Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-16, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. juli 2009síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 tíðindi Nr. 134 - 16. juli 2009 Olja til 42 ár afturat Hevur bretska oljufelagið BP rætt, er nóg mikið av olju í heimsins undirgrund til at nøkta eftirspurningin tey næstu 42 árini. Tá eru møguligar oljugoymslur í einum parti av Kanada ikki taldar við. Metingin hjá BP sigur eisini, at heimurin hevur nóg mikið av gassi til at nøkta tørvin tey næstu 60 árini og nóg mikið av koli til tey næstu 122 árini. BP sigur, at orkumarknaðurin fer at broytast í komandi árum, og at tað verða menningarlondini við Kina á odda, sum fara at brúka ta mestu orkuna. Higartil hava OECD- londini verið roknað sum tey, sum hava ta størstu orkunýtsluna í heiminum. Seinkað rúmdarferð Eftir fleiri útsetingar orsakað av vánaligum veðri bleiv rúmdarferjan Endeavour endiliga skotin út í rúmdina í gjárkvøldið. Kósin varð sett ímóti altjóða rúmdarstøðini ISS, sum er í ringrás 350 kilometrar uppi, og hagar kemur Endeavour í morgin. Við sær hevur ferjan ein pall, sum skal setast uttan á rúmdarstøðina, og sum skal brúkast til ymsar kanningar. Eftir ætlanini skal Endeavour steðga hjá ISS í ellivu dagar og seta seg aftur á Kannedy Spacecenter tann 31. juli. Sjey fólk eru við á ferðini. NASA sigur, at ætlanin er at gera átta ferðir afturat, áðrenn ISS er liðugt útbygd. Tvær smittu- keldur skrá- settar Fýra nýggir til­ burðir av H1N1 eru staðfestir í Føroyum. Tað boðaði Bjarni á Steig, virkandi landslækni, frá í morgun. Talan er um tvey børn og tveir vaksnan persónar, umframt at enn ein smittukelda er skrásett H1N1 Rógvi Nybo Rogvi@sosialurin.fo Í morgun vóru fýra nýggir tilburðir av H1N1 staðfestir í Føroyum. Harvið er samlaða talið av tilburðum í Føroyum komið upp á 10. Til sam- anberingar kann nevnast, at einans sjey tilburðir eru staðfestir í Íslandi higartil. Talan er um tvey børn og tveir vaksnar persónar. Tríggir av tilburðunum eru á somu smittulinju, sum teir higartil staðfestu tilburðirnir. Tann fjórði er komin við einum øðr- um flogfari til Føroya, og kannað verður í løtuni hvørjum flogfari talan er um. Ítøkiliga avleiðingin av, at tað nú eru staðfestar tvær smittukeldur er, at tilbúgvingarstigið í Føroy- um verður hækkað upp á hægsta stiga, stig 6. Dagstovnar og skúlar í Føroyum hava ongar ítøkiligar ætlanir, hvat tey skulu gera, um H1N1 staðfest á stovninum ella í einum skúlaflokki. Álitið liggur á, at onkur yvirskipaður myndugleiki kemur við einum útspæli H1N1 Rógvi Nybo Rogvi@sosialurin.fo Dagstovnar og skúlar í Før- oyum hava onga sum helst tilbúgvingarætlan at halda seg til, verður H1N1-smitt- an staðfest á stovninum ella í einum skúlaflokki. Tað vísir ein stutt spurnar- runda, sum Sosialurin hevur gjørt. Hanna Thøgersen, leiðari á Dagstovninum við Kráir í Hvalvík, sum húsar 60 børn- um, sigur, at ongar konkret- ar ætlanir fyriliggja, um hvussu tey skulu gera, verð- ur eitt av børnunum á stovn- inum smittað av H1N1. - Eg veit ikki heilt hvussu vit skulu fyrihalda okkum. Eg havi gingið og hugsað um tað í nógvar dagar, og føli at tað er mín uppgáva at fylgja væl við, hvussu støðan er við influensuni, sigur Hanna Thøgersen. Vandin av fyri nú Hásummar er nú, og hetta er eisini tíðin, har bæði skúl- ar og dagstovnar eru stongd- ir. Tí ávirkar hetta ikki so nógv – enn í øllum førum. - Vit eru í tí hepnu støðu, at dagstovnurin fer í summarferiu í morgin. Men eg havi hugsað nógv um tað seinastu dagarnar, og eg vildi ynskt at eg visti, hvar eg skuldi venda mær til, verður H1N1 staðfest í stovn- inum hjá okkum, greiðir Hanna Thøgersen frá. Heldur ikki í skúlunum, sum byrja aftur um góðan mánað, fyriliggja nakrar ítøkiligar ætlanir. Skúlastjórin í Leirvíkar Skúla, Fríðfinnur Johnsson, viðgongur, at tey ongar ítøki- ligar ætlanir hava klárar. - Eg gangi bara út frá, at tað er ein yvirskipaður myndugleiki, ið kemur við nøkrum leiðreglum, um hvussu vit skulu fyrihalda okkum. Í tí føri, at onkur verður sjúkur í okkara skúla, so venda vit okkum nokk læknan, greiðir Fríð- finnur Johnsson frá. Morgunsangurin kann lúta Eingi boð ella ætlanir eru komin frá nøkrum yvirskip- aðum myndugleika, um hvussu stovnar ella skúlar skulu fyrihalda seg. Men hóast tað, so royna tey sum frægast at gera ymiskt, soleiðis at tey kunnu byrgja upp fyri smittuvandanum. - Vit royna at hugsa um reinførið, og minna børnini á at vaska fingrar ofta, og vit hava bæði eygu og oyru opin, og royna at ansa ser- liga væl eftir, greiðir Hanna Thøgersen, leiðari á Dag- stovninum við Kráir í Hvalvík, frá. Eisini í Leirvíkar skúla hava tey hugsað um, hvussu tey skulu gera, tá skúlin byrjar aftur. - Man roknar við, at Pan- demibólkurin kemur við einum útspæli, hvussu vit skulu gera, men burtursæð frá tí, hugsa vit ikki so øgi- liga nógv um tað. Tað einasta eg havi hugsað um, er um morgunsangurin er tað rætta at hava nú, tí tá eru allir flokkarnir jú savnaðir saman, greiðir Fríðfinnur Johnsson, skúlastjóri, frá. Skúlar og stovnar vita sær eingi ráð um H1N1 Skúlar og dagstovnar vita sær eingi ráð, hvussu tey skulu gera viðvíkjandi H1N1-smittuni, tá bæði lata upp aftur eftir summarferiuna Tilvildarlig mynd Føroyar eru nú fluttar upp á stig 6 á tilbúgvingarstiganum. Tað hava Heilsustýrið, landslæknin og Sundhedsstyrelsen gjørt av. Orsøkin er, at nú eru tvær smittukeldur staðfestar H1N1 Rógvi Nybo Rogvi@sosialurin.fo Endaliga tilbúgvingarstigið er nú tikið. Føroyar eru fluttar upp á hægsta stiga á tilbúgvingarstiganum móti farsóttum. Hetta merkir, at vit nú eru komin inn í tað, ið verður kallað »tann Pandemiska fasan«. - Tað nýggjasta er, at ein ungur persónur er smittaður uttanfyri smittulinjuna, sum var frá flogfarinum, sum lendi í Vágum seinasta týs- dag. Hetta merkir at vit hava tvær smittukeldur, segði Bjarni á Steig, virk- andi landslækni, við Kring- varpið á middegi í dag. At vit eru flutt upp á stig 6 merkir hóast alt ikki tær stóru broytingarnar fyri van- liga fólkið. Nakrar mannagongdir verða tó broyttar í tilbúgv- ingini. Ein broyting er, at strang- ari eftirlit verður við fólki, ið hava verið í tøttum sam- bandi við persón, serliga í flogfari. Hevur ein persónur, ið er smittaður við H1N1, verið við flogfari, so eru tey fólk, ið hava sitið í somu røð, tvær rekkjur frammanfyri og tvær rekkjur aftanfyri til- burðin, at rokna sum fólk í tøttum sambandi við tilburð- in, og verða sett í viðgerð um sjúkutekin vísa seg. Eisini skal alt flogtæn- astufólkið undir viðgerð, og um tað er eitt flogtæn- astufólk, ið verður sjúkt, so verða øll ferðafólkini at rokna sum at hava verið í tøttum sambandi við influ- ensuna, og skulu helst í við- gerð. Føroyar á hægstu tilbúgving