Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-10-25, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. oktober 2001síða 7

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 206 - 25. oktober 2001 Leiðarin, sum skal standa fyri virkseminum í mentanarhúsinum Atlantis, skal arbeiða hálva tíð MENTAN Eyðun Klakstein Síðst í hesum mánaðinum er freistin fyri at lata um- sóknir inn til leiðarastarvið í Atlantis úti. Og bein- anvegin aftaná tað ætlar stýrið fyri mentanarhúsið at finna leiðaran millum umsóknirnar. Leiðarin í Atlantis skal arbeiða hálva tíð, og hann skal taka sær av øllum virkseminum, sum er í húsinum. Hann skal samskifta við tey, sum Altantis samstarv- ar við, hann skal saman við einum tøkningi reka biografin, og hann skal taka sær av øðrum tiltøkum, sum verða í húsinum. Finna pengar Játtanin frá Klaksvíkar kommunu til Atlantis verður vætnandi hálva millión – Hetta er bara nóg mikið til at gjalda føstu út- reiðslurnar hjá húsinum, og tí má leiðarin eisini skaffa húsinum inntøkur við at hava tiltøk og at leiga hús út til ymiskt, sigur Nikolina Olsen, sum er forkvinna í stýrinum fyri Atlantis. Nógv hava spurt seg fyri um størvini í Atlantis, men Nikolina Olsen vil einki siga um, hvussu nógv hava søkt størvini sum leiðari og tøkningur enn. Tað vil hon ikki gera, fyrr enn um- sóknarfrestin er úti. Stýrið ræður Mentanarhúsið Atlanis er nú skipað sum sjálvsognar- stovnur, har eitt trímannað stýrið tekur hevur ábyrgd- ina av húsinum. Tað eru Klaksvíkar kommuna, Klaksvíkar Sjónleikarfelag og Norðoya Sparikassi, sum hava valt fólkini í stýrið. Umframt formannin Nikolinu Olsen sita Jógvan Ravnsfjall og Súsanna Olsen í stýrinum. Stýrið hevur gjørt avtalu við Klaksvíkar Sjónleikar- felag um, hvussu Sjónleik- arfelagið kann brúka húsið, so at virksemið á pallinum kann samskipast við bio- graf og onnur mentanarlig tilboð. Leiðari skal setast hálva tíð Vilhelm Johannesen setir nú løgmanni fyrispurning um skúlaviðurskiftini á Trøllanesi. Hann heldur, at løgmaður góðtekur manna- gongd, sum er í stríð við lógina TRØLLANES Eyðun Klakstein Vilhelm Johannesen, ting- maður fyri Javnaðarflokk- in, vil nú hava at vita frá løgmanni, hvussu fram- ferðini í málinum um skúlan á Trøllanesi sam- svarar við útoyggjaarbeiðið hjá Løgtingsskrivstovuni og lógvarverkið annars. Tingmaðurin spyr eisini, hvussu tað ber til, at bygdarskúlin á Trøllanesi kann varð lagdur niður, uttan at tað er gingið eftir fólkaskúlalógini. Fyrispurningurin varð settur á tingfundinum í gjár, og løgmaður skal nú svara Vilhelm Johannesen. Skulu kenna lógina Vilhelm Johannesen vil hava at vita, hvussu løg- maður kann geva undantøk frá kommunulógini. Í viðmerkingunum til fyrispurningin greiðir ting- maðurin frá eini kæru, sum foreldur á Trøllanesi sendu Kommunala Eftirlitinum. Foreldrini vístu í kæruni á, at bygdaráðsfundurin, sum tók avgerðina um, at skúlin á Trøllanesi ikki skuldi takast í nýtslu aftur, ikki varð lýstur alment, soleiðis sum kommunulógin ásetur. Svarið frá Løgmansskriv- stovuni var, at fundurin var lógligur, hóast hann ikki varð lýstur alment. Um- boðini í bygdaráðnum vóru nývald, og tí høvdu tey ikki neyðuga kunnleikan til kommunulógina. Hetta heldur Vilhelm Johannesen verða løgin pástandur, og hann spyr løgmann, um hann kann geva slík undantøk frá lógini. – Ongin lógbrótari verð- ur fríkendur í rættinum, tí hann ikki var vitandi um, hvat stóð í lógini. Tað vil siga, at allir landsins borg- arar hava skyldu at kunna seg um landsins lógir, eisini tey, sum eru nývaldir kommunustýrislimir, held- ur Vilhelm Johannesen. Í stríð við lógina Seinni parturin av fyri- spurninginum snýr seg um niðurleggingina av skúlan- um á Trøllanesi. Vilhelm Johannesen heldur ikki, at manna- gongdin, sum er ásett í kommunulógini, er fylgd. Skúlin á Trøllanesi er ongantíð formliga niður- lagdur, hóast eingin skúla- gongd hevur verið har í 14 ár. – Løgfrøðingar í Menta- málastýrinum eru komnir til ta niðurstøðu, at passivi- tetur – at eingin skúla- gongd hevur verið í skúlanum í nógv ár – hevur niðurlagt skúlan. Men hvar í kommunulógini stendur tað, at passivitetur kann niðurleggja ein skúla, spyr Vilhelm Johannesen. Hann heldur, at bygda- ráðsfundurin, sum strikaði avgerðina um at taka skúlagongdina uppaftur á Trøllanesi, var í stríð við kommunustýrislógina, og sjálv niðurleggingin av skúlanum ikki er farin fram eftir lógini. – Men løgmaður tykist bert síggja millum fingr- arnar við hesum. Ella tað sum verri er, hann tykist halda hondina yvir hesar mannagongdir, sum heilt greitt fremja brot á áðurnevndu lógir, sigur Vilhelm Johannesen. Skúlabørnini á Trøllanesi noyðast sjálvi at gjalda fyri tannlæknaferð til Klaksvíkar, og tey fáa ikki boð um tiltøk, sum skúlabørnini í kommuni verða boðin við til SKÚLASTRÍÐ Eyðun Klakstein Mánadagin vóru skúla- børnini í Mikladals kommunu hjá tannlækna í Klaksvík. Seks av børnunum fóru við lærararnum í Mikladali, meðan sjey børn á Trøllanesi fóru við foreldrum sínum til Klaksvíkar. Skúlin syrgdi fyri kostnaðinum av ferðini hjá børnunum í Mikla- dali, meðan foreldrini á Trøllanesi sjálvi noydd- ust at gjalda fyri síni børn. Hetta er bert eitt dømi um, at skilnaðurin mill- um børnini í Mikladali og á Trøllanesi gerst alt týðuligari, eftir at for- eldrini tóku børnini úr skúlanum, tí bygdaráðið ikki vil brúka skúlan á Trøllanesi. Unhugsa at steðga undirvísing Foreldur á Trøllanesi, sum vit hava tosa við, siga, at tey hava einki samband við skúlan, og tey fáa ikki boð um tiltøk, sum skúlabørnini í kommununi verða boðin við til. Tey noyddst sjálvi at syrgja fyri síni luttøku í barnafagnaðinum hjá Javna, sum var herfyri, og tey vóru ikki boðin við til konsert fyri skúla- børnum, sum var fyri kortum. Foreldrini hava undir- víst børnunum heima, men tað hevur verið upp á tal, at hendan undir- vísingin skuldi steðgast, so okkurt kundi henda í málinum. Tað stendur tó púra greitt, at foreldrini vilja hava skúlan á Trøllanesi tiknar í brúk aftur, og tey fara ikki at senda børn- ini hjá sær í skúlan í Mikladali, um tey ikki eisini kunnu hava skúla- gongd á Trøllanesi. Bygdaráðið í Mikla- dali svaraði so seint sum í farnu viku, at avgerðin, um at skúlin á Trøllanesi ikki skal takast í brúk, stendur við, og at bygda- ráðið ætlar sær ikki at samráðst um hesa avgerð. Trøllanesbørn verða útihýst Vilhelm Johannesen: Løgmaður heldur hondina yvir skeivari mannagongd Vilhelm Johannesen heldur, at løgmaður letur sum einki, hóast niðurleggingin av skúlan á Trøllanesi ikki er í tráð við lógirnar Seinni í hesum árinum verður leiðari settur at taka sær av virkseminum í Atlantis. Leiðarin skal arbeiða hálva tíð Hyundai Matrix er gjørdur í samstarvi við italsku designara- fyritøkun Pinin- farina, sum er kend fyri at tekna bilar sum Ferrari og aðrar dýrar og sportligar luksusbilar. Talan er í hesum føri um ein rúmligan familjubil BILAR Magnus Gunnarsson Hyundai Motor Company, ið varð stovnað í Korea í 1967, er í dag heimsins 7.størsta bilverksmiðja. Teir hava sett sær sum mál at koma á eitt 5.pláss tey næstu 10 árini. Hyundai komu til Danmarkar í 1992, og hava nú ein lutfallsliga stóran part av danska marknaðinum. Italskt design Hugskotið við Hyundai Matrix var at gera ein rúmligan og fleksiblan MVP, sum skuldi liva upp til tey krøv, sum nútíðin setur til ein nútímans bil. Talan er um ein 5 persóna- bil til barnafamiljur, ið hava brúk fyri góðum plássi, og er ein rúmligan frítíðarbil. Fyri at fáa bilin at verða annarleiðis enn aðrir MPV bilar, er hesin gjørdur í samstarvi Pinin- farina designarafyritøkuna í Italiu. Væl innrættaður Matrix er væl innrættaður við nógvum smáum rúmum at leggja lutir frá sær á. Á stólarygginum á framsetr- unum eru flúgvaraborð til tey ferðandi á baksetrinum. Baksetrini kunnu hvør sær stillast aftur og fram, so pláss eisini er til tey við longum beinum, ella um brúk er fyri meira plássi til viðførið. Bilurin er væl útgjørdur, og hevur t.d. sentrallás, el-rútar aftan og framman, el-síðuspegl og alt annað sum er at finna í nútímans bilum. Lættur at parkera Nógv er eisini gjørt burtur úr trygdini, og Matrix hevur 4 airbag, ABS bremsur við EBD og nakkapútur við øll setrini. Kabinan er sera trygg við trygdarbjálkum inni í hurðunum og í botnplát- unum. Motorurin er ein 4 syl. 1.6 litur motor, við 16V og 103 hk. og er bæði orkusparandi og ljóðleysur. Koyrieginleikarnir eru í topp, og bilurin er lættur at seta frá sær, eisini har sum parkeringsviðurskiftini ikki eru so góð. Matrix hevur 3 ára ella 100.000 km mek. garanti og 6 ára rustgaranti. Nr. 206 • hósdagur • 25. oktober 2001 • 75. árg. Hyundai Matrix – gjørdur í samstarvi við Pininfarina Hyundai Matrix 1.6 Motorurin 4 syl. 1.6 litur 16V og 103 hk 0-100 km/t 12,7 sek. Bensinnýtsla 12,5 km/l Toppferð 170 km/t Dekkstødd 185/65-14 Stødd Longd 403,7 cm Hædd 168,5 cm Prísur kr. 152.750,- Søluumboð: Sp/f Norðbil Oyggjarvegur FO-100 Tórshavn Tlf.313707 Instrumentborðið er av nýggja slagnum við vísarunum í miðjuni Matrix er ein rúmligur 5 persónabilur, við annarleiðis smartum designi Hyundai Matrix er gjørdur í samstarvi við italsku Pininfarina designarafyritøkuna. Her sýna Birgir og Frits Dam Jacobsen frá Norðbil bilin fram C M Y K 13 12