Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-21, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. juli 2009síða 27

‹ fyrra síða allar 97 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

52 Ólavsøkublaðið – juli '09 53 Ólavsøkublaðið – juli '09 Eins og undanfarnu árini verða Miðla húsið og Miðlagarðurin í Vágs botni opin alla ólavsøkuna. Tá flutt varð oman í Vágbotn í 2005 varð avgjørt at hava opið hús á tjóðarhátíðini, ólavsøku. Um framt at alt arbeiðsplássið, sum hýsir bæði skrivaðum, loft- og netmiðlum verður víst fram fyri ólavsøkugestum, so verð ur eisini skipað fyri ymsum til tøk um. Afturvendandi tiltakið, Skemti tekn ingar nar hjá Óla Petersen prýða glasveggirnar, vestari endin av húsinum hýsir filmsrullunum “Før- oysk ar Søgur 2”, sum Substanz og EIK standa fyri, og í stóra høli-num og í Miðlagarðinum verður tón - lei kur. Atgongumerkið er 120 kr. Men er tað eisini lutaseðil. Vinningarnir eru tveir semiflex ferðaseðlar á rutunum hjá Atlantic Airways, gisting og døgurði fyri tvey á Hotel Tórshavn og allar Skemtbøkurnar hjá Óla P. Aftrat hesum fáa øll, ið keypa at gon gu- merki, eina av bókunum hjá Óla P ókeyp is. Har verður eisini ókeypis kaffi, te og køkur og SISU frá Før- oya Bjór. Høvuðsstuðul til til tøk í Miðlahúsinum er Føroya Banki. Byrjar mánadagin 27. juli kl. 15 Uni Arge, Stanley Samuelsen og Hanus G. Johansen, Lív Næs og Niels Midjord og Martin Joensen verða at hoyra í Miðlahúsinum á ólavsøku. Eins og undanfarin ár verður Miðlahúsið í Vágsbotni aftur á hesi ólavsøku karmur um fjølbroyttan tónleik. Ikki færri enn seks nøvn eru á skránni teir báðar ólavsøkudagarnar. Uni Arge leggur fyri ólavsøkuaftan klokkan 18. Sama kvøld klokkan 22 møtast tær báðar legendurnar í føroyskum lagsmíði, Stanley Samuelsen og Hanus G Johansen. Teir fingu í fjør listavirðisløn Miðlahúsins. Og hetta er fyrstu ferð, at teir hava konsert saman í høvuðsstaðnum. Ólavsøkudag spæla og syngja Lív Næs og Niels Midjord klokkan 20, og klokkan 21 verður pallurin latin til enn eina legendu í føroyska tónleikaheiminum, Martin Joensen. Atgongumerki til allar konsertirnar fáast við dyrnar í Miðlahúsinum og kostar tað 120 fyri allar konsertirnar. Samtíðis fevnir tað eisini um framsýning við tekningum hjá Óla P, filmsfyrivísan av Føroyskum Søgum 2 og framsýning við myndum frá Oyggjaleikunum. Atgongumerkið er eisini lutaseðil til fleiri spennandi vinningar. Miðlahúsið og Miðlagarðurin opið alla ólavsøkuna Føroyskar Søgur 2 í Miðla­ húsi num á ólav søku Aftur í ár hevur Miðlahúsið fingið tann stóra heiður at vera karmur um frumsýningina av fyrstu kutunum av næstu filmsfløguni í røðini Føroyskar Søgur. Øll tey, ið taka av tilboðnum at støkka inn á gólvið í Miðlahúsinum alla ólavsøkuna, fáa høvi at síggja nakrar av teimum 13 søgunum, sum vera at finna á Føroyskar Søgur 2. Millum perlurnar á Føroyskar Søgur 2 eru eitt nú filmskut av føroyskum ítrótti yvir eitt 54 ára tíðarskeið - frá árliga fótbóltsdystinum millum TB og HB á Sevmýru í 1926 til C-HM í handbólti í 1980. Vit fara til neyta við hart arbeiðandi neytakonunum. Og so eru vit til staðar, tá tunnlar og brýr verða bygdar og gera frástøðuna millum føroyingar minni. Byrjar mánadagin 27. juli kl. 15 Lagt til rættis: Jan Müller • jan@sosialurin Fýra konsertir í Miðlahúsinum á ólavsøku Hundraðtals myndir frá Oyggjaleikunum í Álandi verða at síggja í Miðlahúsinum á ólavsøku. Myndirnar hevur mynda­ maðurin hjá Miðlahúsinum, Álvur Haraldsen og Bárður Eklund tikið og verður høvi at bíleggja myndir á staðnum. Upplivið Oyggjaleikirnar í Miðlahúsinum á ólavsøku Týsdagin 28. juli: Kl. 18 Uni Arge Kl. 22 Stanley Samuelsen og Hanus G. Johansen Mikudagin 29. juli: Kl. 20 Lív Næs og Niels Midjord Kl. 21 Martin Joensen