mánadagur 20. juli 2009síða 4
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 136 - 20. juli 2009
Hans Trygvi Teirin,
advokatur, er
sannførdur um, at
landsstýrismála
nevndin hevur
borið seg ivasamt
at í málinum um
Hans Paula Strøm og
meirnýtslu, tá hon
uttan at himprast
dømir hann sjálv,
uttan at nýta nakran
óheftan kanningar
stjóra. – Tað sær út
sum, at rottan er
roykt út úr holinum,
og við niðurslitnum
eygum er komin við
einum dómi yvir ein í
rúgvuni, sigur hann
Meirnýtsla
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Hóast Anfinn V. Hansen og
Bjørn á Heygum, løgfrøð
ingar, sum vóru við at
smíða stýrisskipanarlógina,
hava sagt, at landsstýris
málanevndin gjørdi rætt í
málinum um Hans Paula
Strøm og meirnýtslu, so er
Hans Trygvi Teirin, advok
atur, sannførdur um, at
landsstýrismálanevndin
hevur borið seg sera undar
liga at í málinum um Hans
Paula Strøm.
Tað eru tvey viðurskifti,
eg veruliga undrist á. Tað
fyrsta er, at landsstýris
málanevndin ongantíð sjálv
hevur tikið málið upp, og
nú málið verður tikið upp,
er tað eftir eina kæru, frá
einum einstakum tingmanni.
Harafturat, er tað bara ein
fyribilsniðurstøða, nevndin
er komin við, tí Hans Pauli
Strøm er bara dømdur av
nevndini, hóast nevndin
vanliga hevur nýtt kanning
arstjóra til mál við minni
upphæddum og minni prin
sipiellum týdningi, sigur
løgfrøðingurin.
Eitt líknandi mál um meir
nýtslu var um aldarskifti, tá
Signar á Brúnni fór frá sum
Mentamálaráðharri. Upp
hæddirnar vóru ikki so
stórar, men kanningarstjóri
varð settur.
Hví ikki aðrar
Løgfrøðingurin metir, at
tað sýnist sera undarligt, at
ein ávísur landsstýrismaður
er tikin burturúr nú, tá tað
hevur verið ein generellur
trupulleiki
hjá
teimum
flestu.
Tað er undarligt, at
landsstýrismálanevndin
ikki av sínum eintingum
hevur tikið málið upp, tí tað
hevur verið ein trupulleiki
leingi. Teir skulu jú sambært
stýriskipanarlógini
halda
eyga við, at landsstýrið ber
seg lógliga at, og tað hava
teir ikki gjørt. Somuleiðis
er tað løgið, at løgtingsins
umboðsmaður heldur ikki
hevur tikið tað upp. Og tað
er eisini undarligt, at tingið
ferð eftir ferð hevur góð
tikið meirnýtslu, og nú er
mann samdur um, at tað
ikki ber til hjá Hans Paula
Strøm, sigur hann.
Farin ov langt
Somuleiðis greiðir Hans
Trygvi Teirin frá, at lands
stýrismálanevndin er farin
alt ov langt aftur í tíðina.
Landsstýrismálanevndin
er ein nevnd undir tinginum,
og tí kann hon ikki fara aft
urum teir roknskapir, sum
eru góðkendir av Løgtingin
um. So at lasta Hans Paula
Strøm fyri 2005 og 2006.
Roknskapir, sum longu eru
góðkendir, er eitt sindur
undarligt, metir hann.
Tað sær út sum, at rottan
er roykt út úr holinum, og
við niðurslitnum eygum er
komin við einum dómi.
Hetta hevur onki við jura at
gera. Hetta er reinur polit
ikkur, sigur hann.
Hinir góðtaka bara
Anfinn V. Hansen og
Bjørn á Heygum hava uttan
at himprast staðfest, at
Hans Pauli Strøm hevur bor
ið seg ólógliga at, tí teir
hava als ikki sett spurnar
tekin við landsstýrismála
nevndina. Tað kann verða,
at niðurstøðan er røtt, men
tað kunnu vit ikki hava álit
á, tí ongin kanningarstjóri
er settur og tað bara er
nevndin sjálv, sum hevur
dømt hann. Hetta hevur ver
ið sera junkasligt úr enda í
annan, tá nevndin ikki vil
fara eftir nøkrum øðrum
enn Hans Paula Strøm og
teimum báðum løgmonnun
um, heldur Hans Trygvi
Teirin.
Tey skuldu sett ein kann
ingarstjóra, so vit kunnu
fáa staðfest, um tað bara er
Hans Pauli Strøm. Um hann
hevur ábyrgdina av tí hann
skal hava gjørt, ella um
ábyrgdin í veruleikanum
liggur onkra aðrastaðni.
Tað er ein vika síðan, at Hans Pauli Strøm segði seg úr sessinum sum heilsumálaráðharri. Hans Trygvi Teirin, advokatur, metir, at
hann var órættvíst viðfarin
Landsstýrismálanevndin dømdi
uttan grundarlag
Virðisløn til Injector
Altjóða felagsskapurin, Sustainable Shipping, hevur
kunngjørt, at eitt samtak við Injector Trawldoors A/S
og 14 øðrum fyritøkum og stovnum hevur vunnið
ársins umhvørvisvirðisløn. Samtakið fær altjóða
viðurkenningina fyri felags ætlanina, Framtíðarinnar
Grøna Skip. Eitt endamálið við ætlanini hjá Injector
Trawldoors A/S og hinum fyritøkunum er at skerja
CO2útlátið frá skipum við 30 prosentum. Eisini fatar
ætlanin um at fáa skip at dálka 90 prosent minni við
eitt nú køvievni og svávuli.
Víkingabygningur undan kavi á Sandi
Í kirkugarðinum á Sandi eru fornfrøðingar komnir niður á ein áhugaverd
an bygning. Eftir tí ið higartil er útgrivið, er bygningurin á leið ferðir
metrar til støddar. Møguliga er bygningurin frá tíðliga í víkingaøldini.
Símun Arge fornfrøðingur sigur, at hesin bygningur, eins og alt annað,
sum higartil er funnið á Sandi, er sera áhugaverdur. Veggirnir eru so at
siga órørdir, eldstaðurin sæst tíðuliga og ein góð renna, sum er opin,
gongur gjøgnum allan bygningin. Símun Arge heldur at bygningurin er
ein arbeiðsbygningur, møguliga ein smiðja. Nógv hitasprongt grót er at
finna í einum dunga, beint uttanfyri bygningin, sum eisini styrkir tankan
um, at bygningurin er ein arbeiðsbygningur. Í løtuni arbeiða 15 fólk við
útgrevsturin, 12 teirra koma úr Bretlandi hini eru føroyingar.
Stýris-
skipanin
um lands-
stýris-
mála-
nevndina
§ 38. Løgtingið setur
eina tríggja manna nevnd
av løgtingsmonnum at
hava eftirlit við, at starv
landsstýrisins
verður
útint á lógligan hátt.
Stk. 2. Hevur nevndin
illgruna um, at óregluliga
hevur verið atborið, kann
hon krevja, at løgtings
formaðurin
setur
ein
kanningarstjóra,
sum
ikki hevur dómsmyndug
leika. Hann skal, eftir at
hann hevur kannað mál
ið, gera eina frágreiðing
til løgtingið, hvørt fyri
sitingin í ávísum máli er
útint á lógligan hátt.
Tveir fimtingar av løg
tingsmonnunum kunnu
skrivliga seta fram sama
krav.
Stk. 3. Kanningarstjórin
skal hava løgfrøðiligt
embætisprógv og skal
ikki verða starvsettur í
fyrisiting landsstýrisins,
á stovni undir lands
stýrinum, hjá dómsvald
inum ella fyrr hava
viðgjørt málið.
Stk. 4. Kanningarstjórin
hevur rætt til at krevja
skrivligar ella munnligar
upplýsingar frá einskild
um borgarum eins og frá
almennum embætismonn
um.