fríggjadagur 17. juli 2009síða 18
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 34 • 17. juli 2009
Mirafiore, DOCG
Barolo 2004
La Chablisienne, AOC Cha-
blis, Le Finage 2005
Tio Pepe, DO Jerez,
Palomino Fino
Fin del Mundo, Patago-
nia, Pinot Noir 2006
18
vín
ummælið
mortan@hamrabyrgi.com
Uppruni: Turt reyðvín úr Italia
Ummæli: Ljósur og eyðkendur
tigulsteinsreyður litur. Fyri at
taka stutt samanum. Bæði
angi og smakkur eru rættiliga
afturlatin og tað kann ørkymla
tann óroynda. Stoyt í eina
karaflu og lat standa svalligt
5-6 tímar. Skonk í stór Barolo-
gløs, so kemur dárandi roykurin
av rósum og tjøru. Ikki stúra,
2004 er sera góður Barolo-
árgangur. Vínið skal bara
sleppa at búnast. Mirafiore er
ikki Barolo í heimsflokki, men
svarar á góðari leið til prísin.
Kostnaður: Kr. 185,00
Skoðsmál:
Uppruni: Turt hvítvín úr
Fraklandi (Bourgogne)
Ummæli: Glógvandi
grøngulur litur. Hábærsliga
elegantur, yndisliga lættur og
samansettur angi av grønari
steinfrukt, grasi, mineralum og
skeljadjórum. Sum hitt vakrasta
gentukórið ein summardag.
Dárandi leskiligur smakkur av
Granny Smith-súreplum, melón
og agurk. Turr, fín, broyskin og
sprellivandi Chablis, tá ið hon
er allarbest. Framúr javnvág
og reinsandi sýra. Drúvan er
Chardonnay, og kemur hon
eftir mínum tykki allarbest best
til sín rætt á hesum leiðum.
Hóskar til skeljadjór og fínan
hvítan fisk.
Kostnaður: Kr. 131,00
Skoðsmál:
Uppruni: Turt heitvín úr Spania
(sjerri)
Ummæli: Glógvandi korngulur
litur. Frískligur, elegantur og
samansettur angi av grønari
steinfrukt, sjórok, blaðungt
Islay Malt og so sjálvsagt Flor
(deiggj-kent). Smakkurin hevur
góða fyllu við mineralskum og
søltum sitrustónum. Skróvturt
og sofistikerað. Tio Pepe frá
Gonzales Byass telist millum
fremstu Finos. Skal drekkast
so ungt sum gjørligt. Palomino
er navnið á drúvuni. Umframt
tapas hóskar Fino væl til sushi.
Kostnaður: Kr. 70,50 (37,5 cL)
Skoðsmál:
Uppruni: Turt reyðvín úr
Argentina
Ummæli: Døkkur purpur-
litur. Sera innbjóðandi angi við
tónum av reyðum og myrkum
berfruktum. Miðal fylla og
sjarmerandi smikursøtur
smakkur. Okkurt heit og
smávegis kryddað kennist
eisini. Sprellivandi Pinot Noir,
ið sera sjáldan eydnast væl
uttanfyri Bourgogne. Her
hepnast sera væl, enntá
við persónligheit og til sera
rímiligan prís. Eitt kupp.
Kostnaður: Kr. 82,50
Skoðsmál:
Mortan í Hamrabyrgi
ummælir vín úr Rús drekka
sølu Landsins. Skoðsmálini
eru latin í mun til samsvar
millum prís og góðsku.
So kom hon!
Tann fyrsta Barolo’in í
Rúsdrekkasølu Landsins. Leingi
hava vit bíðað at Nebbiolo-
grundaða kongavínið úr
Norður-italia fór at síggjast á
vín-hillunum í Føroyum.
Um hon, Mirafiore, í hesum
føri ikki hevur hábærsligt
kommunu- ella mark-eftirnavn,
so bilar ikki. Hetta er eitt stig á
leiðini.
Hví er Barolo so dýrt? Tað
er sum í Bourgogne. Dýrt at
framleiða og so er tað nógv
eftirspurt. Barolo-fløskan í dag,
kann rætt og slætt sigast at
vera bílig. Seriøst Barolo sigst
at kosta í minsta lagi kr. 200.
Hvat er so serligt við Barolo?
Drúvan í Barolo er Nebbiolo.
Fyri at vín kann rópast fyri
Barolo skal tað lúka serligar
treytir í DOCG-lóggávuni fyri
Barolo og skal vera framleidd
í serligum kommunum kring
býin Alba í statinum Piemonte
har norðuri í Italia.
Vínið hevur rættiliga ljósan
lit og kann á nógvar mátar
samanberast við franska
Bourgogne, hóast drúvan
har er Pinot Noir. Ljósan
lit, tó við øgiligari kraft og
samansettum tónum. Har
Pinot Noir í nógvum førum er
meira fruktkend og feminim,
so er Nebbiolo-drúvan rá og
manslig. Tað snýr seg ikki so
nógv um einfalda fríska frukt,
men heldur um ”terroir”, hvat
lokala jørðin og veðurlagið ger
við endaliga vínið. Tú kanst
ikki eftirgera Barolo nakra
aðrastaðni í heiminum.
Siðbundið Barolo skal búnast
leingi. Vínið er á tremur við
garvasýru (tannin), ið varliga
skal bloytast. Gjarna 8-10
ár eftir at tað er komið á
handilshillarnar. Og tá hevur
tað vanliga verið á goymslu í
minsta lagi 3 ár frammanundan
á staðnum.
Gandið í Barolo snýr seg um
subtilar tónar av rósum og
tjøru. Ein symfoni við skiftandi
satsum, viðhvørt kennist vínið
’skjótt og sprellivandi’ og so
Kynstrið at drekka Barolo
knappliga meira ’langrøkið og
argandi’. Vínið er ein sjónleikur
av andsøgnum. Ljósar,
didduligar tónar av rósum og
so knappliga ein maskulinur
roykur av tjøru.
Gandið í Barolo kemur tó ikki
eftir einum degi. Tvørturímóti
er ungt Barolo eyðkent við
at vera sera afturlatið og
kann næstan bara vónsvíkja
novicuna. Tað liggur í dvala.
Men tað ber til at vekja.
Allarbest er tó at bíða. Legg
fløskuna í kjallarinum at búnast
við 10-12 hitastigum og gloym
so alt næstu 10 árini. Tað
kann vera torført, nú Barolo
júst er komið til Føroya. So er
uppskriftin at stoyta vínið á
karaflu einar 5-6 tímar og stilla
svalligt stað, gjarna 16-18 stig.
Tá ið luft sleppur til á henda
hátt, so letur Barolo-vínið seg
spakuliga úr og eitt lot av
’guddommiligheitini’ verður
í úrtíð unt vínnjótaranum.
Men tað verður ongantíð tað
sama sum at goyma nógv
ár í kjallarinum. Tað er sum
við turrum kjøti. At stoyta á
karaflu, svarar til skerpikjøt,
ið er bráðturkað. Og minst til:
Barolo krevur STÓR gløs!
Sum eg havi sagt áður: turt
sjerri eigur ongan góðan í
Føroyum!
Men nú er komið sera
upplagt høvi at skeinkja
sær eina kalda Fino. Sushi-
barr (Etika) er latin upp í
høvuðsstaðnum og er tað
nakað sum Fino-sjerri hóskar
væl til, so er tað sushi og
sashimi. Kanska enntá vínbarrin
í Etika fer at finna uppá at
hava Fino ella Manzanilla í
automatini…