mikudagur 24. oktober 2001síða 13
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 205 - 24. oktober 2001
Nr. 205 - 24. oktober 2001
25
HEILSANIR
Góða Anna Sofía
Lukku og gleði á tínum 15 ára degi. Nú mást tú stýra
chattingini. Vit gleða okkum at feira føðingardagin saman
við tær. Alt tað besta.
Kærar heilsanir, mamma og Søren
Hjartaliga takka vit øllum tykkum, ið vóru við til at gera
okkara hjúnabandsdag tann 14.7.2001 so hugnaligan og
ógloymandi. Takk fyri fjarrit, gávur og blómur.
Marita & Jógvan
Góða, elskaði mamma
Hjartaliga tillukku við 23
ára degnum og alt tað besta
í framtíðini. Eg elski teg.
Kærastu heilsanir frá
lítla ba
Góða dóttur og systir
Hjartaliga tillukku við 23
ára degnum og alt tað besta
í framtíðini.
Kærastu heilsanir frá
okkum øllum
HEILSANIR
Gevið gætur
Bert heilsanir, skrivaðar á henda lepan og goldnar
frammanundan við 30,- kr. fáa innivist í blaðnum.
Til ber eisini at lata okkum lepan og gjald í avgreiðs-
luni á Argjavegi 26, millum kl. 8.00 og 16.00.
Myndaheilsanir skulu vera okkum í hendi á mið-
degi 2 dagar fyri útkomudag. Viðmerkið annars
niðanfyri, um heilsanin ynskist í blaðið ávísan dag.
Týsd. Mikud. Hósd. Fríggjad. Leygard.
Tekstur:......................................................................
...................................................................................
...................................................................................
...................................................................................
...................................................................................
...................................................................................
Myndina aftur: Minnist til at skriva navn og bústað
aftanfyri á myndina og at leggja við ein frankeraðan
brævbjálva við navni og bústaði.
Um neyðugt fyri arbeiðsgongdina, taka vit okkum
rætt til at fáa heilsanina í blaðið annan dag, enn tann
ynskta.
Sent hevur (skal fyllast út).
Navn: ........................................................................
Bústaður: ..................................................................
Bygd/býur: .................................... Tlf.: .................
Heilsanir
5 ferðir um vikuna
30,- kr.
Sendið lepan, mynd og gjald til:
Postsmoga 76 •110 Tórshavn
Merkið bjálvan: »Heilsanir«
Góða kona og mamma
Hjartaliga tillukku við 60 ára degnum ynskja
vit trý
Góði, elskaði Eyðbjørn
Hjartaliga tillukku við 5 ára degnum ynskja
vit øll í húsinum, omma og abbi
Góða fastir
Hjartaliga tillukku við 23 ára degnum. Okkum leingist illa
eftir tær, vit síggjast kanska næsta summar.
Kærastu heilsanir Natalia og Mattias
Góði Hans
Hjartaliga tillukku við 6
ára degnum, sum er í dag.
Alt tað besta í framtíðini
ynskja
omma og abbi í Havn
Góða Lisbeth
Tillukku
við
degnum
23.10. Vit elska teg.
Heilsan, maður og børn
Góða Elin
Hjartaliga tillukku við 9 ára føðingardegnum 23. okt.
ynskja
mamma, babba, Kim Bogi og Hildur
Góði Jóanis
Hjartaliga tillukku við føðingardegnum 21/10. Jesus pápi
signi framtíð tína. Vit her niðri gleða okkum at síggja teg
til jóla.
Kærar heilsanir, abbada, Anna Sofía, Sigrun og Søren
Góða Anna Sofía
Hjartaliga tillukku við 15 ára føðingardegnum 23.10. Tað
var stuttligt, at tú var her í Føroyum í heystfrítíðini. Jesus
pápi signi framtíð tína.
Kærar heilsanir, omma í Klaksvík
C
M
Y
K
25
24
Fulltrúi til skrivstovuna hjá
Dátueftirlitinum
Við hesum verður søkt eftir fulltrúa til skrivstovuna hjá
dátueftirlitinum.
Uppgávur
Arbeiðsuppgávurnar eru fjølbroyttar so sum máls-
viðgerð, vegleiðing og ráðgeving av almennum
myndugleikum
og
privatum,
fyrireiking
og
tilrættisleggjan av fundum og málsviðgerð hjá ráðnum,
dagføring av heimasíðuni við kunnandi tilfari, gera
ársfrágreiðing og virkisætlan.
Faklig førleikakrøv
Sett verður sum krav, at umsøkjarar hava útbúgving frá
hægri læristovni. Tó kunnu eisini tey søkja, ið væntandi
verða liðug næsta summar.
Persónlig førleikakrøv og royndir
Umsøkjarar skulu kunna arbeiða sjálvstøðugt, vera
miðvísir og hava góð samstarvsevni. Umsøkjarar skulu
harumframt hava góðan kunnleika til edv og til føroyskt
mál.
Løn og setanartreytir
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjar-
málastýrið og avvarðandi fakfelag.
Vit kunnu bjóða
Talan er um eitt sjálvstøðugt starv við nógvum avbjóð-
ingum, har møguleiki er fyri at hava ávirkan á arbeiðs-
uppgávurnar. Góðir møguleikar fyri upplæring og eftir-
útbúgving.
Nærri upplýsingar um starvið
Møguligir umsøkjarar kunnu seta seg í samband við
Rúna Joensen, deildarstjóra ella Ingunn Eiriksdóttir
fulltrúa tlf. 351010, fyri at hoyra meira um starvið.
Umsóknir
Umsóknir við prógvum, c.v. og møguligum viðmælum
skulu sendast
Løgmansskrivstovuni
Tinganes
Postboks 64
110 Tórshavn
og skulu vera Løgmansskrivstovuni í hendi í seinasta lagi
á middegi fríggjadagin 9. november 2001.
Dátueftirlitið er ein
óheftur fyrisitingar-
myndugleiki, sum vísir til
Løgmansskrivstovuna.
Dátueftirlitið er skipað við
ráði og avgreiðslu-
skrivstovu og hevur eftirlit
við allari viðgerð, sum
lógin um viðgerð av
persónsupplýsingum
fevnir um.
Dagliga virksemi hjá
dátueftirlitinum verður
røkt av avgreiðslu-
skrivstovuni. Ráðið, sum
landsstýrismaðurin setir, er
skipað við formanni og 2
øðrum limum. Ráðið ger
egna reglugerð og nærri
reglur um arbeiðsbýti
millum ráð og
avgreiðsluskrivstovu.
Uppgávan hjá Dátu-
eftirlitinum er fyrisiting av
persónsupplýsingarlógini.
Eftirlitið hevur av sínum
eintingum ella eftir klagu
frá einum skrásettum
eftirlit við, at øll viðgerð,
sum lógin fevnir um, bert
fer fram í samsvari við
lógina og reglum ásettum
við heimild í lógini.
Av øðrum uppgávun kann
nevnast vegleiðing og
ráðgeving av almennum
myndugleikum og
privatum viðvíkjandi
skráseting og víðarigeving
av persónsupplýsingum,
viðgerð av klagum og
málum, sum ráðið av
sínum eintingum hevur
tikið upp, og viðgerð av
fráboðanum og umsókn-
um um loyvir.
Dátueftirlitið hevur
heimild til at gera
kanningar á staðnum hjá
almennum
myndugleikum og hjá
privatum.
Dátueftirlitið skal geva
ummæli til ætlaða
lóggávu, sum viðvíkur
persónsupplýsingum og
annars virka fyri góðum
dátuviðgerðarsiði.
Frá Eysturoyar
Javnaðarfelag
Øll javnaðaráhugað eru vælkomin á lima-
fund, sum verður í Bygdarhúsinum í
Leirvík í kvøld kl. 20.
Við á fundinum vera Dan Petersen,
Vilhelm Johannesen og Hendrik Old.
Nevndin
veitst tú ikki tað?
Við Sosialinum
Í BÝIN
Sosialurin
fer í býin
hvørja viku
og tú
sleppur at
fylgja við
hvussu
hetta
spælir av
Les í býin
næsta hósdag !
Les í býin
hvønn hósdag !