Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-20, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. juli 2009síða 6

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 136 - 20. juli 2009 Samgongan arbeiðir við eini ætlan um at tey, sum búgva í eldrasambýlum, skulu av við alla pensónina eins og tey á røktarheimunum Eldrasambýli Randi Jacobsen randi@sosialurin.fo Samgongan leitar við ljós og lykt eftir milliónum á fíggjar lógini. Eitt uppskot í sonevnda kreppu pakkanum er, at tað skal kosta meira at búgva í eldra sambýli. Nú er munur á, hvat tað kostar at búgva á ellis- ella røktar heimi og at búgva í eldra sambýli. Tey, sum eru á ellis- ella røktarheimi, lata alla sína pen sjón inn og fáa 900 krón ur í lummapengum um mánaðin. Fólk, sum búgva í eldra- sam býli, rinda væl minni. Tey gjalda 3454 krónur um mán aðin fyri kost og inni- vist, uttan mun hvørja pen- sjón tey hava. Restin av pen sjón ini er teirra. Sosialurin hevur frætt, at æt lan in er at broyta skipan- ina, soleiðis at tey í sam- býl u num skulu rinda fyri uppi hald eftir somu skipan sum tey á røktarheimunum. Tað fer at geva nakrar milliónir um árið til lands- kass an. Hetta krevur lógar broyt- ing. Tað hevur ikki eydnast at fáa nakað nærri at vita um æt laðu broytingina, tí inni- haldið í kreppupakkanum er framvegis loyniligt. Jóannes Eidesgaard, land stýris maður í fíggjar- mál um vil einki siga um nak að í kreppupakkanum. Fyrisitingin í Al man na- ráð num kann einki siga, tí upp skotið er á politiskum støði. Uppskotið er ikki sent til hoyr ingar nakrastaðni. Rósa Samuelsen, lands- stýris kvinna í al men na mál- um sigur seg einki vita um upp skotið. Dýrari at búgva í eldrasambýli H1N1 hóttir búskapin H1N1 breiðir seg við fullari ferð kring allan heimin, og hóast talan ikki er um nakran serliga stóran heilsuvanda, so inniber sjúkan millum annað, at miliónatals fólk verða sjúk. Hetta rakar sjálvandi framleiðsluvinnuna sum heild, men eisini ber óttin við sær, at fólk ferðast minni og tey eru minni á almennum støðum, har nógv fólk eru savnað. Fyri eitt land sum Bretland, sum er serliga meint rakt av H1N1, roknað fíggjarfrøðingarnir við, at arbeiðið við at endurreisa búskapin væl kann verða seinkað í eini tvey ár. Svart summar í Norðurlanda húsinum Annan mánadag verður heimsfrumframsýning av filmsverkinum, Black Summer. Talan er um verk, sum eitt enskt filmslið tók upp í Føroyum í fjør summar, men har bert føroyskir leikarar eru við. Tað er nakað, sum ikki er hent, síðani spanski Miguel M. Hidalgo gjørdi filmarnar, Rannvá, Páll Fangi og Heystblómur her á landi í 70´unum. Fólkini handan films- og tónleikaverkið ”Black Summer” kalla seg the Pony Tales. Talan er um samstarv millum tónleikaran og tónasmiðin Kristoffer Sonne og filmsleikstjóran Nadia Marquard Otzen. Tey er bæði donsk, men hava búð og virkað í London í fleiri ár. Fyri at sleppa und an lekum í undir sjóvar­ tunlunum eru veggir­ nir innan fyri sproyti­ betong ið klæddir við PE­skúmi, ið er sera eldfimt. Bruna ­ myndug leikar­ nir í Noregi óttast. Føroysku undir­ sjóvar tunlarnir eru klædd ir við sama evni, men Petur Lava Olsen, deildarstjóri í Brunaumsjón Land­ sins heldur vandan fyri vanlukku her vera lítlan Tunlar Randi Jacobsen randi@sosialurin.fo Tað tók sína tíð, til Bruna- umsjón Landsins vildi góð- kenna Vágatunnilin. Orsøkin var, at tunnilin var klæddur við tí eldfima PE- skúminum, og Bruna- um sjón Landsins kravdi, at eitt tjúkt lag av betongi varð sproytað út yvir skúmið, og so varð gjørt. Tá ið Norðoyatunnilin varð gjørdur, varð gjørt eft- ir somu krøvum, og eitt seks sentimetur tjúkt lag av beton gi varð sproytað upp und ir loftið. Men seks sentimetur av sproyti betongi er ikki nóg gott, sigur brunastjóin í Trom sø, Nils Ove Sollid við NRK. Lagið skuldi ver- ið átta sentimetur tjúkt, um hetta evnið endiliga skal brúkast, sigur hann. Í Noregi eru 200 tunlar klædd ir við PE-skúmi. Evn ið er seinastu 11 árini tikin úr nøkrum tunlum. Tað sama í Føroyum Veggirnir í okkara undir- sjóvar tunlum eru klæddir við sama evni, og eins og í Noregi er seks sentimetrar av sprotibetongi uttaná, og tað er gjørt fyri at sleppa und an, at vatn dryppar nið- ur á koyribreytina. - Vandin fyri, at vanlukka hendir er avmarkað í Før- oy um, tí okkara tunlar eru ikki so langir. Men tað er greitt, at sproytivetongið held ur ikki til alt. Um eitt nú ein stórur bussur rennur inn í veggin, kann tað brot- na, og so kemur eldur í, sig- ur Petur Lava Olsen, stjóri í deildarstjóri í Brunaumsjón Landsins. Ein persónbilur, sum koyr ir við nógvari ferð, kann eisini bróta hol á betongi, um hann rennur á. - Sannlíkindini fyri, at slík ar vanlukkur henda, eru smá, men tær henda kortini, sigur Petur Lava Olsen. Aðrar loysnir Nýggj evni at nýta í staðin fyri PE-skúm í tunlunum eru á veg. Eitt plastevni, sum verður framleitt í Sveis, varð roynt í Norð- oya tun linum, men tað var ikki brúkt kortini. Hetta evn ið er væl dýrari enn PE-skúmið. Petur Lava Olsen væntar ikki, at PE-skúmið fer at verða tikið úr føroysku tun- lu num aftur, tí tað hevði ver ið eitt sera kostn að ar- mikið arbeiði. Eldfimt evni í tunlunum Føroysku undirsjóvartunlarnir eru eisini klæddir við PE-skúmi, ið norsku brunamyndurgleikarnir hava ilt eyga á