hósdagur 16. juli 2009síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 134 - 16. juli 2009
Vit hava altíð nóg
mik ið av blóði inni,
men tað eru tíðir, tá
sann lík ið fyri at fáa
brúk fyri blóði er
størri enn vanligt, og
ólavsøkan er ein av
hesum. Tí tappa vit
eyka nógv blóð nú,
sigur Ragnhild Skarð
ham ar í blóð banka
num
BLÓÐGEVI
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Blóðbankanum
manglar
ik ki blóð, men hinvegin
ha va tey heldur ongantíð ov
nógv.
- Hjá okkum ræður um at
hava ein so stóran bólk av
fólki sum møguligt at taka
av. Tað skal altíð verða so,
at fólk kunnu gevast eina
tíð at lata blóð, antin tað so
er av sjúku, fráveru, gravidi-
te ti ella bara tað, at tey feg-
in vilja hava eitt skotbrá.
Tað skal ikki verða so, at
fólk skulu kenna seg noydd
at geva blóð, sigur Ragnhild
Skarð hamar, ið starvast í
blóð banka num á Lands-
sjúkra húsi num.
Og tað gongur rættiliga
væl at fáa nýggj fólk at
mel da
seg
til
sum
blóðgevarar.
- Tað er jú eisini eitt
nátúr ligt fráfall av aldri og
øðr um, og tí ræður alla tíð-
ina um at fáa nýggj fólk inn
í skipanina, sigur Ragnhild
Skarðhamar.
Nógv fólk koma av sínum
ein ting um, men tey koyra
eisi ni lýsingarherferðir av
og á og tá vísir seg, at áhug-
in er serliga stórur.
Sum
kunnugt
finnast
fleiri typur at blóði, og
blóð bank in hevur brúk fyri
teim um øllum. Men tað er
ser l iga ein blóðtypa, sum
tey eru fegin um í blóð-
banka num.
- Tað er ein blóðtypa,
sum kann brúkast til øll
fólk, og hon nevnist 0- Rhe-
sus Negativ. Hana brúka
vit, um støðan er so álvars-
lig, at vit ikki náa at stað-
festa blóðtypuna áðrenn
blóð skal gevast. Tí hava vit
eis ini hesa blóðtypuna í
okkara
sonevndu
kata-
strofu goymslu at taka til,
um ein stór vanlukka skuldi
hent, sigur Ragnhild Skarð-
hamar.
Hinvegin kunnu fólk við
hesi blóðtypuni bert mót-
taka hesa. Annars eru mest
van ligu
blóðtypurnar
í
Føroy um 0-Rhesus Positiv
og A-Rhesus Positiv.
- Og tað merkir eisini, at
tað eru mest hesar typurnar,
vit nýta, sigur Ragnhild
Skarð hamar.
Brynja seg til
ólavsøku
Fólk, sum velja at gerast
blóð gevar, eru tað gjøgnum
alt lívið í flestu førum.
- Tað eru fólk, sum hava
lat ið blóð 50 ferðir, og tað
eru eisini fólk, sum hava
lat ið 75 ferðir, og tað eru
vit ógvuliga takksom fyri.
Tað er týðiligt, at tey lata
blóð við gleði, sigur Ragn-
hild Skarðhamar.
Fólk fáa eina lítla viður-
kenn ing, bæði tá tey hava
latið 50 ferðir og tá tey hava
latið 75 ferðir.
- Ja, tey fáa eina gullnál
og eina rósu, so tað er ein
ógvu liga hugnaligur dagur,
sigur
Ragnhild
Skarð-
hamar.
Tey tappa rættiliga nógv
blóð á Landssjúkrahús i-
num, og tað gerast til fleiri
litr ar um vikuna.
- Vanliga tappa vit eini
25-30 fólk um vikuna, men
nú upp undir ólavsøku
verða tað nakað meir, tí tá
skulu vit hava eina størri
goyms lu, fyri at tryggja
okk um upp undir tjóðar-
høg tíðina, sigur Ragnhild
Skarð hamar.
Hvør blóðgevi letur 430
milli litrar, so eina vanliga
viku tappa tey einar 11 til
13 litrar. Og upp undir ólav-
søku altso nakrar litrar
meiri. So eisini blóðbankin
fyri reikar seg til ólav søku-
na.
Ynskja fólk at gerast
blóð gevarar ber til at far inn
á heimasíðuna www.blod-
gevi.fo og fylla eitt skema
út, ella tey kunnu venda sær
til blóðbankan og har fáa
veg leið ing um, hvussu tey
skulu bera seg at.
- Og tað er bara at halda
seg til. Vit taka fegin móti
øllum,
sigur
Ragnhild
Skarð ham ar.
Ávísar treytir eru tó, men
tað fæst alt at vita á heima-
síðuni ella í blóð banka-
num.
Blóðbankin fyri
reikar ólavsøkuna
Ragnhild Skarðhamar, sum arbeiðir í blóðbankanum, sigur, at tey fegin taka móti øllum, sum
melda seg til
Mynd: Leo Poulsen
Kend og ókend, høg og lág geva blóð. Her Høgni Hansen, stjóri í
Poul Hansen, heilsølu. Hann læt í gjár blóð fyri 59. ferð
Mynd: Leo Poulsen
Í gjár var Heðin
Morte n sen á Lands
sjúkra hús i num, har
hann læt blóð fyri 50.
ferð
BLÓÐGEVI
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Heðin Mortensen, borgar-
stjóri, er ein av trúgvu blóð-
gevarunum í Føroyum, og
hann hevur nú latið seg
tapp að 50 ferðir.
- Eg haldi, at tað kom frá
skótu num. Eg var gulur
skóti, og eitt av aðal mál un-
um hjá skótunum er at hjál-
pa, so haðani stavar tað,
sig ur Heðin Mortensen.
Blóðgevarar kunnu lata
blóð upp í fýra ferðir um
árið, men so ofta hevur
borg a r stjór in kortini ikki
lat ið seg tappað.
- Nei, tað er rætt. Tað
man hava ligið um tvær
ferð ir um árið í meðal, sigur
hann.
Heðin Mortensen hevur
nógv eftirspurdu blóð typu-
na 0-Rhesus Negativ, sum
øll kunnu móttaka.
- Men havi eg sjálvur
brúk fyri blóði, kann eg bert
fáa mína egnu blóðtypu,
sig ur borgarstjórin.
Summi fólk ræðast bein-
leiðis nálir og sproytur, men
tað borgarstjórin kennir als
einki »óbehag« við at lata
blóð.
- Nei, tað má eg siga, eg
kenni meg væl við at lata
blóð. Eg havi tað eisini fínt
aftaná, sigur hann.
Karmarnir
eru
eisini
vorð nir munandi betr, enn
teir vóru fyrst hann byrjaði
at lata blóð.
- Tá sat mann í einum
van ligum stól, nú mestsum
ligg ur mann, og um støð ur-
nar eru í allar mátar vorðnar
nógv betri, sigur Heðin
Morten sen.
Í heila tikið hevur tað ikki
nógv upp á seg at lata blóð.
- Tað tekur hálvan til ein
tíma um árið at vera blóð-
gev ari, og tað mugu øll væl
hava tíð til, sigur Heðin
Morten sen.
Borgarstjórin
fyri 50. ferð
Borgarstjórin, Heðin Mortensen, gav blóð fyri 50. ferð í gjár, og
sum viðurkenning fekk hann gullnál og eina reyða rósu
Mynd: Leo Poulsen
ES fordømir dráp
ES hevur hvassliga fordømt morðið á russisku manna rætt-
inda stríðskvinnuna Natalja Estemirova, sum varð funnin
myrde nærhendis kekenska býnum Nazran í gjár. Hon var
skotin í høvdið. Svenski uttanríkisráðharrin, Carl Bildt, sum
er formaður í ES í løtuni, sigur drápið vera eina illgerð, og
hann mælir teimum russisku myndugleikunum til at finna
teir seku og at revsa teir. Carl Bildt legði afturat, at drápið
avdúkar, hvussu neyðugt tað er at verja manna rætt inda-
stríðsfólk í Russlandi. Natalja Estemirova var í ferð við at
skriva um burturflytingar, píning og dráp í Kekenia, nú hon
bleiv myrd har.
Stórt arbeiðsloysi í Bretlandi
Arbeiðsloysið í Bretlandi var 7,6 prosent í mai, og so stórt hevur
tað ikki verið, síðani Arbeiðaraflokkurin kom til valdið í 1997,
sigur BBC, sum leggur afturat, at talið var størri enn væntað.
Altjóða fíggjarkreppan hevur rakt Bretland sera meint við nógvum
uppsagnum. Tær seinastu komu frá bilaverksmiðjuni Jaguar, sum
koyrdi 300 fólk til hús. Fleiri av teimum størstu fyritøkunum í
Bretlandi hava biðað síni starvsfólk góðtaka at fara niður í løn ella
at arbeiða uttan løn eitt stutt tíðarskeið. Eitt nú hava umleið 8.000
starvsfólk hjá flogfelafnum British Airways játtað at arbeiða uttan
løn nakrar dagar fyri at hjálpa arbeiðsplássinum.