Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-16, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. juli 2009síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 134 - 16. juli 2009 Nú verður enn enn ein gjørd gjørd at avmarka søluna av tollfríum tubbakkki, tí samgongan ætlar, at hetta skal vera við til at bjarga landinum burtur úr kreppuni KreppupaKKi Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Nú verður enn ein roynd gjørd av avmarka møguleik­ ar hjá teimum, sum ferðast til Føroyar, at keypa tollfrítt tubakk. Tað er nevniliga ein part­ ur av nógv umrødda, men ultra­loyniliga, kreppupakk­ anum hjá samgonguni. Keldur, sum hava verið í fíggjarmálaráðnum og fingið frágreiðing um ætl­ aða kreppupakkan, fortelja fyri Sosialinum, at ein part­ ur av kreppupakkanum er at avmarka søluna av toll­ fríum tubbakki. Keldur okkara siga, at Jóannes Eidesgaard, lands­ stýrismaður í fíggjarmálum, hevur greitt teimum frá, at ætlanin er at minka søluna av tollfríum tubbakki niður í helvt. Hann hevur somuleiðis greitt teimum frá, at hetta fer at geva landskassanum eina eyka inntøku upp á 12 milliónir krónur um árið. Elvt til rok ­ Tað er annars ikki langt síð­ ani, at ein roynd varð gjørd at strika søluna av tollfríum tubbakki, men tann ætlanin elvdi til slíkan politiskan ófrið, at hon varð tikin aftur. Tá ið tann royndin varð gjørd, førdi Jóannes Eides­ gaard, landsstýrismaður í fíggjarmálum, fram, at eftir hansara tykki er sølan av tollfríum vørum ikki annað enn ein stuðul til ferða­ vinnuna og hann helt eisini, at verður sølan avtikin, fer tað at javntseta allar borgar­ ar í landinum, tí tað eru ikki øll, sum hava møguleikan at keypa tollfrítt. Ein annar politikari, sum eisini royndi at avtaka toll­ fríu søluna, var Karsten Hansen, sum var landsstýr­ ismaður í fíggjarmálum í CHE samgonguni, men eis­ ini hann fekk so harða polit­ iska mótstøðu í samgonguni, at hann mátti taka ætlanina aftur. Hann hevði áleið sama sjónarmið, sum Jóannes Eidesgaard, men harafturat helt hann, at tað var ongin, sum ferðaðist til Føroyar fyri at fáa tollfríar sigarettir. Tollfríar sigarettir hjálpa okkum burtur úr kreppuni Stjórin í Smyril Line sigur, at tað verður ein stórur missur fyri ferðavinnuna at missa tollfríu søluna av tubbakki, men hann heldur kortini, at onkrar broytingar kunnu gerast, sum kunnu forsvarast KreppupaKKi Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo ­ Verður sølan av tollfríum tubbakki tikin av, er ongin ivi um at tað verður ein stór­ ur missur hjá Atlantsflogi og Smyril Line. Petur Holm, stjóri í Smyr­ il Line, skilur ikki ætlanina, sum vit umrøða í hinari greinini er á síðuni um at avmarkað søluna av tollfrí­ um tubbakki. ­ Tað merkir at Atlantsflog og Smyril Line tilsamans fáa ein inntøkumiss upp á 12 milliónir og tað fer at gera fyritøkuna so mikið tyngri at gera. Hann sigur, at hetta kem­ ur serliga illa við hjá Smyril Line, sum er mitt í eini einum slagi av fíggjarligari endurreising. ­ Vit arbeiða í hesum døg­ um av øllum alvi at endur­ reisa felagið so at vit yvir­ liva og so at vit í longdini ikki aftur koma í eina støðu, har alt kann fara á heysin, sigur Petur Holm. Hann sigur, at felagið er heilt avgjørt á rættari leið, men at verður tollfría sølan tikin av, verður tað steinur oman á byrðu og fer at gera uppávuna so mikið tórførari. Skilir ikki samgonguna Petur Holm heldur eisini, at tað er ein andsøgn ímillum ætlanina at byggja eina ferðavinnu upp í Føroyum og ætlanina at avmarka søl­ una av tollfríum tubbakki. ­ Eg skilji ikki, hví polit­ ikararnir skulu gera serfør­ oyskar skipanir á ferða­ vinnuøkinum, sum ikki eru galdandi nakra aðrastaðni. Hann staðfestir, at uttan fyri ES, er loyvt at keypa tollfrítt. Í ES er ikki loyvt at keypa tollfrítt, men afturfyri er loyvt at keypa nógv størri mongdir. Ein skilagóð broyting Og Petur Holm heldur, at skulu broytingar gerast í toll­ fríu søluni, er tað bara ein broyting, sum kann forsvar­ ast við einum ávísum skili. Skulu broytingar gerast er tað bara ein broyting, sum kann forsvarast og tað er at gera eina skipan í Før­ oyum sum líkist skipanini í ES. ­ Vilja politikararnir partú broyta tollfríu søluna, er tað bara ein ein møguleiki, sum kann forsvarast og tað er at gera eina skipan, sum er tann sama sum í ES. ­ Í ES ber ikki til at keypa tollfrítt, tá ið ferðast verður um landamørk. Men hinveg­ in ber tað til at keypa mun­ andi størri mongdir enn tað er vanligt í tollfríari sølu. Og hóast talan ikki er um tollfría sølu, er prísurin bílig­ ari enn í vanligari sølu. ­ Tað kundi verið ein broyt­ ing, sum tað ber til forsvara við einum ávísum skili og hetta er eisini ein skipan, har landið, so vítt eg veit, heldur ikki hevði mist inntøkurnar av avgjaldinum. Dýrari ferðaseðlar Hann leggur afturat, at verð­ ur tollfría sølan avmarkað, er lítið at ivast í, at ein stór­ ur partur av tí, sum Atlants­ flog og Smyril Line fáa minni í kassan, verður ført víðari yvir á ferðafólkið. Hinvegin skilir hann ikki, hví vit skulu gera tað upp aftur dýrari at ferðast til Føroyar, samstundis sum vit eru í ferð við at menna eina ferðavinnu, tí tey flestu munnu uttan iva halda, at tað er ivaleysa dýrt framm­ anundan. Hinvegin vísur hann eis­ ini á, at Smyril Line er í eini serligari støðu, tí nógv ferðafólk við Norrønu brúka bara Føroyar sum eina millumstøð á ferðini til og úr Íslandi. ­ Verður ferðaseðilin dýr­ ari enn hann er nú, er lítið at ivast í, at tey í størri mun fara at finna sær beinleiðis samband og so missa vit eisini tær inntøkurnar, sigur Petur Holm Ein stórur missur hjá Atlantsflogi og Norrønu - Tað er ongin meining í at avmarka søluna av tollfríum tubbakki, men skal nøkur broyting gerast í tollfríu søluna, er tað bara ein broyting, sum nakað skil er í, heldur Petur Holm, stjóri í Smyril Line Blair sum ES-forseti Fyrrverandi bretski forsætisráðharrin, Tony Blair, hevur í hyggju at royna at fáa starvið sum forseti í Evropasamveldin­ um, og bretska stjórnin hevur longu boðað frá, at hon styðjar hann. Sambært Lissabonsáttmálanum skal ES hava ein forseta, men sáttmálin kann ikki koma í gildi, fyrr enn írar væntandi fara at góðkenna hann á fólkaatkvøðu í heyst. Ein talskvinna hjá bretsku stjórnini segði í Strasbourg í gjár, at Tony Blair hevur allar neyðugar førleikar til at røkja embætið sum tann fyrsti ES­forsetin. Talskvinnan legði afturat, at allir evropear kenna Tony Blair, og hon ivaðist ikki í, at fólk fara at taka væl ímóti einari avgerð um at seta hann í tað nýggja embætið. Clinton í andróðri Vælvitandi keldur í Washington vilja vera við, at Hillary Clinton, uttanríkisráðharri, stríðist við at varðveita støðu sína í stjórnini. Sambært keldunum er støða hennara viknað eitt sindur aftan á uttanlandsferðina hjá Barack Obama, forseta, og eftir at Joe Biden, varaforseti, hevur úttalað seg um ymisk uttanríkismál. Reginald Dale, blaðmaður hjá Center for Strategic and International Studies, sigur við Reuters, at Hillary Clinton er eitt sera gott umboð fyri USA í útlondum, tí fólk hava álit á henni. Men tann stóri spurningurin er, hvussu stóra ávirkan hon hevur á tað, sum hon sigur og ger, sigur blaðmaðurin.