Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-21, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. juli 2009síða 30

‹ fyrra síða allar 97 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

58 Ólavsøkublaðið – juli '09 59 Ólavsøkublaðið – juli '09 ■ Tú endar (næstan) øll orð við "ir" ■ Tú av prinsippiellum orsøkum ikki setir teg í bygdaskýlið í Gundadali ■ Tú veitst hvar ávikavist guli og gamli bókahandil eru ■ Tú sigur Brúksan í miðbýnum ella Brúksan í Hoyvík og ikki Føroya Keypsamtøka ella Keypsamtøkan ■ Tú veist, at Tórsgøta og Bøgøta eru einvegis ■ Tú av óvart sigur "nú vóru vit aftur í Føroyum", tá ið tú kemur heim aftur til Havnar ■ Tú veitst hvat tað merkir, tá onkur er farin á ”plenuna” ■ Tú veist, hvat og hvar Røntgan er ■ Tú veist, hvat liggur í orðinum bygdasligt ■ Tú kennir Snobb Hill, Valby, Kinabrekkuna, Conradsbrekku, Vestmannabjørgini, Kardemummubýin, Revagarðin, Amerika, Mexiko, Grønland, Bøkjarabrekku, Rabarbukvarterið .. ■ Tú heldur, at kioskin hjá Astu er ein partur av býarmyndini ■ Tú sigur Havn og ikki Tórshavn ■ Tú antin heldur við HB ella B36 og antin keypir hjá Balslev ella Timburhandlinum ■ Tú sigur ”morin” í staðin fyri góðan morgun ■ Tú fært klump í hálsin, tá Havnin kemur til sjóndar uppi á Oyggjavegnum ■ Tú enn heldur, at Sisu smakkar av Havn og Jolly av Klaksvík ■ Tú veitst, hvar tey pakka matin inn í avísir ■ Tú heldur, at Bacalao enn er til ■ Tú hevur enn ilt í sálini, eftir at Konditaríið læt aftur ■ Tú veitst hvørjar kioskir eru opnar langa fríggjadag og 1. jóla- og páskadag ■ Tú sigur ”Glade Hjørn” og ikki "Káta Hornið" ■ Tú sigur mæviir og ikki maður og týsdæviir og ikki týsdagur ■ Tú sigur Havnar Kirkja og ikki Dómkirkjan ■ Tú villist uttanfyri Ringvegin ■ Tú sigur plantasjan og ikki viðarlundin ■ Tú heingjur klæðir út og vaskar bil sunnudag ■ Tú syngur við til Kára P. og Anniku Hoydal ■ Tú gleðir teg til Mentanarnáttina ■ Tú finnur runt í plantasjuni ■ Tú heldur, at Fish&Chips er romantiskt ■ Tú leggur líka í, hvat onnur halda ■ Tú ilskast inn á dialektir í útvarpinum - hví kunnu tey ikki bara tosa ordiligt..? Er tú eitt ektað havnarfólk?