Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-17, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. juli 2009síða 15

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 135 - 17. juli 2009 15 Ellen Cemina Poulsen, vanliga nevnd Mina, ættað úr Sumba, búsit­ andi í Havn, andaðist á Ríkissjúkrahúsinum mikudagin tann 15. juli, 66 ára gomul. John við Garð í Klaks­ vík andaðist mikudagin á Sambýlinum á Heyg­ num, 91 ára gamal. Flemming Holm, ættað­ ur úr Prestgarði í Hval­ ba, andaðist í Reykjavík 9. juli, 81 ára gamal. Jarðarferðin verður úr Gravvágs kirkju 22. juli kl. 13. Edvin Meinhart á Kósini andaðist á Klaks­ víkar Sjúkrahúsi miku­ dagin, 88 ára gamal. Kistan fer úr kapellinum fríggjadagin klokkan 18. Jarðarferðin verður úr Betesda leygardagin kl. 13.30. Andlát og jarðarferðir Leygardagin 18. juli hava Nanna og Valdemar Lützen í Havn gullbrúdleyp. Fyri gott 50 árum síðan rann saman millum Nannu og Valdemar. Nanna læs til sjúkrasystir í Havn og her møtti hon so Valdemari. Nanna gongur nógv upp í ommubørnini, og so er hon ein sera góður kokkur. Hetta merkir, at børn og ommubørn eisini eru røskt at vitja, tá ið svongdin nívir. Hon er friðarlig, jarðbundin og grundarsteinurin í familj­ uni. Starvið sum sjúkrasystir gavst hon so líðandi við, so sum børnini komu í verðina. Familjan kemur altíð í fremstu røð hjá Nannu. Hetta hava vit børn og barnabørn merkt ígjøgnum okkara barndóm. Nanna hevur áhuga í føroyskari mentan og serliga føroysk­ um sangum. Henni hevur altíð dámt at sungið fyri okkum børnum, og hevur hetta kveikt ein áhuga hjá okkum innan føroyska sang. Valdemar man verða ímyndin av hvat ein ektaður havnarmaður er. Hann hevur arbeitt í hjartanum í Havnini, Vágsbotni, í mong ár. Handilslívið bleiv hans­ ara lagna, og hann førdi og lyfti fyritøkuna P/F Valde­ mar Lützen upp gjøgnum 5 ára tíggjur. Nú er tíðin kom­ in at nýta sítt otium. Urta­ garðurin og Undirhúsið verða væl vitjað av Valde­ mari, fyri at nevna okkurt. Valdemar er lættur í sinni og dámar væl at práta við fólk. Hann hevur havt mong álitisstørv. Millum annað kann nevnast, at hann virk­ aði sum franskur konsul í gott 30 ár. Hetta fekk hann franska riddarakrossin fyri. Eisini hevur hann verið í nevndin so sum: Handils­ skúlanum, Prísráðnum og Keypmannafelagnum. Nú er lívsins heyst byrjað hjá Nannu og Valdemar og tey kunnu líta aftur á eitt gott og innihaldsríkt lív. Dreymarnir eru fullførdir og fyri framman standa aðrar avbjóðingar og bíða. Ein tilvera, ið tey ynskja at brúka saman við teirra nærmastu. Nanna og Valdemar eiga 5 børn: Elin, Halldis, Sunn­ iva, Valdemar og Høgni. Barnabørnini eru 13 í tali. Vælkomst er í heiminum, Sigmundargøtu 7, frá kl. 15.00 til 17.00. Kvøldið verð­ ur hildið saman við familju og vinum á Hotel Hafnia. HL Gullbrúdleyp Sunnudagin tann 5. juli fingu vit boðini um, at Minna var farin heim til Himmals til faðir okkara. Tað er ringt at fáa boðini um, at eitt av okkara bygdarfólkum er farið frá okkum. Hon kom úr Víkunum í Klaksvík, og giftist við Rasmus Magnusson í Haraldssundi. Tey búsettust her í bygdini, og tað húsið, sum hon kom at búgva í, hevði postin. Tá tað leið út, kom Minna at yvirtaka postin fyri Valstein og Annu, tí at Rasmus róði út og var ikki so nógv heima. Hon hevði postin líka til posthúsið skuldi leggjast niður her í bygdini. Hetta húsið, sum hon kom í, var bónadhús. Tey høvdu tvær kýr, sum eg minnist. Tá vit manglaðu mjólk, bleiv eg oftast sendur heim til hús at keypa mjólk. Sum oftast gav Minna mær mjólkina. Jú, hon var eisini við í bindiklubb­ anum í Haraldssundi, sum taldi átta konur. Nú eru bara tríggjar eftir av teimum, sum vóru í bindiklubbanum. Tey góvust at hava hann fyri nøkrum árum síðani. Vit vita ikki, hvør av okkum verður næst, men eg kom fram á eitt skriv, sum eg haldi, at eg skal koma við: Stúrið tí ikki fyri degnum í morgin, tí at morgindagurin man stúra fyri sínum egna. Hvør dagur hevur nóg mikið í síni plágu. Matt. 6,34. Sálo­ mon sigur í orðatøkunum: Rósa tær ikki av morgindegnum, tí at tú veitst ikki, hvat dagurin ber í fangi sínum. Orðat. 27,1. Síðan vit ikki vita, hvat fer at henda í morgin, kunnu vit heldur ikki vera vís í, at tað sum vit eru bangin fyri, yvirhøvur fer at henda. Vit óttast fyri so nógvum, men í flestu førum er okkara ótti einans íspunnin í okkara egna tokuta hugaheimi. Men um dagurin endiliga skuldi borið okkum líðing og deyða, er eitt tó heilt vist; Gud er við okkum í øllum lívsins viðurskiftum. Hetta verður sagt okkum, sum eftir eru. Tað er sum eitt tómt rúm fyri okkum, at vit ikki síggja okkara bygdarkonu Minnu aftur á hesi fold, men tá vit fara her frá, koma vit at síggja hana aftur. Við hesum fáu orðum vil eg ynskja, at Harrin styrkir tykkum, sum eftir sita. Andrass Jacobsen, Haraldssund Minningarorð um Minnu Sommer Magnusson fødd Isaksen f. 21. febr. 1937 d. 5. juli 2009 Fríggjadagin 3. juli læt framsýningin KOLONI BOX hjá listamanninum Jóhan Martin Christiansen upp í Müllers Pakkhúsi, har framsýningin eftir ætlan skuldi verða til og við 24. juli. Men av tí at vælgerandi felagskapurin Lions Club, sum plagar at hava sína árligu ólavsøkuframsýning í Müllers Pakkhúsi, vil inn í hølini áðrenn framsýningin KOLONI BOX er liðug, verið eg noyddur til at lata framsýningina aftur longu týsdagin 21. juli kl. 18, sig­ ur Jóhan Martin Christi­ ansen. Framsýningin er opin til týsdagin 21. juli og øll eru vælkomin at síggja hana, sigur Jóhan Martin Christi­ ansen. Opið er hvønn dag frá kl. 12­18. KOLONI BOX: Letur aftur fyrr enn ætlað Kunngjørt verður, at kæra mamma, vermamma, omma og langomma okkara Elisabeth í Koltri fødd 1. august 1917, andaðist 16. juli 2009. Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni mánadagin 20. juli kl 13.00. Familjunnar vegna Niclas og Judith