týsdagur 21. juli 2009síða 25
‹ fyrra síða allar 97 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
48
Ólavsøkublaðið – juli '09
49
Ólavsøkublaðið – juli '09
Philippe Carré fram sýning
á Lands bóka savninum
Í juli mánað sigur
listamaðurin Philippe
Carré frá, hvussu hann
upplivir oyggjar, bygdir
og økir í Havn. Eyðkendu
og løttu myndirnar
hjá Philippe Carré
eru blýantstekningar,
litlagdar við vatnlitum.
Framsýningin er á
Landsbókasavninum
frá 1.–31. juli. Til 24.
juli er opið mánadag til
fríggjadag frá kl. 10-15.
Ólavsøkudagarnar, 27.–
31. er opið frá kl.14-18.
Visti tú?
Í sambandi við 100 ára
haldið verða allir býráðslimir
í Tórshavnar kommunu
við í skrúðgonguni
ólavsøkuaftan. Øll verða tey
í føroyskum búna.
Undir heitinum ’Lívsins landslag’
hevur Tróndur Patursson framsýning
á Skipasmiðjuni um ólavsøkuna.
Hetta er fyrsta einkarframsýning
hansara í fleiri ár.
Tórshavnar kommuna veit at siga,
at 18. juli 2009 og fram til miðjan
august sýnir Tróndur Patursson
málningar og glaslist í Listahøllini á
Skipasmiðjuni. ’Lívsins Landslag’ er
heitið á framsýningini hjá Tróndi,
sum 100 ára haldið hjá Tórshavnar
kommunu stuðlar.
Tróndur, sum júst er vorðin 65,
hevur ikki havt einkarframsýning
í Føroyum í mong ár. Tí er
’Lívsins Landslag’ ein afturlítandi
framsýning, ið gevur innlit í
virksemið hjá Tróndi, men eisini ein
framsýning við nýggjum verkum.
Tróndur Patursson býr og virkar í
heimbygdini Kirkjubø.
Framsýningin ’Lívsins Landslag’ er
opin til mitt í august.
Rd.
Lívligt útimøti
sum í 70’unum
Samkomurnar, sum í 70'unum høvdu lívlig útimøti við
sangi og tónleiki, skipa fyri konsert og sangløtu í
Tórsgøtu sunnudagin fyri ólavsøku
Endamálið er at endurskapa tey lívligu útimøti, sum vóru á Vaglinum og
miðbýnum annars í 1970'unum.
Heitið á konsertini er ”Kasta breyð títt út á vatnið..”, sum er tikið úr
Prædikaranum 11, 1: "Kasta breyð títt út á vatnið, tí tú fært tað aftur um so
long tíð gongur!"
Breyðið, sum tey kastaðu á vatnið í 70'unum kemur nú aftur sum ein
felags konsert og hugnalig sangløta fyri øll.
Victor Carlsen, sum sjálvur var ein teirra, samskipar tiltakið fyri 100 ára
haldið hjá Tórshavnar kommunu.
Tey luttakandi eru úr samkomunum, sum í 70'unum høvdu lívligu
útimøtini við sangi og tónleiki. Teirra millum eru Hvítusunnusamkoman,
Brøðrasamkoman, Meinigheitshúsið og Frelsunarherurin.
Tónaskaldið Sunleif
Rasmussen hevur gjørt
nýggja kantatu til
Tórshavnar kommunu
Nú Havnin fyllir 100 er hóskandi
við eini serstakari kantatu, sum
gongur nýggjar tónlistarligar leiðir
og samstundis tekur støði í tí bygda
umhvørvi, sum er kring Vaglið
og Tinghúsvøllin. Hetta heldur í
øllum førum tónaskaldið Sunleif
Rasmussen, sum hevur skrivað
nýggja kantatu til Tórshavnar
Kommuni.
Kantatan verður øðrvísi á tann
hátt, at allur Tinghúsvøllurin verður
tikin við í framførsluna.
Á heimasíðuni hjá Tórshavnar
Kommuni lýsir Sunleif Rasmussen
nýskrivaðu kantatuna soleiðis:
– Ætlanin er at samnantvinna
fortíð og nútíð í eina tónleika-
fram førslu, ella sjov, ið fevnir um
kórsang, kingosang, kvøðing,
messingblásarar, solosang, elgittar,
percussion og elektrontónleik.
Kór, solosangarar, elgittar,
percussion og dirigentur standa á
vøllinum. Kvæðabólkur dansar í
býráðsgarðinum og kingosangarar
standa og syngja millum Hafnia
og Gamla Bókahandil. Tveir
trom bonleikarar standa á takin-
um á gamla Apotekinum, tvær
trompetir blása úr báðum vind-
eyg unum á Tinghúsloftinum
og tvey horn úr vindeygunum
á Býráðsloftinum. Samstundis
streymar elektroniskur tónleikur úr
seks sourroundhátalarum runt alt
økið á Vaglinum.
Tekstin til nýggju kantatuna skriva
Sólrun Michelsen, Oddfríður M.
Rasmussen og Carl Jóhan Jensen.
Ólavsøkukantatan 2009 varir 20
minuttir og eftir hana heldur vanligi
kórsangurin fram við sama kóri
undir Tinghúsinum.
Føroyar á
havsins botni
Á ólavsøku fer Ingi Sørensen at sýna fram
litríkar myndir á havsins botni í Post hús
kjallaranum.
Ingi Sørensen er kavari og hevur tikið hópin av
myndum á havsins botni kring Føroyar.
Á ólavsøku sýnir hann 26 litríkar myndir,
umframt 150 aðrar myndir av ókendu Føroyum
á flatskíggja.
Framsýningin verður í Posthúskjallaranum í
Tórsgøtu 27.31. juli 2009 klokkan 1519 allar
dagarnar.
»Káta hornið«
Ingálvur í Degnshúsi
Á ólavsøku sleppa vit at síggja málningar og tekningar í ættini hjá
Ingálvi av Reyni í Degnshúsi.
Umframt at síggja framsýningina við sjáldsamum og privatum
verkum eftir framsta listamanni okkara, kunnu fólk eisini síggja
søguligu Degnshús hjá Tórshavnar kommunu.
Opið er um alla ólavsøkuna, hvønn dag klokkan 14-19.
Tróndur Patursson einkar sýning á ólavsøku
Sunnleif eigur ólav søkukantatuna 2009
Visti tú?
At ólavsøkan í ár verður
sett av Jógvan Arge,
formanni í mentamálanevnd
Tórshavnar býráðs.
TÓRSHAVN 1909-2009
Fólkavald kommuna í 100 ár
Havnin
swingar
Sunnudagin fyri ólavsøku verða feitir og swingandi havnartónar at hoyra
á uttandura konsert í Tórsgøtu. Havnarløg eru sangir úr Havn ella um
Havnina.
Magnus Johannessen hevur gjørt útsetingar til kend havnarløg fyri
Tórshavnar Stórband. Løgini verða framførd á uttandura palli í Tórsgøtu í
Havn sunnudagin 26. juli 2009 klokkan 16. Eisini verður eitt nýtt Havnarlag
hjá Magnusi Johannessen frumframført.
Sagt verður, at útsetingarnar av havnarløgum eru í breiðum swing-stíli,
við fyrimyndum sum Glenn Miller og Gil Evans.
Havnarløg eru sangir, ið eru úr Havn ella um Havnina. Teirra millum eru
‘Eitt sunnukvøld í plantasjuni’, ‘Havnin er ein lítil bygd’ og ‘Eitt kvøld á
Tinganesi’.