Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-10-24, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. oktober 2001síða 15

‹ fyrra síða allar 15 síður

Tekstur á síðuni

28 Nr. 205 - 24. oktober 2001 LUFTTRÝSTIÐ Eitt lágtrýst, 996 hPa. í útsynning úr Írlandi fer norðureftir og grynnist, meðan hátrýstið yvir Norska Havinum fer í landsynning. Lágtrýstið við Føroyar fer norðureftir, með- an eitt nýtt lágtrýst tekur seg upp vestan fyri Írland og kemur hendavegin. Hitalagið kring knøttin Illulisat Nuuk Qaqortoq Ammassalik Saint John’s Halifax Reykjavík Seyðisfjørður Tórshavn Lerwick Aberdeen London Tromsø Bergen Oslo Stokkhólm Keypmannah. Helsinki Moskva Berlin Warzawa Kiev Bukarest Paris Madrid Róm Malorca Athen Malta Tunis Beijing New Dehli Bangkok Jakarta Sydney New York Miami Los Angeles Meksikobýur Panama La Paz Rio de Janeiro Buenos Aires VEÐRIÐ Veðrið hósdagin: Fyrrapartin andøvsgul upp í ein strúk av út- synningi og yvirhøvur turt og sólglottar, men seinnapartin hvassur vindur av suðri og landsynningi og regn. Hitin millum 9 og 12 stig. Veðrið fríggjadagin: Andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi, um kvøldið av ymsum ættum. Ælingur og hitin millum 4 og 7 stig. Veðrið leygardagin og sunnudagin: Leygardagin upp í hvassan vind av norði og ælingur, partvís heglingur, men sunnu- dagin lot av útnyrð- ingi og yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin millum 3 og 7 stig. Petur Skeel Jacobsen, veðurfrøðingur greiðir frá um veðrið VESTFALLSKYRRINDI Veðrið í dag: Andøvsgul upp í ein strúk av suðri og út- synningi og ælingur, men eisini sólglottar. Hitin millum 8 og 11 stig. 24. okt.: Fyrra kvarter 26. okt.: Mánin longst frá jørðini Kelda. Álmanakkin 2001 HITALAGIÐ 5 10 15 20 25 30 16 14 12 10 8 6 4 2 0 ÷2 ÷4 Hitalagið mált frá 22/10 kl. 0600– 23/10 kl. 0600. Hitin í gjár: 9,9° Minsti hiti máldur í okt.: ÷4,0o Mesti hiti máldur í okt.: 18,4o Suðuroyar-/ Vágafirði Skúvoyar-/ Skopunarfirði Hestfirði/ Sundalagnum Vestmanna- sundi Mykines- firði Nólsoyar- firði 2 fj. í LS úr Mjóvanesi Leirvíksfirði/ Haraldssundi Kalsoyar-/ Svínoyarfirði Hvanna- sundi Fugloyar- firði Dagur fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. Miðalhitin fyri oktober 24. okt 01.08 13.45 00.08 12.45 00.23 13.00 03.08 15.45 04.08 16.45 — 12.00 11.00 23.38 01.23 14.00 02.23 15.00 00.53 13.30 02.08 14.45 25. okt 02.23 14.59 01.23 13.59 01.38 14.14 04.23 16.59 05.23 17.59 00.38 13.14 — 12.14 02.38 15.14 03.38 16.14 02.08 14.44 03.23 15.59 26. okt 03.35 15.56 02.35 14.56 02.50 15.11 05.35 17.56 06.35 18.56 01.50 14.11 00.50 13.11 03.50 16.11 04.50 17.11 03.20 15.41 04.35 16.56 27. okt 04.18 16.37 03.18 15.37 03.33 15.52 06.18 18.37 07.18 19.37 02.33 14.52 01.33 13.52 04.33 16.52 05.33 17.52 04.03 16.22 05.18 17.37 H H H H L H 7–12 m/s 10–15 m/s AVFALLIÐ 5 10 15 20 25 30 Avfallið: 0,4 mm – mált frá 22/10 kl. 0600– 23/10 kl. 0600 Avfallið higartil í oktober: 103,1 mm 180 160 140 120 100 80 60 40 20 0 Miðalavfallið fyri oktober L L L 7–12 m/s 2 4 5 6 – – 5 5 10 11 11 10 0 11 – 9 11 4 0 11 12 4 17 17 – 23 23 25 26 31 23 31 31 31 21 21 27 19 – 33 16 – 17 7–12 m/s 7–12 m/s 7–12 m/s 5 707265 100036 > Sperðil næstan seks metrar Tað tók tað mesta av einum tíma hjá ein- um hvalbingi at stinga ein sperðil mánakvøldið. Men so var eisini talan um longsta sperðil, vit vita um FØROYSKT MET Áki Bertholdsen Nú í flettingini hoyrist nógv um at summi kappast um at hava tann feitasta veðrin. Men tað verður eisini kappast um annað sam- bandi við slakt. Hesi seinastu árini hevur eitt nú eisini ein kapping tikið seg upp um at fáa tann longsta sperðilin. Og nú flettingin er farin at halla, er aftur eitt nýtt føroyskt met sett í sperðl- um. Tað var ein seyður, sum varð flettur í Sandvík mánakvøldið. Tá ið sperðil- in varð strektur út og tummastokkurin lagdur á, máldi hann ikki minni enn 5,87 metrar og so langan sperðil veit ongin um at siga áður. Gamla metið vóru tað eisini suðuroyingar sum áttu, tað vóru Rólant Sørensen og Álvur Enni á Tvøroyri, sum í fjør stungu ein sperðil, ið var 4,95, so sandvíkarsperðilin var næstan ein heilan metur longri. Tók ein tíma Tað var tá ið teir skuldu fletta hjá Renhard Thomsen í Sandvík mánakvøldið, at teir settu sær fyri at royna at seta nýtt met í sperðli. Teir høvdu nógvan seyð at fletta og ein av seyðu- num var ein seks ára gomul ær. Hørður Vang plagar at fletta, men hesuferð høvdu teir fingið Hjørleif Thom- sen úr Hvalba yvir at hjálpa teimum og honum hevur altíð dámt at gera nógv burturúr at stinga sperðil, tá ið hann flettur. – Eg havi altíð roynt at fingið sperðlarnar so lang- ar sum gjørligt, tí eg haldi, at teir eru eitt tað besta við øllum slaktinum, sigur hann. Hann sigur til stuttleika, at hann verður so argur, tá ið sperðilin miseydnast, at hann hevur bestan hug til at ripa alt krovið út í tún, so høgt gongur hann uppí at fáa ein góðan sperðil. Tað at hann altíð roynir at fáa so langan sperðil sum gjørligt hevur eisini havt til úrslit, at hann hevur havt øgiliga langar sperðlar upp á yvir fýra metrar. Hann hevur funderað eitt sindur yvir hetta her og hann sigur, at tilsamans hevur hann stungið minst 200 metrar av sperðli, verða teir allir lagdir sam- an. – Fyri einum átta árum síðani stakk eg ein upp á 4,92 og tað var longsti sperðil, nakar visti um at siga í fleiri ár. Men tá ið tvøramenn so í fjør komu við einum uppá 4,95 metrar, setti eg mær fyri, at eg skuldi royna at sláa tað metið. Tí var lítið at ivast í, tá ið teir fóru undir ærina mána- kvøldið, tí skal ein fáa langan sperðil, er best at royna við eini ær, tí ærs- sperðlarnir eru teir longstu. Hann sigur, at tað gekk sera væl at venda sperðli- num. – Kunsturin er at hava nóg mikið at vatnið hjá fyri at halda sperðlinum bleyt- an. Vatnið skal ikki vera kalt. Men tað skal heldur ikki vera meiri enn akkurát kuldsligið, tí er tað ov heitt er tað skjótt, at sperðlarnir loypast og so er spælið spilt. Men tá ið hann skuldi stingast, kravdust bæði lættar hendur og størsta varsemi, tí tað er skjótt at so langur sperðil skrædnar. Men tað eydnaðist at fylla hann. Hjørleif sigur, at hann plagar at stinga eitt nýrapetti í hann fyrst fyri at fáa tað at glíða betri. Onn- ur plaga at stinga eitt lungnapetti í hann fyrst, og uppaftur onnur stoyta eitt sindur av lunkaðum vatni, ella blóði í hann, fyri at fáa fylluna at glíða lættari í sperðilin. Men sjálvur er hann fastur í trúnni uppá nýrapetti og so at hava nóg mikið av kuldslignum vatni í kokuni, so at sperðilin ikki stirðnar. Umframt nýrini, fóru lundini, burturúr síðunum og hindin í sperðilin, men tað varð eisini skorið nið- urvið hálsinum og at enda fóru heili seks hjørtur í sperðilin fyri at fylla hann. Ærin sjálv var annars ikki so at reypa av, tí hon vigaði ikki meiri enn 30 pund. Flettararnir báðir, Hørður Vang vm. og Hjørleif Thom- sen við metsperðlinum, teir stungu mánakvøldið. Sperðil- in er 5,87 metrar langur og tað er nýtt føroyskt met C M Y K 28