Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-13, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. juli 2009síða 24

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 tíðindi Nr. 130 - 13. juli 2009 Sólin skein á Summ­ ar tónum og sólin skein á Summartónar, sum eru av á hesum sinni. Sambært Kristia ni Blak hava tey fingið ógvuliga góð ar afturmeldingar, ser liga til konsertir við Gjógv og úti í Mykinesi TÓNLEIKUR Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Í eina góða viku ferðaðist Kristian Blak saman við tón leikarum og øðrum lista­ fólk kring Føroyar. Til­ samans vitjaðu tey í 11 bygd um og býum – alt frá Tórs havn og Klaksvík til Mikla dal og Mykines. Summar tónar 2009 eydn­ aðist serstakliga væl – bæði tónlistarliga og eisini hvat veðrinum viðvíkur. Talan var um innandura eins væl og uttandura kon­ sert ir, umframt at dansur og málningalist var partur av ársins Summartónum. Minniligar konsertir – Tað gekk ógvuliga væl hjá okkum. Vit upplivdu áhuga allastaðni, vit vitjaðu, og tónlistarliga var tað ógvu liga spennandi og fjøl­ broytt, sigur Kristian Blak, fyrireikari av Summar tón­ um. Hann sigur, at tey hava fing ið góðar afturmeldingar upp á tiltøkini. – Serliga útikonsertinar við Gjógv og í Mykinesi ha va fólk latið ótrúliga væl at, sigur hann. Kristian Blak vísur á, at úti kon sert­ in ar – ella open­air kon sert­ ir nar, sum tað eisini verður rópt – geva fólki nakað heilt ann að í mun til somu kon­ sertir, ið verða hildnar inni. – Tað eru hesar, ið festa seg í minnið hjá fólki. Hes­ ar konsertirnar, tá ljóð frá aldum og áum, fuglum og seyði, blíva partur tón leik i­ num, greiðir Kristian Blak frá. Hann vísir á, at tilvildin eisi ni spælir ein stóran leik­ lut til slíkar konsertir, tí veðri num eru fyrireikararnir ik ki harrar yvir. – Men vit høvdu tað bak­ an di heitt og ikki avlýstu ikki eina konsert, teir átta dagar nar, vit vóru í gongd, sigur Kristian Blak. Smáplássini væl vitjað Sambært Kristiani Blak Sólin skein á Su Sólin skein í gjónna við Gjógv, tá Summartónar vórðu hildnir har leygardagin 27. juni, har hesar myndir eisini eru frá. Hetta var ein av mongu væleydnaðu konsertunum hjá Summartónum, ið vóru hildnir í bæði bý og á bygd Myndir: Rólant Waag Dam