Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-20, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. juli 2009síða 13

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 136 - 20. juli 2009 13 Føroyar mugu sum skjótast í samráðingar við ES-nevndina at vita, hvørjar treytir eru fyri at gerast partur av Europasamveldinum. Hetta er átrokandi neyðugt, nú Ísland hevur søkt um ES-limaskap, og Noreg er farið at hugsað um sama mál Tey flestu síggja nú skriftina á vegginum: Føroyar mugu sum skjótast í samráðingar við ES- nevndina at fáa greiði á, um og hvussu Føroyar kunnu gerast partur av Europasamveldinum. Hetta er átroðkandi neyðugt, nú grannar okkara og sterkastu kappingarneytarnir á fiskivinnuøkinum nærkast ES við risastórum fetum. Ísland hevur søkt um ES- limaskap, og í Noreg eru fólk farin at umhugsa somu leið sum íslendingar. Avgerðin hjá íslendska Altinginum um at søkja Íslandi limaskap í ES fær stóra ávirkan á vinnuliga kappingarføri Føroya. Í stuttum, er sannlíkt, at føroyska fiskivinnan frameftir ikki verður kappingarfør mótvegis íslendsku fiskivinnuni, ið fær fyrimunir innan ES. Við mistum kappingar- føri fer landið at bløða fíggjarliga. Inntøkurnar fara at svíkja, og tað fær avleiðingar fyri vælferðina og alt annað, sum skal fíggjast í Føroyum. EFTA-felagsskapurin viknar í stórum. Einasti “vinurin” hjá Føroyum í EFTA er á veg úr felags- skapinum, og sannlíkt er, at grundarlagið undir EBS- skipanini er farið at ridlað. Eisini av hesi orsøk eigur føroyskur Europapolitikkur at rætta kós. Løgmaður eigur sum skjótast at taka stig til, at Europapolitikkurin hjá ABC-samgonguni verður dagførdur sambært tí veruleika, vit í dag eru í. Heimurin er nógv broyttur seinasta árið.. Ein heimsfevnandi kreppa er komin, og hon ber í sær, at heimsins samfeløg ganga saman og samstarva meira enn nakrantíð, t.d. í ES. ES-politikkurin hjá ABC er ótíðarhóskandi og má broytast løgtings- og fólkatingsmaður Edmund JoEnsEn Sagt verður frá, at kæri svágur, pápabeiggi og mammubeiggi okkara Danjal Jacob Mortensen Øravík andaðist á Suðuroyar Ellis- og røktarheimi sunnudagin 19. juli, 87 ára gamal. Kistan fer úr kapellinum á Suðuroyar Sjúkrahúsi týsdagin kl. 18. Jarðarferðin verður úr Bønhúsinum í Øravík ónsdagin kl. 13. Sungið verður úr Sálmabókini. Vegna tey avvarðandi Marlena Tey, ið vilja minnast Danjal Jacob, kunnu lata Bønhúsinum eina gávu. Ellen Cemina Poulsen vanliga nevnd Mina, ættað úr Sumba, búsitandi í Havn, andaðist á Ríkissjúkrahúsinum, 15. juli, 66 ára gomul. Kistan fer úr Landssjúkrahúskapellinum, mánadagin tann 20. juli kl. 18.00. Jarðarferðin verður úr Kirkjugarðskapellinum týsdagin tann 21. juli kl. 13.00. Familjunnar vegna Henry, Naina, Áshild og Jens Rúni Sangarakut Stóra vatnoysarí hjá Una Arge ger meg í ringum lag, eg kann ei torga; Tey løg ið psyku geva ein malør; Nei gev mær heldur Símun Konoy so blívi eg í betri humør. Jens Eli Ellefsen við síni rødd tí gomlu riggar til róðrarbátaáralag úr homlu; Og syngur Anfinn at havnamenn enn rógva út við bandi; Er ikki væl dámt í landkrabbanna landi. Hvar bleiv Tónlist av í øllum varpi? Eru longu gloymdir, teir frægu tónagarpar; Ella er tað bara eg, ið eri vorðin gamal? So dámi Vestmenn, Annika Hoydal og systkinabarnið Sámal. Lív Næs er ein sangfuglurin nýggji ið fær mítt gamladreingja hjarta at skríggja; Tað var nú, man skuldi verið ungur nú Guðrun Sólja og Eivør og Linda tóna upp úr lungum. Frøkun Lisberg má eg ikki gloyma; Tann sjarmu røddin fær sangir at sveima; Ja sungna mál á døprum døgum vinnur; Støðan er 1-0 móti monnum til Føroya kvinnum. Hallur Andreasen Náðar leiðara Tá ið Adolf Hitler legði seg í song, tók hann sína Bíbliu og blaðaði upp at lesa um bróður sín í andanum Dávid Kong Teir sita nú í Himli teir báðir Adolf Hitler og Dávid kong, og kjakast um 266B vørr á foldum pr politiska brong. Kári Post og Karsten og Bill og Jenis, ja, teir enda vist allir í Himli bara teir hava 266B krosskastaðan penis. Idi Amin og Pól Pott, og hinir einglarnir í Himli spæla uppá harpu diskuterað politikk og hava tað gott. So, hví skuldi Jóannes Ejdesgaard ikki eisini sloppið til Himmals við sínari fíggjarlóg? Fyri tey útvaldu er hon jú sera góð! Fyri øll glataðu er fíggjarlógin ein niðurskurður uppá sítt pláss meðan løgtingsins egna eftirløn og løn ordiliga vísur noss. Hallur Andreasen Lesið Sosialin - so eru tit við -har tað hendir