týsdagur 21. juli 2009síða 23
‹ fyrra síða allar 97 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
44
Ólavsøkublaðið – juli '09
45
Ólavsøkublaðið – juli '09
Úr øllum ættum
koma gestir
– um gestaboð
og fólkaskikk
Snapsing
Tekur tú ímóti, tá snapsur verður skonktur, skalt tú lyfta glasið eitt
sindur, hyggja inn í eyguni á skonkjaranum og skála við einum brosi –
onki við at snerkja ella viðmerkja, at tær ikki dámar.
Tað er í lagi at klípa, men bið ongantíð um ein hálvan snaps.
Skonkjarin skal ikki bjóða einum persóni, sum fleiri ferðir hevur
takkað nei.
Skonkjarin skal ikki leypa konufólk um. Tað er ein gamal óskikkur, sum
summi kiksað mannfólk framvegis halda vera gentlemansligur ...
• Bið tær gisting í góðari tíð
• Hav okkurt við til vertin, til
dømis ein lítlan urtapott ella
eina fløsku. Ein lítil karamella
ella okkurt annað gleðir børn í
húsinum.
• Hav eitthvørt gott við til borðið –
kjøt, fisk, smákøkur..
• Rudda upp eftir tær á kamarinum
og á baðiverilsinum, áðrenn tú
fert út í býin.
• Hjálp til við vanligum húsligum
arbeiði, so sum at taka av
borðinum, vaska upp, dekka borð
osv. Í dag er vanligt, at bæði
mannfólk og konufólk hjálpa til!
• Tak øl, rúsdrekka og bland við.
Onnur skulu ikki rinda fyri títt
drekkarí.
• Lat vertirnir avgera, nær mál
tíðir nar eru.
• Tak ikki onnur fremmand við inn,
um tú sjálv ert gestur.
• At sleppa at gista er ikki
tað sama sum at fáa eitt
ballingarstað – ballast úti!
• Rudda kamarið, tak seingjar
klæðini av og lufta út, tá tú fert
avstað aftur.
• Rósa vertunum fyri matin, húsið,
útsýnið ella okkurt annað, sum er
serliga gott.
• Tak heldur enn gjarna soviposa/
seingjarklæði og handkløð við
heimanifrá.
• Takka fyri blíðskapin!
• Bjóða vertsfólkunum at gista hjá
tær eina aðru ferð
Gestir eru vælkomnir á ólavsøku.
So hjartaliga vælkomnir.
Tá vit trunka okkum saman í góð
um vertskapi. Eta, drekka, syngja
og sova undir somu lon.
Men tað krevur nakað serligt at
vera so tøtt og so nógv í senn.
Bæði av gestum og vertum.
Hetta serliga er fólkaskikkur.
Gestir, sum duga fólkaskikk eru
vælkomnir ár um ár.
Hinir skulu heldur halda seg
heima.
Gistandi gesturin
Lagt til rættis: Rigmor Dam
Mynd: Álvur Haraldsen
Tornæmir gestir
Um ófólkaligu gestirnir ikki fata tíni annars fínu hint:
● vesikumman lekur, so her stinkar
● dementa langaomman dámar so sera væl at fara upp í songina hjá
gestum á miðjari nátt
● hundurin hevur loppir
● barnið hevur kolikk
● sonurin hevur tørn, so her fær ongin fløska frið
HJÁÁÁLP!!!
Ófólkaligir liggjandi ólavsøkugestir eru ikki vælkomnir. Her eru nøkur
ráð til, hvussu tú heldur teimum frá dyrnum:
■ Gloym at leggja lykilin undir máttuna.
■ Sig, at tað var deiligt, at tey koma á vitjan, tí tit mangla onkran at
ansa børnunum á ólavsøku.
■ Koyr hvítleyk í allan matin.
■ Spæl drønfrá jazz ella opera.
■ Sig, at tit eru blivin vegetarar.
■ Bið tey taka matpakka við, tí tit ætla tykkum at vitja fólk á
ólavsøku.
■ Sig, at tit kunnu bjóða breyð og salt, um tey taka skerpikjøt við.
■ Bið tey taka soviposar og liggiundirlag við.
■ Bjóða teimum at tjalda í garðinum.