mánadagur 20. juli 2009síða 20
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 136 - 20. juli 2009
Eitt fantastiska frekt
stunt var toppurin, tá
Jákup Veyhe og Sjúrður
Skaale fríggjakvøldið
staðfestu, at teir eru
Føroya stuttligastu
menn
Teir duga framvegis at
vera stuttligir. Og teir
duga framvegis at
provokera, tí onkur
hevur uttan iva fingið
ilt í reyvina av, at
Føroyra fremstu skemt
arar, fingu tús undt als
føroyingar at veittra
við Dannebrog, meðan
tey ýldu, at Danmark er eitt deiligt land.
Hugskotið er herligt og myndin av
Kirkjubøi hesa løtuna talar fyri seg.
Dannebrog all over the place og í
bakgrundini Múrurin, sum hesa løtuna
sá rættiliga malplaseraður út.
Frekt av teimum, men upp á tann
feita mátan, tí at halda Kirkjubø –
ímyndin upp á føroyskan samleika –
fyri gjøldur á henda hátt, er sjálvironi
so tað baskar!
Menn sum Niels Arge Galan, for
sangari í 200, og Høgni Hoydal, for
mað ur í Tjóðveldi, høvdu eisini Danne
brog á lofti hesa løtuna, og tóktust at
vera á einum máli um, at Danmark er
eitt deiligt land.
Frá Dannebrog til Kára Cool
Skiftið frá hesum sangi til næsta var
upplagt, men riggaði somuleiðis
ótrúliga væl. Sjálvandi skuldi Kári Cool
taka yvir eftir teir báðar sjálvfeitu
danirnar, sum ikki kunnu fáa nokk av
sær sjálvum og sínum vakra landi.
Kári. Ímyndin upp á bygdasliga
mandschauvinistin, fekk so ruddiliga
bukað alt, sum minti um reytt og hvítt
langt upp um Múrin og úr Kirkjubø.
Ein herligur yvirgangur, sum veruliga
fekk fólk upp at kóka. Hjá onkrum
gjørdist nærum talan um ovfarakæti,
tá hesi festu eld í donsku pappírs
fløggini, fyri at fagna mandschauvin
istiska nationalistinum.
Tøkk til tónleikararnar
Annars var showið hjá Pipar & Salt
sum vit kundu vænta. Esmar Eysturoy,
Símun Tindfjall, damurnar úr Klaksvík
og Suðuroy, Melvis Stardust og allir
hinir loystu hvønn annan av, og
Sjúrður Skaale og Jákup Veyhe eiga
stórt rós uppiborið fyri at fáa so
nógvar figurar á pall, uttan at
stórvegis steðgur kom í framførsluna.
Somuleiðis eiga tónleikararnir og
kórið eisini at verða róstir, tí hesir
stuðlaðu ótrúliga væl uppundir og
eiga stóran part av æruni av, at tað
heila hepnaðist so væl.
NATIONALISTISK
SJÁLVIRONI
Pipar & Salt savnaðu meiri enn tvífalt so nógv fólk, sum MC-Hár og Trentemøller gjørdu hóskvøldið
Mynd: Beinta Haraldsen
Niels Arge Galan og Høgni Hoydal høvdu báðir Dannebrog á lofti, meðan teir saman við restini av fjøldini í
Kirkjubø hálovaðu danska kongaríkinum
Myndir: Rólant Waag Dam og Eirikur í Jákupsstovu
Rólant Waag
Dam
rolant@sosialurin.fo