týsdagur 14. juli 2009síða 4
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 132 - 14. juli 2009
Rík skulu rinda meiri skatt
Í einari nýggjari meiningakanning í Danmark siga 61 prosent av
teimum spurdu, at tað er í lagi at krevja meiri skatt frá teimum,
sum forvinna meiri enn eina millión krónur um árið. 26 prosent
siga seg vera ímóti tankanum, og tey seinastu 13 prosentini hava
onga beinleiðis hugsan um málið. Tað eru Sosialdemokratarnir og
Sosialtisiski Fólkaflokkurin, sum hava skotið upp, at fólk, sum
forvinna meiri enn eina millión krónur árliga, skulu rinda fimm
prosent í eykaskatti av tí inntøkuni, sum er oman fyri milliónina.
Eitt tílíkt uppskot hevði rakt umleið 20.000 danir.
Svensk ungfólk arbeiðsleys
Um mánaðarskiftið var arbeiðsloysið í Svøríki 5,0 prosent ímóti 4,7
prosentum í mai. Talið er tó ikki sambæriligt við onnur lond, tí
svenska arbeiðsloysistalið umfatar bara fólk, sum hava skrásett seg
sum arbeiðsleys. Hagstovan í Stockholm sigur, at verður
arbeiðsloysið roknað eftir tí háttinum, sum er vanligur í hinum ES-
londunum, so er svenska arbeiðsloysið 9,0 prosent. Tað merkir, at
446.000 sviar eru heilt ella lutvíst arbeiðsleysir, skrivar tíðindastovan
TT. Tað er serliga hugvekjandi, at arbeiðsloysið millum svensk
ungfólk er sera stórt. Hagstovan sigur, at av teimum 15 til 24 ára
gomlu eru 30 prosent arbeiðsleys. Tað er helvtina meiri enn fyri
einum ári síðani.
Ein 26 ára gomul
føroysk kvinna
fekk onga hjálp
og varð avvíst av
læknavaktini, hóast
hon segði at hon var
úr sama flogfari sum
maðurin, ið hevur
fingið staðfest H1N1
smittuna. Tað veit
Kringvarpið at siga í
dag
H1N1
Rógvi Nybo
Rogvi@sosialurin.fo
Kringvarp Føroya veit í
dag at siga, at ein ung
kvinna varð avvíst av
lækna vaktini
um
viku-
skiftið, hóast grundað an
illgruna um svínakrím.
Eftir fleiri áhaldandi og
miseydnaðar royndir, fekk
kvinnan um hálvgum trý
tíðina sunnudagin fatur á
læknavaktini. Har greiddi
hon frá, at hon kendi seg
illa og hevði fepur. Har-
afturat hevði hon verið í
sama flogfari sum maðurin,
sum longu hevur fingið
staðfest krímið. Men har
fekk kvinnan at vita, at
støðan ikki var nóg álvar-
som, og at vakthavandi
einki fekk gjørt. Tí varð
hon avvíst.
Síðani hevur hon verið
hjá kommunulækna, og har
hevur hon fingið at vita, at
hon helst er smittað við
H1N1 smittuni, hóast hetta
enn ikki er endaliga vátt-
að.
Kvinnan er kannað, men
tað ganga í minsta lagi
tveir til tríggir dagar til
endaligt svar fæst.
Sat undir liðini
á smittaða
Tey avvarðandi og 26 ára
gamla kvinnan standa púra
spyrjandi, og undrast stór-
liga framferðarháttin hjá
læknavaktini.
Kringvarpið veit nevni-
liga at siga, at kvinnan
hevur sitið undir liðini á
manninum,
sum
hevur
fingið staðfest H1N1 smitt-
una, tá hon kom við flog-
farinum til Føroya týsdagin
í farnu viku klokkan 14.
- Tí tykist tað okkum
púra óskiljandi, at lækna-
vaktin hevur skúgvað allan
illgruna til viks og hevur
avvíst kvinnuna, siga av -
varðandi hjá kvinnuni við
útvarpið.
Tey undrast eisini á tað
dupulta í at myndugleikarnir
boða frá, at tey, sum hava
verið við flogfarinum, eiga
at koma undir læknahond
beinanvegin, um tekin eru
um sjúkueyðkenni, sam-
stundis sum læknavaktin
avvísir kvinnuna, tá hon
boðar frá.
Avvíst hóast ill-
gruna um smittu
Eitur ikki svínakrím
Heimsheilsustovnurin hjá ST, WHO, samtykti tann
30. Apríl í ár, at nýggja krímið ikki skal kallast
svínakrím, men at stovnurin framyvir bert fór at nýta
vísindaliga heitið, ið er H1N1 influensa A. Orsøkin er
at WHO óttast at ræða brúkarar frá at eta svínakjøt,
og at man vil sleppa undan at lond geva boð um
hópslátur av svínum. Boðini komu dagin eftir at
Egyptaland gav boð um, at tað vildi slakta øll tey
400.000 svínini í landinum, ið verða hildin av einum
kristnum minniluta, koptunum. Fleiri lond hava eisini
bannað innflutning av eitt nú svínakjøti úr Meksiko,
hóast svínakrím sambært WHO ikki breiðir seg við at
eta svínakjøt, ið er reiðiliga gjørt til.
-rn
Lagt til rættis: Rógvi Nybo
Danska Heilsustýrið ávarar
á heimasíðu sínari um, at
hóast Nýkrímið er eitt sera
milt krím, so er avgjørt
orsøk til at royna at
avmarka smittuna
- Nýkrímið (H1N1) er
ein nýggj virus, ið upp á
stutta tíð er breidd til tað
mesta av heiminum. Í allar-
flestu førum gevur nýggja
krímið mild sjúkueyðkenni,
ið eru av eftir bert fáum
døg um. Hóast tað, er
um ráðandi
at
avmarka
smittuna, ávarar Sundheds-
styrelsen á heimasíðuni.
Til tess at fáa fólk at
avmarka smittuna, hevur
danska Heilsustýrið listað
upp trý góð ráð, um hvussu
tú eigur at gera.
Vaska hendur javnan
Krímvirus setur seg lætt-
liga á hendurnar og breiðir
seg umvegis lógvatak og
yvirflatur so sum hondtøk.
Vaska tí javnan hendurnar
við sápu
Hosta ella
nýs í ermuna
Krím breiðir seg gjøgnum
virus í smáum dropum frá
hosta, njósturi ella líknandi.
Káva tí út yvir munn og
nøs, tá tú hostar ella nýsur.
Nýt ein einnýtis lummaklút
ella ermuna, heldur enn
hondina.
Ver heima,
um tú ert sjúkur
Krím breiðir seg lættliga á
skúlum,
arbeiðsplássum
og í stovnum. Set teg í
sam band við lækna um -
vegis telefon, heldur enn at
møta upp í bíðirúminum.
Kelda: www.sundhedsstyrelsen.dk
Verj teg
og onnur
móti Ný-
kríminum
(H1N1)
Ein 26 ára gomul kvinna varð avvíst av læknavaktini, hóast illgruni var um at hon hevði H1N1 smittuna
(mynd: Beinta Haraldsen)