fólkaflokkurin og Liberal Alliance, fáa
undirtøku frá 52,4 prosentum av fólkinum. Hetta er ein munandi broyting
samanborið við eina kanning fyri einum mánað síðani, tí hon gav
andstøðuflokkunum 51,8 prosent. Harafturat vísir kanningin hjá DR, at
Vinstri hevur havt framgongd og er nú tvey prosentstig framman fyri
Sosialdemokratarnar, sigur DR.
Prestar funnir deyðir
Í Kuba eru fólk farin at seta spurnartekin við, hvat hendi tveim
um sponskum prestum, sum eru funnir deyðir. Annar varð funn
in í februar, og gjáramorgunin varð líkið av hinum funnið á
einum oydnum staði uttan fyri høvuðsstaðin Havana. Tann
katólska kirkjan í Kuba heldur uppá, at prestarnir vórðu myrdir,
men hvørki myndugleikarnir ella fjølmiðlarnir hava nevnt mál
ið við einum einasta orði, skrivar Reuters. Myndugleikarnir
hava tó boðað frá, at teir kanna framvegis, hvat hendi prestin
um, sum varð funnin deyður í februar. Talsmenn hjá katólsku
kirkjuni í Kuba hava sagt, at tær fyrstu kanningarnar vístu greið
tekin um, at talan var um morð.