týsdagur 21. juli 2009síða 28
‹ fyrra síða allar 97 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
54
Ólavsøkublaðið – juli '09
55
Ólavsøkublaðið – juli '09
Tema’ið á ólavsøkufram
sýningini í ár er landslag.
fo/2009 við undirtekstu
num »avmyndan, um
skapan og avskapan«.
– Eitt landslag kann tulkast
í sínum breiðasta og mest
abstrakta týdningi, og øll
tøkni er loyvd í skapandi
listini, sigur Malan Marn
ersdóttir, forkvinna í
Listafelag Føroya
Í ár hevur Listafelag Føroya, sum
stendur aftanfyri árligu ólav søku
framsýningina í Listaskálanum,
valt at geva framsýningini eitt
ávíst heiti – ella tema. Tema’ið er
Landslag.fo/09 – við undirheitunum
»avmyndan, umskapan og av
skapan«. Fólk, sum kundu hugs
að sær at havt listaverk við á
framsýningini, høvdu freist til 15.
juli at senda inn uppskot. Síðan er
tað nevndin í Listafelag Føroya, ið
velir burturúr innkomnum upp
skotum, sum síðan mynda fram
sýningina á ólavsøku.
Nýggjar tíðir
Malan Marnersdóttir er forkvinna í
Listafelag Føroya.
Hon heldur, at tema’ið Landslag.
fo/09 í sær sjálvum ber boð um,
at talan er um nýggjar tíðin innan
landslagsmyndir.
– Summi halda, at føroyska lands
lagslistin er fjølbroytt, slóðbrótandi,
áhugaverd og frísklig. Onnur halda,
at henda listin eftirhondini er vorðin
einsporað, óorginal, nalvaskoðandi,
keðilig, moðin – og fyri alt í verðini
ov siðbundin.
Malan vísir á, at sum myndaevni
hevur landslagið í mong ættarlið
verið høvuðseyðkennið hjá listini
– ikki bara í Føroyum, men eisini
uttanfyri landoddarnar.
Hon væntar tó eina rættiliga
spennandi, forvitnisliga og fjøl
broytta framsýning í Listaskálanum
á ólavsøku.
– Tema og undirtekstir leggja upp
til, at landslagið eisini kann tulkast
í sínum breiðasta og mest abstrakta
týdningi.
Malan heldur, at í einum speiskum
tóna ber til at siga, at eitt landslag
kann vera nógv meira enn bert ein
bygd, eitt fjall ella ein havsbrúgv.
– Vit hava eingi mørk sett fyri,
hvussu listafólkini kunnu arbeiða,
ei heldur tøkniliga. Øll tøkni er
vælkomin, um so er. Men er tað
soleiðis, at onkur listaverk krevja
okkurt serstakt, er neyðugt, at
fólk gera vart við hetta í góðari
tíð, so høvi verður at hyggja upp
á, um umstøður eru til at ganga
ynskjunum á møti.
Torført val
Tá vit prátaðu við Maluna í fyrra
helmingi av hesum mánaðinum,
segði hon, at nøkur listaverk longu
vóru komin og fleiri vóru væntandi.
– Jú, tað verður eisini spennandi
hjá okkum í Listafelag Føroya at
síggja, hvar listafólk nú halda, at
landslagið er statt, sum hon tekur
til.
Malan væntar, at fólk, sum fara
at vitja ólavsøkuframsýningina, fáa
høvi at síggja bæði kend, minni
kend og í hennara verð ókend
listafólk.
– Tað er altíð torført at velja
ímillum innkomna list, men hetta
er ein avbjóðing og er samstundis
ógvuliga spennandi.
Tá vit prátaðu við forkvinnuna
í Listafelag Føroya, hevði hon av
góðum grundum einki neyvt boð
upp á, hvussu framsýningin fer at
síggja út, tí nakrir dagar enn vóru
eftir av innlatingartíðini.
Ólavsøkuframsýningin verður í
tí gamla og upprunaliga partinum
av Listaskálanum, men Malan
Marnersdóttir vísir á, at nú graf
iski verkstaðurin er fluttur, kem ur
tann parturin helst upp í fram
sýningarøkið á ólavsøku aftrat.
Framsýningin í Listaskálanum
letur upp ólavsøkuaftan klokk
an 14 og verður opin báðar ólav
søkudagarnar millum klokkan 14
og 20. Síðan hongur framsýningin
nakrar dagar út í august og kann
síggjast í tíðini, tá savnið annars er
opið.
Væl vitjað
Helgi Fossádal, leiðari á Listasavni
Føroya, sigur, at millum 50 og 100
verk plaga at verða sýnd fram á
ólavsøkuframsýningini, men hann
veit av góðum grundum ikki, hvussu
stórt talið verður hesaferð.
– Tað er soleiðis, at vit leggja bara
hølini til, og síðan er tað Listafelag
Føroya, ið tekur støðu til, hvørji og
hvussu mong listaverk koma upp at
hanga.
Helgi Fossádal vísir á, at ólav søku
framsýningin sum heild plagar at
vera væl vitjað.
– Talið av vitjandi liggur vanliga
millum eini 1500 og 3000, harav
tey flestu vitja framsýningina
um ólavsøkuna, sigur leiðarin á
Listasavni Føroya.
______________________________________
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Mynd: Álvur Haraldsen
Landslag í nýggjum hami
– Jú, tað verður spennandi at síggja, hvar listafólk halda, at landslagið er statt í løtuni,
sigur Malan Marnersdóttir, forkvinna í Listafelag Føroya
Røttu klæðini
til ólavsøkuna
fær tú frá okkum
Tórsgøta · 100 Tórshavn · Tel 31 13 95
Teldupostur: hjakissa@post.olivant.fo
Til føroyska
búnan hava vit:
Hvíta skjúrtu
Svart slips
Selar
Føroyska húgvu
SummarútSøla
í Skálabúðini og Mótaskálanum
byrjar hósdagin 23. juli kl. 9.00
Dr. Jakobsensgøta 20 · Tel. 315317
Stórar støddir
-20%
Veitslukjólar
-20%
Baðidraktir og
ymiskt frá Triumph
og mangt annað
Opið er: Hósdag og
fríggjadag 09.00-18.00
Leygardag 09.00-16.00
útSøla útSøla útSøla
Vit ynskja øllum
góða ólavsøku!
Ymisk klæði fyri
100, 200, 300
og 400 kr.
pr. stk.