Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-17, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. juli 2009síða 16

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 135 - 17. juli 2009 tíðindi Longsta dag á árinum, meðan sóljur og summardáar stóðu í fagrasta blóma, andaðist Olivia Joensen úti á Bø í Leirvík, 94 ára gomul. Hon var tann seinasti grannin í fedranna ættarliði, og bleiv eisini tann elsti. Aftaná seinna heimsbardaga bygdu John og Olivia sær hús niðan fyri húsini hjá okkum, úti á Bø í Leirvík, og eru tey tí ein partur av tí barnamynd, sum situr føst í minninum, tá í sólsetur var í Djúpinum, meðan ternur og ritur sótu sum siluettir á flesini og meðan dimmið legðist yvir fjørðin. Ella í høgættaódn, tá ið brotini holvdu seg inn yvir gomlu kai, og alt vóð í skúmi inn eftir Buðinum, tá vóru húsini hjáa Oliviu ýti at meta eftir, hvussu høg brotini kundu verða, og húsini tyktust stundum at vaða í brimi. Teir eldru dreinginir hjá Oliviu og eg vóru nakað javngamlir, og kom eg tí ofta sum drongur í teirra heim at spæla, og til at byggja bátar saman við Eli. Eg minnist enn, hvussu væl Olivia dugdi at skipa fyri sinum húsi. John var sjómaður, og var tí nógv burtur, men Olivia tók sítt kall sum mamma og húsmóður í størsta álvara, og aldi síni børn upp fyrimyndarliga. Eitt ja var eitt ja, og eitt nei var eitt nei, tó alt í kærleika. Olivia hevði sum ung verið á húsholdningskúla í Danmark, og gjørdi hon tí til tíðir forvitnisligan mat, sum ein ikki var heilt vanur við úti á Garði, t.d. minnist eg, at hon oftani súltaði reyðrøtur, og vóru skivurnar ofta størri og tjúkkari, enn tær man vanliga sá í gløsum, og smakkaðu tær avbera væl upp á livradeiggj. Tá ið kúgvin hjá okkum, ella teirra kúgv “Movsy” høvdu kálvað, var tað fastur siður at bera hvør øðrum ketilost, og minnist eg, at tá ið Olivia hevði tømt dylluna við ketilosti og vaska hana, so koyrdi hon altíð okkurt í dylluna at hava heim aftur við, ja, soleiðis var hon. Onkuntið fyrst í 50-árunum kom hetta væl við, tá ikki var so nógv at taka av. Olivia var ein mentað og anda- liga vakt kvinna. Dugdi sera væl at siga frá og í missiónshúsinum sótu børnini sum negld í sunnu- dagsskúlanum, tá hon segði frá ella fortaldi søgur. Undir jólatræhaldinum, tað sum eg minnist best, fekk hon øll at seta seg still á gólvið at lurta. Barnaárini runnu við gleimi og leiki í grannalagnum, og áðrenn ein varnaðist tað, vóru tey farin, og eg fór til skips og síðani til Danmarkar at sigla. Eitt árið, tá eg komi aftur til Leirvíkar, tá er kúgvin Movsy hjá Oliviu dripin, og tey hoyggja ikki meira á trøðni. Og nakað seinni hoyri eg, at Olivia er farin at planta trø uppi í gerð- inum. Hetta ljóðaði løgi. Hvussu kundu nøkur trø fara at vaksa uppi á Brekkum, har sum útsynningurin feiðaði alt fyri sær um vetrarnar. Men ikki veit eg, har byrjaði at festa rót og vaksa, meðan Olivia royndi alt hon kundi at hjúkla um hesar spírar og hegna rundan um, so seyður ikki slapp inn. Og síggj í dag, nú stendur hetta sum eitt prýðið og eitt minni um ein persón, sum sá tað vakra í lívinum, bæði í menniskjum og í vøkstri. Hon fekk alt at spíra rundan um seg við sín- um lyndi og lívshátti. Til hendurnar var hon eisini ófør, og mangt plaggið fekk hon frá hondini. Hon sá tørvin á eini bók við føroyskum sjalamynstrum, og úr hondum hennara kom so ein bók við eini rúgvu av ymiskum mynstrum nágreiniliga skrivað ikki bert til føroyingar at binda sjal eftir, men eisini á enskum, so eisini útlend- ingar kundu fáa gleði av henni. Olivia fortaldi fyri mær, at sum ung kvinna bleiv hon andaliga vakt og kom til trúgv á Harran Jesus, og at hetta hevði verið hennara styrki í lívinum. Oftani trong um bróstið av astma, har hon mátti ganga nógv úti, bæði á degi og á nátt. Stóra sorg upplivdi hon eisini, tá hon misti dóttrina Maluna í bestu árum. Tó hóast alt hetta var hennara lyndi lætt og lívsjáttandi heilt til tað seinasta. Nú svevur likamið hjá Oliviu undir grønum flag, meðan andin hvílir í Guds nærverðu í Paradísi, til tey aftur verða sameind á tí stóra uppreistrarmorgni. Ærað verið minnið um góðu grannakonu okkara Oliviu Joensen. Osmund Justinussen Minningarorð um Oliviu Joensen úti á Bø í Leirvík Leygardagin 18. mai fyllir Thordur Thorsteinsson á Argjum 50 ár. Thordur er seinastu árini best kendur sum fryntligi parkeringasansarin í Tórs- havnar kommunu. Hann er havnarmaður, sonur Maritu, f. Hentze Viderø av Sandi, og Georg Thor- steinsson (1926-2003) ættaður úr Trongis- vági. Thordur er yngstur av 6 systkjum, hini eru: Hans Arni (f. 1949), Kári (f. 1951), Bergur (f. 1953 d.1987), Heri (f. 1955), og Randi (f.1958). Thordur arbeiddi sum ungur í pakkhús- inum hjá Skipafelagnun Føroyar. Hann koyrdi eisini vørubil hjá lastbilafyritøkuni Jón Hansen og var á goymsluni hjá Frants Restorff, til hann fór í handilslæru hjá Idé Møblum, har hann varð liðugur við útbúgvingina í 1993. Eftir tað var hann við í heilsøluvirk- seminum hjá pápanum. Tey róku eisini tógv- og handarbeiðshandilin Igloo. Síð- an 2003 hevur hann arbeitt sum park- eringsansari í Tórshavnar kommunu. Thordur var stigtakari og ein av stovnarunum av Stuðlafelagnum Glottin, sum stuðlar einkjum og einkjumonnum. Hann hevur altíð verið HB-ari og hevur spælt fótbólt í øllum deildunum hjá fel- agnum og spælt hondbólt í Neistanum. Nú hann er nærmasti granni hjá AB á Argjum, og er til allar dystirnar hjá fel- agnum, vil onkur onkur vera við, at hann er blivin AB-ari. Føðingardagin heldur Thordur saman við konuni umborð á Norrønu. Hann er vanliga millum fýra og fimm ferðir um árið við Norrønu - mest vikuskiftistúrar. Hann var eisini við, fyrsta túrin skipið sigldi úr Hirtshals til Havnar eftir vanligu ferðaætlanini í 2003. Tordur eigur 8 børn. Hann er giftur Sólmay, f. Vatnhamar, úr Leirvík. Thordur Thorsteinsson 50 ár Leygardagin 1. august hitt- ast nøkur av teimum, sum gingu í 3. flokki í Havn og á Argjum í sambandi við tey verða 50 ár í hesum árinum. Myndin er av næmingum í 3. B í Brúna Skúla í Fr. Peter- sensgøtu skúlaárið 1968/69. Tey eru: Myrna Hansen (Svøríki), Conny Vestergaard (DK), Eyðun Hansen (Vest- manna), Magnus Samuelsen (Havn), Unn Poulsen (DK), Sigrun Bærentsen (Havn), Lív Holm Jacobsen (Hoy- vík), Sólrun Dam (Norðs- kála), Rúna Clementsen (DK), Ólherji Hammer (DK), Steingrím Djurhuus (Havn), Jonrid Jacobsen (Havn), Vivian Wraae (Skot- land), Veragunn Petersen (Norra), Eyritt Eidisgaard (Havn), Irena Mortensen (Runavík), Eyðun Djurhuus, sáli, Hans Eli Andreassen (DK), Jan Kristoffersen (Hoy- vík), Marius Müller (Havn), Thordur Thorsteinsson (Arg- ir), Heðin Mellemgaard (Havn), Arni Gunnarsson (Havn), Hans Chr. Dam (Havn), Óli Horn (Havn), Alex Miclasen (DK), og Daniel Tausen (Havn). Ingi Wardum, sáli, vantar á mynd- ini. Í klombrum stendur hvar tey búgva í dag. Myndina tók flokslærarin Helena Bærentsen Myndaeigari: Thordur Thorsteinsson Næmingar hittast