mánadagur 20. juli 2009síða 45
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 136 - 20. juli 2009
45
Túnatos
Rebecca Joensen er 19 ár,
lesandi og frá Klaksvík
1. Ætlar tú tær á SF í ár?
Ja, eg búgvi í Klaksvík, so
eg ætli mær sjálvandi. SF er
altíð hugnaligt og hoyrir til
føroyska summarið.
2. Hvør hevur verið besta
konsertin nakrantíð á SF?
Uttan iva Alphabeat í 2008!
3. Svevur tú í tjald ella í
ordiligari song á SF?
Eg sovi míni egnu song! :)
4. Hvat hevur verið tín
hugnaligasta uppliving á
SF?
Tað hugnaligasta man nokk
verða stemningurin á
festivalinum, góður tónleikur
og fitt fólk ;)
5. Hvat gleðir tú teg mest til
á SF 2009?
uuhh… tað man nokk fara
vera Robin Gibb..
- har hittini hittast
FESTIVALTÍÐINDI við Ragnhild Ellingsgaard
Fremsti føroyski rock
bólk urin fer í august
aftur á pallin á Summar
Festivalinum, har seinasta
framførslan var so minni
lig, at hon var givin út á
dvd í Danmark
Tónleikur
Ragnhild Ellingsgaard
The Dreams eru komnir langt
uttanlands,
og
nú
er
bert
spurningur
um
tíð,
áðrenn
føroyski rockbólkurin við basa í
Danmark, røkkur enn longri út í
heim. Áhugin fyri The Dreams er
størri enn nakrantíð – bæði í
Danmark og aðrastaðni kring
Europa – og fyrstu úrslitini av tí
eru farin at síggjast. Nú verður
arbeitt miðvíst fram ímóti at fáa
eitt altjóða gjøgnumbrot og við
einum sáttmála, sum longu er
komin í hús í Fraklandi, tykjast
dreymarnir skjótt fara á flog.
Men The Dreams gloyma ikki
Føroyar og Summar Festivalin,
har teir hava spælt fleiri ferðir
áður. Langt áðrenn The Dreams
fekk gjøgnumbrotið í Danmark
og samstundis gjørdist eitt stórt
navn í føroyskum tónleiki, spældu
teir á Summar Festivalinum.
Potentiali í bólkinum var frá
byrjan stórt, og tað er púra vist, at
bólkurin hevur ikki rokkið sínari
endastatión uttanfyri landoddarnar
enn – og langt frá tí.
Í fjør spældu The Dreams eina
fantastiska konsert á stóra palli á
Summar
Festivalinum,
og
konsertin eydnaðist so væl, at
stórur partur av framførsluni varð
givin út á dvd í Danmark og í
Føroyum.
Myndirnar
vóru
minniligar, og tónleikurin var
framúr.
Og nú er greitt, at The Dreams
spæla á Summar Festivalinum
aftur í ár, har teir lova eina rimmar
konsert til allar rockelskarar.
The Dreams spæla á
Summar Festivalinum
Tað verður ein feit konsert við løgum, sum vit øll kenna, tá The Dreams aftur
í ár koma á pallin hjá Summar Festivalinum
Tveir av best umtóktu
DJ’unum í Føroyum fara
at undirhalda í Flags
tjaldinum á Summar
Festivalinum
Tónleikur
Ragnhild Ellingsgaard
Summar Festivalurin kann bjóða
eina ørgrynnu av livandi tónleik á
palli, men møguleiki verður eisini
at dansa til tónar, sum tveir av
fremstu DJ’unum í Føroyum hava
at bjóða.
Bæði leygarnáttina og sunnu
náttina verður DJ show í Flags
tjaldinum á Summar Festivalinum,
og tað verða DJ Cool og DJ Tech,
sum fara at standa fyri tón leiki
num.
DJ Cool hevur ferðast land og
ríkið runt sum plátuvendari. Hann
hevur hitað stórar áhoyrarafjøldir
upp til nøvn sum Nik & Jay, DJ
Aligator, Sash, SOAP, Rene Diff
og Anna David. DJ Cool var í
nógv ár fastur DJ í Club 20, og
nú er hann fastur fúsur á Eclipse
og Rex í Havn.
DJ Tech er nógv umbiðin til
tiltøk kring alt landið. Hann var í
fleiri ár DJ í Club 20 og telist nú
millum teir, sum standa fyri
undirhaldinum á Rex og Eclipse í
Havn.
DJ Cool og DJ Tech hava
royndir í at fáa eina og hvørja
áhoyrarafjøld at kóka, og tað fara
teir eisini at gera mitt á nátt í
Flagstjaldinum
á
Summar
Festivalinum.
DJ show á Summar Festivalinum
DJ Cool og DJ Tech lova at fáa
Flagstjaldið upp at koyra í føroysku
summarnáttini