Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-21, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. juli 2009síða 29

‹ fyrra síða allar 97 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

56 Ólavsøkublaðið – juli '09 57 Ólavsøkublaðið – juli '09 Tað verður eingin kabarett á ólavsøku í ár, men í stað­ in eru Havnar Sjónleikara­ felag og Tjóðpallur Føroya farin undir eitt samstarv um leik, tey rópa »Postkort úr Havn«. – Vit fáa ein fínan leik, sum bæði verður lættur, stuttligur og eitt sindur nostalgiskur, sigur Ria Tórgarð, annar av leikstjórunum Nú Tórshavnar kommuna hev­ ur hundrað ár á baki sum fólka­ vald kommuna, hava Havnar Sjó n leikarafelag og Tjóðpallur Før oya samstarvað um ein leik – ella myndir úr Havn ­ ið tey hava sett saman sum eina heilsu til høvuðsstaðarkommununa á ólavsøku. ­ Bæði Havnar Sjónleikarafelag og Tjóðpallur Føroya hava gott samstarv við Tórshavnar kommunu, sum stuðlar okkum væl. Nú komm­ unan hevur hendan ársdag, eru vit farin til verka. Jenny Petersen, leiðari í Tjóðpalli Føroya, sigur, at eitt av teirra høvuðs málum er at stimbra áhuga­ feløg kring um landið, og í hesum førinum hava tey latið leikstjórar, sum eru Ria Tórgarð og Barbara Christophersen, til leikin ella mynd­ irnar, sum fyrstu ferð verður sýndur í Sjónleikarahúsinum ólavsøkuaftan klokkan 20. Pallsamstarv Tjóðpallur Føroya sendir soleiðis leikstjórar út til áhugafeløg, og samstundis eru áhugaleikarar eisini við í leikum hjá Tjóðpalli Føroya. Á henda hátt fæst ein synergi­effekt í føroyskan sjónleik. ­ Vit hava skilt, at eingin var áhug­ aður í at gera kabarett í ár, og tí vendi Havnar Sjónleikarafelag sær til okkara um íblástur. Jenny sigur, at umframt at veita sjónleikarafelagnum leik­ stjórar, er tað Mina Reinert, sum í samráð við leikararnar hjá Havnar Sjónleikarafelag, ið skrivar uppskotini til smáu brotini í leikinum. ­ Katrin Bonde er búnasniðgevi hjá okkum, og hon stendur fyri klæðunum hjá leikarunum. Sjálvum pallinum og pallmyndunum tekur Anna Suffía Egilstrøð, sum er í nevndini í Havnar Sjónleikarafelag, sær av. Ymiskar hendingar Ria Tórgarð sigur, at »Postkort úr Havn« verður ein fínur leikur, sum hon tekur til. Hetta verður bæði lætt, stuttligt og eitt sindur nostalgiskt. ­ Leikurin ella myndirnar snúgva seg um hendingar í Havn í áttati­ og nítiárunum og upp til okkara dagar. Tað er nógv hent hesi árini. Samskiftistøknin er nógv ment, og fólk eru vorðin meira tilvitað. Leikstjórin sigur, at tey hava havt ein bólk á eini 10­12 fólk, sum í fyrsta lagi hevur verið mannaður við limum úr Havnar Sjónleikarafelag. Hesi hava so tosað saman um hugskot, hvørji evni hóskandi eru at taka upp í ymisku tíðarskeiðunum, og síðan hevur Mina Reinert verið við og hevur gjørt síni uppskot til rammusøgurnar fyri at fáa alt at hanga saman. Eisini hugvekjandi Hon vísir á, at tó at leikurin – ella myndirnar – í flestu førum eru ógvuliga lættar og stuttligar, verð ur eisini nomið við álvarsomu kreppuna, sum rakti Føroyar fyrst í nítiárunum. ­ Í flestu førum snýr framførslan seg um at minnast aftur á tað, sum hendi. Talan verður um skemt og nostalgi – hvørt um annað, leggur hon aftrat. Ria Tórgarð sigur, at einir 17 leikarar verða á pallinum umframt einir 3­4 tónleikarar, sum fara at spæla aukustiskan tónleik. Myndir úr Havn verða eisini sýnd­ ar í sambandi við stuttu brotini so hvørt, sum leikurin gongur, og eitt nú eru myndir av fleiri handlum í høvðsstaðnum. ­ Fyrsta sýning verður í Sjónleik­ ara húsinum ólavsøkuaftan klokkan 20, og onnur verður ólavsøkudag – eisini klokkan 20, sigur annar leikstjórin til »Postkort úr Havn«. ______________________________________ Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Mynd: Álvur Haraldsen Sjónleikur: »Postkort úr Havn« Stuttligt, lætt og eitt sindur nostalgiskt... – Í flestu førum snýr framførslan á ólavsøku seg um at minnast aftur á tað, sum hendi. Talan verður um skemt og nostalgi – hvørt um annað, sigur Ria Tórgarð, sum saman við Barbaru Christophersen leikstjórnar »Postkort úr Havn« Telefon 318200 Telefon 518200 Tróndargøta 27 Alt fyri ½ prís Std. S – XL + 1 – 2 – 3 stórar støddir Leygardagin 25. juli ....... 10-22 Mánadagin 27. juli ....... 10-22 LANGT UNDIR 50% ALT SETTIÐ NÚ KR. 999,95 EVA KØLISKÁPSKARAFFLA Kannan er sera væl egnað til køli skáp Vanl. prísur kr. 299,95 Maria Poulsen Búnýti Ú TSØ L AN BYRJAR MIKUDAGIN 22. JULI KL. 10 – STÓRT ÚTSØLUBLAÐ ER ÚTKOMIÐ VIÐ HÓPIN AV TILBOÐUM Te l 312 001 | Fax 314 657 | b u nyt i @ m a r i a p o u ls e n . fo ROYAL RAADVAD GRÝTUSETT + STEIKIPANNA Klassisku grýturnar frá Royal Raadvad eru úr blonkum stáli og hava lok. Og so er góðskan eisini í lagi – 10 ára garanti. 1 ltr. grýta við haldi – vanl. prísur kr. 329,95 2 ltr. grýta – vanl. prísur kr. 399,95 3 ltr. grýta – vanl. prísur kr. 469,95 5 ltr. grýta – vanl. prísur kr. 569,95 28 cm steikipanna – vanl. prísur kr. 469,95 Í alt – vanl. prísur kr. 2.239,75 GALDANDI 22. JULI - 1. AUGUST NÚ KR. 249,95 KRÚSS VIÐ HALDARA Litføgur krúss við haldara frá Zone. Vanl. prísur kr. 199,95 NÚ KR. 119,95 GT UNDIR 5 GT UND T SETT NÚ KR. 999,95 50% TTIÐ 5 EVA KØLISKÁPSKARAFFLA Kannan er sera væl egnað til køli skáp Vanl. prísur kr. 299,95 BYRJAR MIKUDAGIN 22. JULI KL. 10 – STÓRT ÚTSØLUBLAÐ ER ÚTKOMIÐ VIÐ HÓPIN AV TILBOÐUM Te l 312 001 | F ax 314 65 7 | b u n y t i @ m a r i apo u ls e n .f o ROYAL RAADVAD GRÝTUSETT + STEIKIPANNA Klassisku grýturnar frá Royal Raadvad eru úr blonkum stáli og hava lok. Og so er góðskan eisini í lagi – 10 ára garanti. 1 ltr. grýta við haldi – vanl. prísur kr. 329,95 2 ltr. grýta – vanl. prísur kr. 399,95 3 ltr. grýta – vanl. prísur kr. 469,95 5 ltr. grýta – vanl. prísur kr. 569,95 g ý p 9,95 28 cm steikipanna – vanl. prísur kr. 469 Í alt – vanl. prísur kr. 2.239,75 GALDANDI 22. JULI - 1. AUGUST NÚ KR. 249,95 LANG LANG ALT SET T SET Ð VIÐ HÓPIN AV TILBO KRÚSS VIÐ HALDARA Litføgur krúss við haldara frá Zone. Vanl. prísur kr. 199,95 NÚ KR. 79,95