Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-17, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. juli 2009síða 14

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 135 - 17. juli 2009 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Føðingar 3. juli fingu Annika og Eyðfinn Joensen, Hov, ein son. Hann var 56 cm langur og vigaði 3550 gr. 6. juli fingu Ingigerð og Tóri Slættalíð, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 52 cm long og vigaði 3300 gr. 6. juli fingu Tóta Árnadóttir og Kári Sverrisson, Saltangará, ein son. Hann var 52 cm langur og vigaði 3400 gr. 9. juli fingu Sonja og Finn Steinhólm, Runavík, ein son. Hann var 52 cm langur og vigaði 3670 gr. 10. juli fingu Nathleen F. Fagradal og Mads A. Hentze, Sandur, ein son. Hann var 53 cm langur og vigaði 3580 gr. 10. juli fingu Lív Fjallsbak og Ivan Niclasen, Tórshavn, tvíburar, gentur. Tær vóru 52 og 51 cm langar, onnur vigaði 2950 og hin 2730 gr. 11. juli fingu Joan Eysturtún Blástein og Bogi Blástein, Vestmanna, ein son. Hann var 52 cm langur og vigaði 3230 gr. 13. juli fingu Carina Lauritsen, Sørvágur, og Kári Blábjørg, Fuglafjørður, eina dóttur. Hon var 50 cm long og vigaði 3050 gr. 13. juli fingu Asbjørg S. Jacobsen og Eyðun Larsen, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 50 cm long og vigaði 2700 gr. 13. juli fingu Una og Christian V. Dalsgaard, Hoyvík, eina dóttur. Hon var 51 cm long og vigaði 3450 gr. 13. juli fingu Martha D. Poulsen, Syðragøta, og Jógvan Gerðalíð, Klaksvík, ein son. Hann var 50 cm langur og vigaði 2500 gr. 16. juli fingu Diana á Skúr og Aref T. Olsen, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 50 cm long og vigaði 3300 gr. Dagurin 17. juli. Aleksius, deyður umleið ár 430. Hann var sonur ein rómverskan senator, men fór ungur heiman­ ífrá og livdi sum biddari og kristin prædikumaður í 17 ár. Hann kom heim aftur og livdi onnur 17 ár sum bidd­ ari fyri durunum hjá pápa sínum. Eftir deyðan varð hann skírdur halgimenni. Hann liggur jarðaður undir Pæturskirkjuni. Navnið er ein stytting av Alexandros, ið merkir verndarmaður. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008) Sunnudagin hin 19. juli 2009, fyllir Jastrid Hansen í Sørvági 75 ár. Jastrid er fødd í Leynum og er yngsta av 8 børnum hjá Gudrun (fødd Olsen) úr Vestmanna og Jákup Egholm úr Leyn­ um (Jákup í Hoyðgarðin­ um). Longu tveir mánaðir áðr­ enn Jastrid varð borin í heim, gjørdist hon faðirleys, tá pápin fórst í størstu skipsvanlukku í Føroyum í nýggjari tíð. Pápin, ið silgdi sum kokkur, gekk burtur við vestmannasluppini “Neptun” í mai 1934, og fórust 23 mans við skipin­ um. Jastrid greiddi nærri frá hesum í áhugaverdari greinarøð hjá Óla Jacobsen um hesa skipsvanlukku, í Sosialinum fyrr í ár. Fyrstu barnaárini búði Jastrid í Leynum, men umleið tvey ára gomul flutti mamman til Vestmanna, og búði Jastrid har til hon var gift í 1958. Jastrid var ein sera íðin ítróttarkvinna í VÍF sum ung. Hon róði kapp við vest­ mannabátum í nógv ár, og hon var eisini ein av hollu leikarunum á hondbólts­ liðnum hjá VÍF. Han var við á einum hondbóltslandsliði, sum fór til Íslands at spæla landsdyst í 1957. Í 1958 giftist Jastrid við Sigfred Hansen úr Sørvági. Tey búsettust uttast í Geilini í Sørvági, har tey lótu byggja nýggj hús. Børnini blivu 5 í talið, og búgva tey í Sørvági, í Tórshavn, í Keypmannahavn og í Viet­ nam. Ommubørnini eru 14 í talið. Sigfred doyði av álvarsligari sjúku fyri 5 árum síðani. Jastrid hevur altíð verið virkin í felagslívi og í sosial­ um arbeiði. Sum yngri var hon virkin sum nevndarlim­ ur í Sørvágs Arbeiðsmanna­ felag. Hon var eisini í nógv ár formaður í Sørvágs Hús­ møðrafelag, og legði ikki frá sær fyrrenn hon var bliv­ in 71 ára gomul. Í hennara tíð sum formaður í felagnum var arbeitt dúgliga við at loysa barnaansingartrupule ikarnar í Sørvági. Felagið keypti enntá grundøkið og lat gera prosjekt til ein barnagarð. Men tá so kommunan umsíðir valdi at gera nakað við manglandi barnaansingina, avgjørdi Húsmøðrafelagið at leggja prosjekt teirra á hillina. Í tíðini meðan Jastrid sat sum formaður megnaði felagið eisini at keypa ein frálíka væl egnaðan bygning til fel­ agið. Hesin bygningur hev­ ur øll árini eisini verið nýtt­ ur til ymisk endamál, umframt virksemi felagsins. Tá eldratilhald byrjaðu at koma kring landið fyri nógvum árum síðani, gekk ikki long tíð til Jastrid og nevndin í Húsmøðrafelagn­ um fóru undir tílíkt virksemi í felagshúsinum. Hetta virk­ semi hevur hildið fram øll árini til í vár, og hevur Jastr­ id staðið fyri hesum øll árini. Óvist er tó hvussu verður við hesum framyvir, nú løgtingið og landsstýrið avgjørdu at strika stuðulin til slíkt virksemi fyrr í ár. Jastrid hevur eisini altíð verið ein íðin fortalari fyri líka løn og javnstøðu mill­ um kynini. Hon var við í kenda túrin til Noregs á kvinnuráðstevnu í 1988, tá fleiri hundrað føroyskar kvinnur luttóku. Hetta arbeiði førdi hana eisini inn í kommunalpolitikk, og í 1989 varð hon sum fyrsta kvinnan nakrantíð vald inn í bygdaráðið í Sørvági. Hon ruddaði slóð fyri øðrum kvinnum á hesum øki, tí í øllum bygdaráðum síðani í Sørvági, hava kvinnur verið umboðaðar. Føðingardagin heldur Jastrid saman við familju og vinum. - j - Jastrid Hansen 75 ár Leygardagin klokkan 16 letur framýning upp við málningum av Helgja Mid­ jord á Gallarí Ribarhús, Fuglafirði. Helgi Midjord er fjøl­ mentaður – dugir sera væl at syngja og spæla gittar. Hann dugir ein hóp av før­ oyskum sangum og vísum og somuleiðis svenskum vísum. Helgi er ein úrmælingur í træskurði. Hann hevur prýtt Mentanarhúsið innan við sínum alski til træið. Hetta er til skjals á restauratíónini í Mentanarhúsinum í Fugla­ firði. Seinasta bragdið hjá Helga er Kærleikans móðir, sum liggur og ringir seg í Gamla svimjihylinum í Fuglafirði, sum sá dagsins ljós, tá ið installatiónin varð handað bygdini, Fuglafjørð, á varmakeldu í ár. Kærleik­ ans móðir er stoypt í sem­ enti, og er ein partur av verkunum, sum eru stoypt til hetta høvið. Helgi hevur í Svøríki gjørt og arbeitt við senugrafi fyri keynda Disney Channal. Myndir hansara eru til skjals um Norðanlond og í Týsklandi. Helgi og Niels Midjord fara at syngja og spæla, tá ið framsýningin letur upp. Helgi Midjord í Ribarhúsi Lesið -so eru tit við!